Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 4 Sosialurin Áki Bertholdsen – Hetta málið er endaliga avgreitt! Tórbjørn Jacobsen, løg­ tingsmaður er púra greiður, tá ið vit spyrja hann um hann hevur brotið lógina. Seinastu tíðina hevur eit sindur av kjaki verið um lønir, eftirlønir og bíðilønir hjá politikarum. Í hesum sambandi hava keldur ført fram fyri Sosiali­ num, at Tórbjørn Jacobsen beinleiðis brýtur lógina, tí umframt at vera løgtingsmað­ ur, er hann eisini í fulltíðar­ starvi sum havnameistari í Runavík. Hetta er ólógligt, tí ein løgtingslimur hevur í mesta lagi loyvi at hava eitt hálvt alment starv afturat sínum fólkavalda starvi sum løgtingslimir. Tórbjørn Jacobsen váttar, at samskifti hevur verið ímillum hann, fyrisitingina hjá Løgtinginum og løgtings­ formannin um starvið sum havnameistari. Hann váttar eisini, at í fyrstuni var hann havna­ meistari fulla tíð, men eftir at løgtingsskrivstovan gjørdi hann varugan við, at hetta er í stríð við lógina, er hann farin niður í hálva tíð. – Eg hava havt sam­ ráðingar við Runavíkar Býráð um starvið og vit eru samd um, at eg skal vera havnameistari hálva tíð, til løgtingsval hevur verið aftur, sigur Tórbjørn Jacobsen. – Sostatt fái eg bara hálva løn og bæði eg og Runavíkar Býráð hava sent fyrisitingini hjá Løgtinginum skrivliga váttan um hetta, leggur hann afturat. Privat Fyrisitingin hjá Løgtinginum hevur onga viðmerkingar til mál av hesum slagnum, tí hetta er flokkað undir privatar upplýsingar. Sostatt upplýsa tey heldur ikki, hvussu starvs­ viðurskiftini hjá Tórbirni Jacobsen eru. Hergeir Nielsen, løgtings­ formaður, staðfestir, at tað kann vera ein trupulleiki, at tað, at kalla ikki kemur fyri, at lýst verður eftir hálvdags­ størvum og tað kann sjálvandi verða ein trupulleiki. Hinvegin vísir hann eisini á, at tinglimir í útjaðaranum hava nógv verri umstøður at røkja størv afturat ting­ starvinum. – Ein tinglimur í útjaðar­ anum kann heldur ikki hava eitt hálvtíðarstarv, tí hann kann ikki ferðast ímillum, sigur Hergeir Nielsen. Her skal eisini skoytast upp í, at Løgtingsskrivstovan upplýsir, at løgtingslimir, sum ikki verða afturvaldir, fáa løn í nakrar mánaðir eftir løgtingsvali, alt eftir, hvussu leingi, teir hava sitið á tingið. Men løgtingslimir, sum ikki stillar upp aftur, fáa onga løn eftir at teir eru farnir úr tinginum. aki@sosialurin.fo Tórbjørn Jacobsen farin niður í hálva tíð LØNIR HJÁ POLITIKARUM Seinastu tíðina hevur illgruni verið um, at Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur brotið lógina, men sjálvur sigur hann, at málið er loyst Áki Bertholdsen – Tað kann vera óluksáliga ringt hjá einum løgtingslimi at sleppa burtur úr politikki aftur. Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, løg­ tingsmaður, sum hevur gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur, tá ið løgtingsval verður aftur. Støðan er tann, at ein løgtingslimur kann ikki hava meiri enn eitt hálvt alment starv afturat. – Tað ger, at møguleikin hjá løgtings­ limum, sum ætla sær burtur úr politikki, at fáa starv, eru rættiliga skerdir. – Tað er kemur næstan ikki fyri, at søkt verður eftir hálvtíðarstørvum og tað kann ikki bera til, at løgtingslimir ikki skulu kunna søkja sær starv fyrrenn teir eru farnir úr tinginum. – Sum støðan er nú standa løgtingslimir, sum fara úr politikki, fullkomiliga á berajólum. Tað, sum Tórbjørn Jacobsen saknar, er ein lagalig skiftisskipan, sum ger, at løgtingslimir, sum ætla sær úr politikki, fáa lagaligari umstøður at fyrireika seg til tilveruna uttanfyri politikkin. – Størvini til ein 55 ára gamlan, fyrrverandi, løgtingsmann, hanga ikki á trøunum og tí sakni eg eina lagaliga skiftistíð fyri politikarar, sum ætla sær úr politikki, ikki enda á berajólum. Hann sigur, sum í dag er onki samsvar ímillum tað, at koma upp í politikk og tað, at fara úr politikki aftur. – Tá ið eg fór upp á politikk, hevði eg eina inntøku upp á 900.000 krónur um árið sum skipsførari og reiðari. Men tá ið eg varð valdur á ting, fór lønin niður í ein fimtapart av tí, so talan var um stóran lønarmiss. Annars staðfestir Tórbjørn Jacobsen, at avgerðin um at, hann ikki stillar upp aftur, tá ið løgtingsval verður aftur. Men hann útihýsir als ikki møguleika­ num at stilla upp aftur seinni. – Nú skal eg hava ein steðg. Men tað kann væl vera, at eg stilli upp aftur seinni, sigur hann. aki@sosialurin.fo Ringt at sleppa úr Løgtingum aftur LØNIR HJÁ POLITIKARUM Løgtingslimir, sum vilja sleppa burtur úr politikki aftur, eru øgiliga illa fyri, heldur Tórbjørn Jacobsen, tingmaður POLITIKARAR Og LØN Tórbjørn Jacobsen er ikki longur í fulltíðarstarvi sum havnafúti í Runavík, tí tað er ólógligt, men hann heldur, at løgtingslimir, sum ætla sær úr politikki, eru óluksáliga illa fyri Størvini til ein 55 ára gamlan, fyrrverandi, løgtings­ mann, hanga ikki á trøunum