fríggjadagur 28. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
11
VIKUSKIFTI
Hvat gjørdu tú, áðrenn tú
byrjaði í Miðlahúsinum?
Eg arbeiddi hjá fyritøkuni Blika, sum
sølufólk. Og áðrenn tað arbeiddi eg
hjá Trygd, eisini sum sølufólk.
Hvat dró teg at miðlaheiminum?
Eg havi altíð verið sera áhuga í
journalistfakinum. Eg var sum 15 ára
gomul í starvsvenjing hjá Kringvarpinum,
og longu tá visti eg, at áhugin fyri
miðlaheiminum var til staðar.
Hvat er tað besta við at
arbeiða við útvarpi/blaði?
Tað besta er, at arbeiði er ótrúliga fjøltáttað.
Og okkara stjórar hava stórt álit á fólkunum,
og loyva okkum tí at »prøva okkum fram«,
og soleiðis fáa vit eisini nógvar royndir
og sleppa til stuttligar uppgávur.
Hvat er tað ringasta?
Tað ringasta er, at vit mangan hava nógvar
uppgávur, og tí kennist tað til tíðir sum at tað,
sum vit koyra út til Føroya fólk, ikki er nóg væl
gjøgnumarbeitt, tí tíðin ikki altíð røkkur til tess.
Hvat hevur verið títt størsta scoop?
Tað er ótrúliga ringt at siga. Eg havi gjørt
ótrúliga nógvar samrøðu. Summar meira
áhugaverdar enn aðrar. Men ein, sum fólk
enn spyrja meg um, er samrøðan eg hevði
við Imma Dam. Eg havi eisini tosað við nógv
kend fólk uttanlands og í Føroyum, so eg veit
ikki rættiliga, hvat er tann størsta søgan.
Hvat er mest
óhepna
hendingin?
Tað má verða, tá
ið eg kunngjørdi
fyri Føroya fólki,
beinleiðis í tíð
indunum á Rás2,
at eldur var í Eik
banka Yviri við
Strond. Tá var
tað altso bara ein
brandvenjing.
Tú fer niður til Danmarkar at
lesa, hvat skal tú lesa?
Eg fari ætlandi at lesa stjórnmálafrøði
og kommunikatión.
Hvat fer tú at sakna mest í arbeiðinum?
Eg fari at sakna fólkini í Miðlahúsinum
ógvuliga nógv. Samanhaldið í Miðlahúsinum
er ógvuliga serstakt, og eg loyvi mær at
ivast í, at tað finst á øðrum arbeiðsplássum.
Umframt tað, so fari eg at sakna spenningin
við arbeiðinum, og tær stuttligu løturnar,
sum vit mangan hava, tá ið vit gera beinleiðis
sendingar frá ymsum tiltøkum. Men eg vóni
og vænti, at eg verði aftur á Rásini í summar.
Er tú til hund ella kettu og hví?
Hund. Tí einki er sum ein deiligur og
fittur hundur – mín eitur Markus.
Hvat er tín
lívsrættur?
Mammusa matur.
Hvat er tín dreymur at uppliva?
At uppliva mentanina í fjarskotnum
londum sum Thailand, Kina og hinum
asiatisku londunum og uppliva
djóralívið og mentanina í Afrika.
Um tú ikki búði í Føroyum,
hvar hevði tú so viljað búð?
Trúgvi Írlandi, eftirsum tað minnir
rættiliga nógv um Føroyar.
Fer tú at søkja aftur í miðlaheimin
eftir loknan lesnað?
Sjálvandi. Trúgvi tað verður trupult at
finna nakað meira spennandi arbeiði.
BarBara holm
Einki er sum
ein deiligur
og fittur
– hundur
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Í trý ár hevur BarBara HolM starvast Í
MiðlaHúsinUM, einamest á rás2. nú sigur hon
miðlaheiminum Farvæl fyri eina tÍð og fer
niðUr til Danmarkar at lesa sTjórnMálaFrøði
og koMMUnikaTión. mest óhepna HEnDingin
helDur hon vera, at hon kUnngjørDi fyri
øllUM føroya fólki, at ElDUr var Í eik yviri við
stronD – tá tað bert var ein BranDvEnjing
MynD: ÁlvUR HARAlDSEn