Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 8 Sosialurin Vilmund Jacobsen Enniberg, sum er einasti flaka trol arin, ið ikki er til fiski skap, er ikki klárur at loysa enn. Hinir bæði skip­ ini, Gadus og Vesturvón, fis­ ka í Gráu leiðini í Bare nts­ havi num og hava havt góðan fiski skap. Gadus fór avstað beint eftir jól, og Vesturvón fór avstað ein av fyrstu døg­ un um í hesum árinum. Hesi bæði skipini eru tískil ikki rakt av verkbanninum, sum Føroya Reiðarafelag lýs­ ti næst einasta mánadag. Við flakatrolarum lut tek­ ur manningin longu í olju­ út reiðslu num, tá skipini eru á flakaveiði, men ikki, tá tey royna eftir rundum heil­ um fiski, eitt nú í Irming ar­ havinum. Fara at loysa Sonny Johannesen, skipari á Enni bergi, ætlar sær at loysa skip ið, tá alt er klárt, sum nú verð ur gjørt. ­ Nú vita vit sjálvasagt ikki, hvat hendir millum part ar nar í dag, nú sem ings­ stovn ur in er komin upp í aft­ ur samráðingarnar, og æt lan­ in er at royna seming í dag. Skiparin vísir á, at Enni­ berg, sum liggur við Vestaru Brygg ju í Havn, ikki verður klár ur at loysa fyrr enn um eina viku ella so. ­ Eg dugi onga meining at síggja í, at Enniberg, sum hin einas ti av flakatrolarunum, møgu liga skal noyðast at liggja, meðan hini skipini slep pa at fiska. Eg vænti tí, at vit loysa, tá skipið er klárt, sig ur hann. Enniberg hevur skift ljós­ mo tor, og nú verða eisini teir tríggir plátufrystararnir skiftir. ­ Arbeiði at skifta ljós mot­ or er um at verða liðugt, og í komandi viku skal hann royn ast. Sonny sigur, at plátu fryst­ ar ar nir eru allir líka gamlir, og nú onkur pláta so smátt er byrjað at leka, verða teir all ir skiftir undir einum. ­ Tað er maskinfólkið hjá okk um, sum ger arbeiðið við plátu fryst arunum, leggur hann aftrat. 38 mans við Tá Enniberg fer at loysa, verða 38 mans við. ­ Vit fara helst upp í Barents havið at royna. Skiparin vísir á, at teir gjø­ r du tveir rættiliga góðar túr­ ar í byrjanini av 2010, og hin seinni av hesum man vera tann besti, sum skipið nakr­ an tíð hevur gjørt. ­ Tá fóru vit avstað millum jól og nýggjárs og vóru heim aft ur 21. februar. Vit lógu fram til 12. mars, tá vit fóru av stað aftur og vóru heima í Føroyum aftur 26. apríl við um leið 900 tonsum í flaki. Sonny Johannesen sig ur, at teir hendan sein na vár­ túr in fiskaðu í ein mán aða, og hann sig ur seg ikki vita um nakr an so skjót an túr í Barents havi num áður. ­ Eg vænti ikki, at eg nakran tíð komi at uppliva at gera ein so skjótan og góðan túr aftur, sigur skiparin á Ennibergi. Manningarparturin á hes­ um seinna túrinum í fjør vár lá um einar 280.000 krónur, sum má sigast at vera rætti­ liga gott eftir at hava verið úr Føroyum í tilsamans 46 dag ar. Loysa tá skipið er klárt - Eg vænti, at vit loysa, tá skipið er klárt. Dugi onga meining at síggja í, at Enniberg sum hin einasti flakatrolarin skal liggja, tá vit annars eru klárir at loysa, sigur skiparin á Ennibergi, Sonny Johannesen - Eg vænti ikki, at eg nakrantíð komi at gera ein so skjótan og góðan túr aftur, sum vit gjørdu seinna vártúrin í fjør, sigur skiparin á Ennibergi, Sonny Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen Flakatrolarin Enniberg hevur skift ljósmotor, og nú verða eisini teir tríggir plátufrystararnir skiftir ... plátu­ frystar ar­ nir eru allir líka gamlir, og nú onk­ ur plá ta so smátt er byrj­ að at leka, verða allir skiftir... ... manningarparturin á seinna vártúrinum í fjør lá um einar 280.000 krónur...