Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 12 · 28. januar 2011 4 VIKUSKIFTI Svik Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Petur á Geilini og Tróndur Jacobsen úr Havn hava seinastu tíðina fingið nógv brøv frá amerikanskum prædikumanni, sum vil hava teir at lata pengar til vælgerandi endamál – og sjálvur fáa peningaliga signing afturfyri. Vit sita í stovuni hjá Peturi, har hann og Tróndur vísa fram øll brøvini, ið teir hava fingið frá amerikanska »pro fetinum« og »gudsmanninum« Peter Popoff. – Øll brøvini snúgva seg um at geva pengar. Hann skrivar síðu upp og síðu niður, hvussu vit skulu geva pengar, eitt nú 30 dollarar, til Guds verk – sum væl at merkja er til Popoffsa verk. Men Gud fer sjálvsagt at signa okkum sum gevarar og fer at geva okkum pengarnar hundraðfaldaðar aftur, sigur 19 ára gamli Tróndur við einum ironiskum tóna og speiskum smíli. Tú skalt hava lív í yvirflóð – Tað heila byrjaði við, at eg sat og surfaði á netinum um Benny Hinn og líknandi prædikumenn. Eg havi altíð havt ein stóran áhuga fyri grøðingar- og sjón varpsprædikumonnum. Sjálvur eri eg rættiliga kritiskur yvir fyri prædiku monnum, sum lova ella næstan garantera verðsligar signingar, sokall- aðir »Health and wealth« prædiku- menn. Men eg trúgvi sjálvsagt ikki, at teir allir gera tað í ringari meining sum so. Øðrvísi er tó við Peter Popoff, sigur 21 ára gamli Petur. – Vit sótu so tríggir vinmenn og hugdu á Youtube eftir eini sending, ið millum annað kom at snúgva seg um Peter Popoff. Eg hugsaði bara »What? Ræðuligt hatta er langt úti!« Hetta er tann prædikumaðurin, sum eg haldi hevur verið allarmest langt úti av teimum, sum eg havi sæð, sigur Petur. – Eg eri ótrúliga forvitin av nátturu, so eg mátti tjekka heimasíðuna hjá hon um út. Tað fyrsta, sum man sær, eru ymiskir vitnisburðir frá fólki, ið hava fingið alt møguligt materielt so sum bilar og hús eftir teirra møti við Peter. Tað næsta, man síðani sær, er ein stór lýsing, ið sigur, at Gud ynskir, at tú skalt vera skuldarfríur. Og tað er sjálv sagt peningaliga skuldarfríur, sigur Petur. – Ja, heimasíðan er ótrúliga mani- pulerandi sett upp. Niðast á síðuni eru fýra videobrot á ein hálvan tíma hvør. Eg byrjaði at hyggja eftir tí fyrsta uttan at vita áðrenn, hvat tað reiðuliga snúði seg um – hóast eg hevði ein mistanka, sigur Tróndur og heldur fram: – Brotið byrjaði við, at Peter og konan presenteraðu seg. Síðan fór hann aftur at tosa um, hvussu Gud ynskir, at tú skalt vera ríkur. Eg vamlaðist, men hugdi víðari. Í ein samfullan hálvan tíma sat hann har sum ein slanga og oysti lyfti, garantiir og ynskir frá Gudi, at tú skalt vera ríkur. Sjálvsagt kryddrað við nøkrum útvaldum vitnisburðum, har fólk hava fingið pengar, aftaná at Popoff hevði biðið fyri teimum. Tað bleiv at enda ov nógv, og eg kláraði ikki at hyggja eftir øllum. Vinmenninir fingu hug at venda sær til Peter Popoff. – Har var møguleiki at skriva til Peter Popoff. Eg tordi eitt sindur illa at skriva í byrjanini, tí man veit ongantíð, hvørjum man kann verða útsettur fyri. Men tá vinmenninir hjá mær báðir gjørdu tað, hugsaði eg, at so mátti eg eisini. Eg royndi at provokera Popoff eitt sindur, har eg sendi honum eitt vers úr Bíbliuni, um at tú ikki kanst tæna tveimum harrum, Gudi og mammon, sigur Petur smáflennandi. Hann væntaði sær ikki nakað svar, men tvær vikur seinni kom ein bræv- bjálvi sendandi úr USA. Miracle Spring Water er »svarið«! Eitt av teimum tingunum, sum á ein hátt sermerkir Peter Popoff, er hansara Miracle Spring Water (Undurverkar keldu vatn). Vatnið verður sent í smáum íløtum, eitt vet størri enn test- per fumir. – Hetta vælsignaða Miracle Spring Water er tað heilt stóra »hittið« hjá Popoff. Á heimasíðuni er tað stórt sligið upp: »Gud ynskir at tú skalt vera skuldar fríur« við eini mynd av vatn- inum og vegleiðing í at fáa tað. Vatnið er svarið til alt! Um tú ert sjúkur, troyttur, syrgin, einsamallur, kærleiksleysur, treiskur og so framvegis, men ikki minst skuldarbundin, so skalt tú bara brúka Miracle Spring Water, og tín trupulleiki verður við tað sama loystur, sigur Petur ristandi við høvdinum. – Mítt Miracle Spring Water var heilt tómt, tá eg fekk tað. Vatnið klárar at loysa allar heimsins trupulleikar, Petur á Geilini og trÓndur Jacobsen hava hvør sær síðstu tíðina fingið brøv í rúgvuvís frá einum sJálvútnevndum amerikanskum Profeti, Peter PoPoff. við hjálP av Jesusar navni, sleiskum orðum og skriftbrotum hevur PoPoff eittans endamál. at snýta og lokka Pengar frá góðtrúgvandi fólki Í Jesusar navni gev mær tÍnar pengar! Vinmenninir Tróndur Jacobsen og Petur á Geilini sum hava verið í samband við amerikanska sjónvarpsprædikantin Peter Popoff. – Maðurin hevur eittans endamál: at snýta pengar frá fólki, siga Tróndur og Petur