Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 12 · 28. januar 2011 8 VIKUSKIFTI 2010 eitt vanlukkuár JarðskJálvtin í Haiti var inngangurin til árið, og vatnflóðin í australia var útgangurin. 2010 var árið, tá ein náttúruvanlukka avloysti eina aðra Vanlukkuár inna törnroos inna@sosialurin.fo Týska tryggingarfelagið »Munich Re« telur á hvørjum ári saman, hvussu nógvar náttúruvanlukkur hava verið í heiminum. Eitt vanligt ár liggur talið um 785, men í fjør vóru tað heilar 950. Næstan 200 fleiri enn eitt vanligt ár. Tryggingarfelagið hevur gjørt hesi hagtøl síðani 1980, og talið í 2010 er næst hægsta talið nakrantíð. 90 procent av náttúruvanlukkunum vóru orsakað av stormi og vatnflóð. Amerikanska fastlandi merkti tað dyggast við 365 náttúruvanlukkum. Asia var nummar tvey við 310. Evropa klár aði seg rímuligani væl við einans 120. Afrika 50 og Avstralia 65. Samanlagt hava 295.000 fólk latið lív í hesum náttúruvanlukkum, og virði fyri yvir 900 miljardir eru oyðiløgd. At harðu jarðskjálvtarnir í Haiti og Chile vóru sama ár er onki, vit menn­ iskju kunnu ávirka. – Tað er tilvildarligt. Um ein hyggur yvir eitt longri tíðarskeið er vulkaniski aktivitet urin altíð konstantur, sigur ís lendski seismologurin Reynir Bødvarsson. Men stormarnir og vatnflóðirnar kunnu verða ein avleiðing av, at høv­ ini eru blivin heitari og stormarnir tí fleiri. – Veðurlagsbroytingarnar standa nokk fyri einum parti av hesum nátt­ úru vanlukkum, sigur Peter Høppe, ið starvast fyri týska tryggingarfelagið »Munich Re«. 2010 var eisini eitt av teimum heit­ astu árunum heimurin hevur skoðað seinastu 150 árini. Keldir: Geo risk research, natcat service, aftonbladet AVSTRALIA desember. Vikur av oysandi regni var meiri enn Brisbaneáin kláraði. Vatni floymdi yvir allan milliónbýin Brisbane og tók bilar, hús og djór við sær