fríggjadagur 28. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
Sosialurin
Randi Jacobsen
Alt byrjaði við eini ráð
stevnu, sum felags skap
urin Lions tók stig til og
skipaði fyri saman við
Mentamálaráðnum.
Saman
við
Hans
Paula
Christiansen,
for manni í danska orð
blindafelagnum
varð
aft aná farið undir at
útbúgva
lærarar
at
undir vísa
orðbindum
og lesi og skriviveikum
fólk um.
Helena Dam á Neysta
bø, landsstýris kvinna í
mentamálum heldur tað
vera týdningarmikið at
lofta skúlanæmingum
beinanvegin, men her
verð ur
fokus
sett
á
tey vaksnu við lesi og
skrivi trupulleikum.
Nógv vaksin fólk
hava ongantíð fingið
nakra hjálp og hava tí
havt torført við at koma
víðari í lívinum, sigur
Helena Dam á Neysta
bø.
Í fjør varð ein ser
støk
konto
gjørd
á
fíggj arlógina til lesi og
skrivi veik, og tað varð
gjørt fyri at varpa ljósa
á henda trupuleika, sum
hevur verið fjaldur og
tagdur burtur. Sum aðrir
fjaldir trupuleikar hevur
hesin verið fongdur við
skomm.
Eitt stig á leiðini
Helena Dam á Neystabø
fegnast um, at komið
nú er so langt, at teir
fyrstu lærarnir nú hava
fing ið hesa útbúgv ing,
og at lærarar bæði á
vinnuskúlum, mið náms
skúlum og kvøldskúlum
nú hava førleika til at
hjálpa orðblindum og
lesi og skriviveikum
fólk um og ráðgeva teim
um í at brúka tey hjálp
artól, sum finnast.
Tað sømir seg ikki
einum samfelag, ið nevn
ir seg eitt fram komið
samfelag at sleppa teim
um orðblindu upp á fjall.
Tey kunnu ikki gera
við, at tey hava fingið
hendan trupulleika. Vit
eiga eisini at hava í huga
tey vánalig úrslitini í Pisa
og øðrum kanningum,
sigur Helena Dam á
Neystabø.
Hon dugir ikki at siga
nær farið verður víðari
við at útbúgva fleiri
lærarar.
Kend orðblind fólk
Nógv orðblind fólk hava klárað seg væl
í lívinum, nú sum áður. Orðblind fólk eru
listafólk, rithøvundar, arkitektar, uppfinnarar
og politikarar. Her eru nøkur teirra:
Harry Belafonte, Tom Cruise, Alexander Graham
Bell, Leonardo da Vinci, Jørn Utzon, Andy Warhol,
Muhammed Ali, Steve Redgrave, Winston Churchill,
Carl Gustav kongur í Svøríki, Thomas Jefferson, John F.
Kennedy, H. C. Andersen, Henry Ford, Agatha Christie, F.
Scott Fitzgerald, Walt Disney og Søren Kragh Jacobsen.
Randi Jacobsen
Nógvir
skúlanæmingar,
sum eru skrivi og lesiveikir
ella orðblindir smokka nið
ur ímillum í skúlanum. Teir
halda seg ikki til og royna
bara at sleppa undan øllum
uppgávum.
Men soleiðis var ikki við
Filip Mortensen úr Havn.
Eg helt meg bara vera
dovnan. Tá ið eg gekk í 4.
5. flokki vóru nakrir seinir
næmingar, og eg helt meg
bara vera ein av teimum,
sigur Filip Mortensen.
Tá ið hann kom longur
upp í skúlanum og gekk í 7.
og 8. flokki, sá ein lærari, at
nakað var galið og bjóðaði
dreinginum hjálp.
So setti eg meg bara
sjálv ur niður at lesa, tí eg
var treiskur og vildi læra
at lesa og skriva, sigur Filip
Mortensen.
Tað var meira hugaligt hjá
honum at lesa tekstir, sum
høvdu hansara áhuga, enn
at skula lesa skúlabøkurnar
og tekstir, ið ikki vóru so
viðkomandi.
Gongur betur og betur
Tað tekur sína tíð hjá
mær at lesa, men eg komi
ígjøgnum tekstir, sum eg
tími at lesa. Nú er eisini so
nógv spennandi at finna á
internetinum, og viljasterkur
sum eg eri, gongur betur og
betur.
Filip Mortensen fór í stu
denta skúla eins og floks
felagarnir. Har varð hjálp
boðin honum, men tað gekk
so mikið illa, at hann gavst og
fór í staðin á Tekniska skúlan
í Havn. Ta útbúgvingina
fullførdi hann, ikki minst tí
at lærararnir vóru so hjálp
samir.
Tað gongur betur og
betur at lesa, men við skriv
ingini er verri, sigur hann.
Nú vinmenninir allir eru
vorðnir studentar og eru
farnir at lesa víðari, hevur
Filip Mortensen sett sær fyri
at fara víðari. Hann hevur
hug at fara til Danmarkar
á HF ella at fáa sær aðra
miðnámsútbúgving.
Átakið fer
at gera
mun
Mentamálaráðið valdi at
seta pening av til átaki móti
orðblindni, tí tað sømir seg
kki einum samfelag at sleppa
skrivi- og lesiveikum fólkum
upp á fjall, sigur Helena Dam
á Neystabø, landsstýriskvinna
í mentamálum
Viljastyrkin lærdi
hann at lesa
22 ára gamli Filip Mortensen úr Havn fann ikki út av tí, fyrr
enn hann byrjaði í studentaskúlanum, at hann var orðblindur.
Hann hevur onga serliga serundirvísing fingið, men treiskni og
viljastyrki hansara hava hjálpt honum, so tað gongur betur nú
Filip Mortensen lærdi seg við treiskni at lesa. Hann livir eitt gott lív
saman við unnustuni Rebeccu og dóttrini Jonu Bjørt. Hann er til reiðar
at hjálpa øðum, sum hava ilt við at brjast við sítt orðblindni
Framhald á næstu síðu