fríggjadagur 28. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
10
VIKUSKIFTI
At føla teg mettan við færri kalorium ljóðar sum nakað, ið er ov
gott til at vera satt – men tað er tað ikki. Ein slankikurur virkar, um
hann er væl fyriskipaður og dentur verður lagdur á orkutættleika í
matinum, fyri at hjálpa tær við at lætna og at halda vektini.
lættari við meiri mati
– og færri kalorium
Fyri at siga tað einfalt, er orkutættleiki talið av kalorium í eini
ávísari nøgd av mati. Høgur orkutættleiki merkir, at tað eru nógvar
kaloriur í eini lítlari nøgd av mati. Lágur orkutættleiki merkir, at
tað eru fáar kaloriur í eini stórari nøgd av mati.
Tá ið tú striðist við at lætna, er málið at eta lág-orkutættan
mat. Tað merkir, at tú skalt eta eitt størri rúmmál (volumen) av
mati, ið inniheldur færri kaloriur. Hetta hevur við sær, at tú kanst
kenna teg mettan við færri kalorium. Her er eitt skjótt dømi við
rosinum og grapefrukt: Rosinir hava ein høgan orkutættleika –
100 g av rosinum innihalda 299 kaloriur. Grapefruktir hava lágan
orkutættleika – 100 g av grape inniheldur 39 kaloriur.
lyklarnir til orku
tætt leika og vekttap
Tríggir avgerandi táttir eru fyri, hvat ger av, um matvørurnar hava
lágan ella høgan orkutættleika.
• Vatn Nógvar fruktir og grønmeti hava eitt høgt innihald av
vatni, og hetta gevur rúmmál og vekt, men ikki kaloriur.
Hetta er orsøkin til, at tey eru lág-orkutættur matur. Til dømis
inniheldur grapefrukt 90 % av vatni. Rá, frísk gularót inniheldur
umleið 88% av vatni.
• Fibur Maturvørur, ið innihalda nógvar fibrar fylla ikki bara nógv,
men hava eisini longri tið um at sodna. Hetta hevur við sær, at
tú følir teg mettan longri við færri kalorium. Fyrimyndarlig dømi
eru grønmeti, frukt og fullkorn.
• Feitt Feitt hevur ein høgan orkutættleika. Til dømis inniheldur
ein teskeið av smøri næstan somu nøgd av kalorium sum 150
g av lág-orkutøttum ráum brokkoli. Flestu fruktir og grønmeti
hava lítið av feitti í sær. Matur, ið hevur nátúrligt feitt í sær, so
sum mjólkarvørur og ymisk sløg av kjøti, ella matur, har feitt er
tilsett, innihalda fleiri kaloriur enn soltnu útgávurnar av somu
matvørum.
• Grønmeti Tað mesta grønmeti inniheldur fáar kaloriur, men
fyllir nógv. Fyri at fáa meiri grønmeti í kostin, kanst tú til dømis
nýta grønmetissós til pasta í staðin fyri kjøtsós. Minka um
nøgdina av kjøti á tallerkinum og økja um nøgdina av grønmeti.
Hava grønmeti ímillum tínar tvíflísir. Eta rátt grønmeti til
millummáltiðirnar
• Frukt So gott sum øll sløg av frukt passa til sunnar kostvanar.
Men summar fruktir innihalda færri kaloriur enn aðrar. Heil
frísk og fryst frukt ella frukt í dós uttan tilsett sukur eru
góðir valmøguleikar. Harafturímóti innihalda fruktdjús og
turkaðar fruktir nógv natúrligt sukur, og tí hava tey ein høgan
orkutættleika – fleiri kaloriur – og tey fylla teg ikki so nógv
upp. Fyri at fáa meiri frukt, kanst tú til dømis tilseta bláber ella
jørðber til morgunmatarvørur ella greyt um morgunin. Royn til
dømis fruktflísar sum mango- ella ferskin á fullkornsbreyð við
eitt sindur av jørnøtusmøri og hunangi. Ella koyr appelsin- ella
aðrar fruktflísar í salatina.
• Kolhydratir Kolhydratir eru ofta korn ella gjørdar úr
korni, sum morgunmatarvørur, rís, breyð og pasta.
Fullkorn er tað besta valið, tí tað inniheldur nógv
fibur og onnur týdningarmikil føðsluevni. Fyri at
fáa meiri fullkorn kanst tú velja fullkornsbreyð,
fullkornspasta, havragrýn, brún rís og fullkorns
morgunmatarvørur ístaðin fyri tað “reinsaða” kornið.
• Protein og mjólkarvørur Hesi innihalda mat frá
bæði plantu- og djóraríkinum. Tey sunnastu lág-
orkutøttu valini eru matvørur, ið innihalda nógv
protein men lítið av feitti og kalorium, so sum
bønir, ertrar og linsir – sum eru góðar keldur til
fibur, fiskur, flogfenaður (ljóst kjøt) uttan skinn,
feittfríar mjólkarvørur og eggjahvíti.
• Feitt Alt feitt er há-orkutættur matur, men okkurt
feitt er sunnari enn annað. Et smáar nøgdir av
einkult-ómettaðum og fleir-ómmetaðum feitti.
Nøtir, fræ, hørfrøolja, avokadu og plantuoljir sum
olivenolja og rapsolja innihalda sunt feitt.
• Søtmeti Eins og feitt er søtmeti oftast
há-orkutætt. Góðir valmøguleikar
av søtmeti eru teir, ið innihalda lítið
av tilsettum feitti og sum heild eru
meiri sunnir, so sum frukt, fullkorn ella
soltnar mjólkarvørur. Til dømis frísk frukt
við soltnum jogurti, ein køka gjørd við
fullkornsmjøli ella lág-kaloriu ísur. Lyklarnir
til søtt eru at njóta smáar nøgdir og sunt
tilfar – eitt sindur av myrkari sjokolátu er fínt.
orkutættleiki
og kostráðini
At broyta lívsstílsvanar er ongantið lætt og at gera eina
matætlan, har ið tú nýtir hugskotið um orkutættleika í
matinum er einki undantak. Tað fyrsta stigið er at finna
útav, hvørjar matvørur eru betri valmøguleikar, tá ið tað snýr
seg um orkutættleika.
heIlsU
siðan
Jórun Klein, dietistur
Mett við
færri kalorium
fá orku tætt leika
at virka fyri teg
Tá ið tú heldur teg til hugskotið um orkutættleika, nýtist tú ikki
at føla teg svangan. Við at lata kostin innihalda fríska frukt og
nógv grønmeti og fullkorn, kanst tú føla teg mettan við færri
kalorium. So fært tú enntá eisini pláss fyri onkrum lekrum søtmeti
viðhvørt. Við at eta størri portiónir við lág-orkutøttum mati, fært
tú tamarhald á svongdini, etur færri kaloriur og hevur eina betri
kenslu um máltiðina - og alt hetta hevur ávirkan á, hvussu nøgdan
tú samanlagt følir teg.
Um tú velUr mat, ið ikki er so kaloriutættur – soleiðis at tú fært eina størri portión við
færri kalorium – kann tað hjálpa tær við at lætna Umframt at fáa tamarhald á svongdini