fríggjadagur 28. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
10
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tá ið 18 heilsuhjálparar í
november í fjør tóku prógv
á Heilsuskúla Føroya, var ein
av næmingunum mest errin
av sær sjálvari og sínum
prógvi.
Tað var 26 ára gamla Ing
un Kjærbo úr Havn.
Fyri fyrstu ferð í lívinum
hevði hon vunnið ein stóran
sigur, og tað var at taka eina
útbúgving og harafrat við
góðum úrsliti. Í miðal var
próvtalið 10.
Í fólkaskúlanum upplivdi
eg alt ov ofta, at eg ikki slapp
at lesa upp, tí tað tók mær ov
langa tíð, og eg varð heldur
ikki biðin um at koma upp
til talvuna av somu orsøk.
Eg varð stutt sagt lopin um,
sigur Ingun Kjærbo.
Lærdi ongantíð enskt
Enskt lærdi hon ongantíð
í skúlanum, og tað harmar
hana. Lærarin bað hana bara
taka bókina við heim og biðja
pápan um at lesa við sær.
Lærararnir
dugdu
at
síggja, at nakað varð galið,
og hon skuldi tí hava eyka
tímar. Hon fekk eyka tímar í
føroyskum, men trupulleikin
var, at hon varð tikin út úr
roknitímunum fyri at læra
at lesa føroyskt, og úrslitið
varð, at hon hevði vánalig
úrslit í øllum lærigreinum,
sjálvt um tað eftir sjey árum
gekk frægari at lesa.
Aftaná fólkaskúlan fór
Ingun Kjærbo á FHS. Hon
søkti inn á skúlan í Havn, men
slapp ikki inn, tí próvtølini
vóru ov vánalig. Hon slapp
so inn á Kambsdali.
Har fekk eg onga hjálp.
Eg minnist, at ein lærari
hvørki vildi hava meg at lesa
ella skriva, tí eg dugdi so illa.
Tað var ræðuligt at uppliva,
sigur Ingun Kjærbo.
Úrslitið var hareftir.
Einki sjálvsálit
Hennara sjálvsvirði var lágt.
Hon kendi seg býtta, skamm
aðist og tordi einki.
Hon ræddist fyri at skula
út at arbeiða, men fór kortini
í eina kiosk. Ein dag skuldi
hon skriva eina rokning á ein
blokk, og tá kom ein onnur
og skrykti blokkin frá henni
við grundgevingini, at hon
var orðblind.
Ingun Kjærbo arbeiddi
eitt skifti sum heimahjálp og
hennara ynski var at læra til
heilsuhjálpara.
Hon hættaði sær illa, men
hon var greið yvir, at vitinum
bagdi einki, tí hon lærdi væl.
Tað tók henni bara langa tíð
at koma gjøgnum ein tekst,
men tað, sum hon las, sat.
Annað lív
Fyri Ingun var tað sum ein
opinbering at koma á Heilsu
skúlan.
Ein lærari segði beinan
vegin við okkum, at um onkur
okkara var lesi og skriviveik,
skuldu vit bara siga tað, og eg
so gjørdi, sigur Ingun.
Hon sigur, at lærarar og
næmingar á skúlan bóru
hana á lógvum.
Heilsuskúlin er ein ótrú
liga góður skúli og skal hava
nógv rós frá mær.
Skúlin hevur bæði útgerð
og lærarar, sum hjálpa orð
blindum og lesi og skrivi
veikum, og hetta kom væl við
hjá Ingun.
Eg var nokkso bangin,
tá ið eg skuldi til próvtøku,
men próvtøkan hjá mær var
væl fyriskipað. Eg fekk eina
stovu fyri meg sjálva, og tær
bjóðaðu sær til at koma at
lesa upp fyri mær, um mær
tørvaði hjálp, men tað var
ikki neyðugt, sigur Ingun,
sum fekk eitt óføra gott
prógv.
Beinanvegin sum Ingun
Kjærbo
fekk
sítt
prógv,
fór hon út at arbeiða sum
heilsuhjálpari ella heima
hjálp. Hon hevur hug at út
búgva seg meira, men tað
verður ikki beinan vegin, tí
hon hevur hug at arbeiða
eina tíð fyrst.
Randi Jacobsen
Mentamálaráðið, kvøld skúl
arnir, miðnámsskúlarnir og
vinnuskúlarnir hava av álv
ara sett trupulleikan við
orð blindni á dagsskránna.
18 lærarar hava verið
niðri og fingið sær eyka
út búgving, og tað er gjørt
í samráð við HansPaula
Christ iansen, sum er leiðari
fyri vaksna undir vís ing ini
í Lund. Hann er eisini for
mað ur í danska fe lag num
fyri orð blind.
Alt byrjaði við eini stór ari
ráð stevnu, sum hildin varð
á Hotel Føroyum fyri hálv
um triðja ári síð an. 200 fólk
luttóku, og táverandi løg
maður, Jóann es Eidesgaard
setti ráðstevn una.
Tá
ið
felagskapurin
Lions skuldi taka støðu til,
hvørji tiltøk vórðu verd at
stuðla, kom ein av limunum,
Rasmus Magnussen við hug
skotinum at stuðla átak in
um við at hjálpa orðblindum
og lesi og skriviveikum
fólk um.
Hetta gjørdi hann, tí
hann er sjálvur orðblindur,
onk ur børn hansara eru tað
sama, og Rasmus Magnusen
er ein maður, sum væl torir
at tosa um hetta. Tað er ikki
so løgið, at børnini hava
sama brek, tí orðblindni er
sera arva ligt.
Tað ræður fyrst og
fremst um at fá broyting
i, so orð blindni ikki longur
verð ur tagt burtur. Tað skal
fram í ljósið, sigur Rasmus
Magnussen.
Hjálp er at fáa
HansPauli
Christiansen
heldur tað verður eitt ótrú
liga stórt framstig, at tað
almenna nú hevur sett und
ir vísing fyri orðblindum og
lesi og skriviveikum á fíggj
arlógina.
Kanningar vísa, at fimm
prosent av fólkinum í Før
oyum sum í øðrum londum
eru orðblind. Við røttu
undir vísingini ber væl til
at læra tey at lesa og skriva
væl.
Átakið, sum nú er byrjað,
er fyri ung fólk yvir 14 ár og
vaksin fólk.
Seks kvøldskúlar í
Føroyum hava nú undir
vísing
fyri
orðblindum.
Tað er ógvu liga gott, at øll
lesi og skriviveik fólk nú
kunnu fara í kvøldskúla.
Av tí at skúlarnir eru runt
land ið, kunnu fólkini fáa
undir vísing nærindis ella
í heimbygdini, og tá ið tað
er kvøldskúli, missa tey ikki
arbeiðstíð. Tað hevði ikki
verið gott, um hetta tilboðið
bara var í Havn, sigur Hans
Pauli Christiansen.
Umframt at kvldskúlarnir
undirvísa orðblindum, er
henda undirvísing eisini á
teknisku skúlunum báðum,
á Fiskivinnuskúlanum, á
Heilsu skúlanum og hand
ils skúlunum.
Í fjør kom orðblindni fyri
fyrstu ferð á fíggjarlógina.
Fekk sjálvs
virðingina
aftur
Ingun Kjærbo, sum bæði í fólkaskúlanum og á FHS
varð lopin um vegna sítt orðblindni, bleiv eitt annað
fólk á Heilsuskúlanum í Suðuroy, har hon fekk
góða hjálp. Til próvtøkuna fekk hon 10 í miðal
Eitt stórt framstig
Tað er einastandandi gott, at landið nú setir pening av til at undirvísa lesi- og skriviveikum, og at kvøldskúlarnir
hava orðblindni sum lærigrein, sigur Hans-Pauli Christiansen, leiðari fyri vaksnaundirvísingini í Albertslund
Ingun Kjærbo fór ígjøgnum nógv, áðrenn hon fekk uppreisn á
Heilsuskúlanum. Nú er hon útbúgvin heilsurøktari