fríggjadagur 28. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
12
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað er kent á øllum tekn isk
um skúlum, bæði í Føroyum
og uttanlands, at nøkur fólk
hava tungt við at lesa og
skriva, og summi eru orð
blind.
Hesir veikleikar eru meira
elle minni beinleiðis orsøkin
til, at tey ungu fólkini hava
valt at fara fakliga vegin
heldur enn at fáa sær eina
bókliga útbúgving.
Hetta
sigur
Jónheðin
Tróndheim, sum seinastu
árini hevur undirvíst á bil
deildini á Tekniska Skúla í
Havn.
Eisini handverkslærlingar
hava nógv at skula lesa, og
Jónheðin Tróndheim hevur
mangan upplivað, hvussu
nógv ir
lærlingar
renna
seg fastar. Nógv berja seg
ígjøgnum ein tekst, men fáa
einki við kortini.
Illa statt millum
lærlingar
Ein kanning á bildeildini
einaferð vísti, at fjórði hvør
lærlingur hevði ilt við at
lesa og skriva, og tað sigur
ikki so lítið, sigur Jónheðin
Tróndheim.
Skúlin ásannaði, at lesi
og skriviveikleikin hjá so
nógvum næmingum var ein
stórur trupulleiki, og so varð
farið spakuliga at taka spurn
ingin upp.
Summi søgdu beinan
vegin sjálv, at tey dugdu ikki
at lesa og skriva, og teimum
var lætt at royna at hjálpa.
Men meginparturin av fólki
roynir at krógva tað, helst
tí tey skammast, og tá er
verri at kunna staðfesta,
um tey eru orðblind, skrivi
og lesiveik ella bara vantar
undirvísing, sigur Jónheðin
Tróndheim.
Hansara royndir eru, at
heilt nógvir næmingar koma
út úr fólkaskúlanum og hóast
góð evni hava teir ikki lært at
lesa og skriva.
Tað boðar ikki frá nóg
góðari undirvísing í fólka
skúlanum.
Tekniski skúlin i Havn er
ein av skúlunum, sum hevur
sent lærarar í skúla at læra
at
undirvísa
orðblindum
næmingum fyri betur at
kunna lofta teimum.
Sig tað bara!
Vit royna at tosa við næm
ingarnar og fáa teir at siga,
sum er, og tað vísti seg, at
nøkur aftrat tordu at siga
tað, tá ið tey vóru fleiri í
somu skóm. Tey skuldu bara
hava hetta skumpið, sigur
Jónheðin Tróndheim.
Tað liggur í okkum øllum,
at vit royna at skáka okkum
undan tí trupla. Men øllum
ber ikki til at sleppa undan.
Vit hava øll upplivað
í fólkaskúlanum, at nøkur
hava spælt hund av maktar
loysi, men onnur hava lært
at stríðast, og so eru tað
tey, sum spakuliga koma
eftir, at okkurt er galið.
Men tað tekur tíð at koma
til ta niðurstøðuna og tora
at viðganga, at ein er orð
blindur,
sigur
Jónheðin
Tróndheim, sum hevur møtt
fleiri lærlingum, sum hava
verið álvarsliga orðblindir.
Teir hava gingið níggju ár í
fólkaskúlanum og hava onga
hjálp fingið.
Har kunnu vit ikki siga,
at galið er við næminginum,
heldur skúlanum, sigur Jón
heðin Tróndheim.
Peran í lagi
Hann veit, at fleiri orðblind
fólk eru vitug. Heilt nógvir
arkitektar eru orðblindir og
tað sama við tónleikarum,
listamálarum
og
øðrum
listafólki.
Eingin kann lastast fyri,
at eitt fólk er orðblint. Hann
ella hon skal bara tosa at
viðurkenna tað, tí tá kann
nakað gerast, sigur Jónheðin
Tróndheim.
Tað hevru stóran týdning
hjá skúlanum at duga at
skilja ímillum orðblindni og
tað bara ikki at duga at lesa
og skriva. Hjá fleiri teirra,
sum ikki duga at lesa og
skriva men ikki eru orðblind,
at foreldrini einki hava at
lisið, og eingin hevur lisið við
børnunum heima.
Peran kann vera í fínasta
lagi fyri tað, sigur Jónheðin
Tróndheim.
Randi Jacobsen
Seks kvøldskúlar hava
síðan í heyst havt orð
blindni sum læru grein,
og ein av hesum skúlum
er í Vági.
~ Undirtøkan hevur
verið hampilig. Vit hava
undirvíst
í
tveimum
bólk um, og flestu næm
ing arnir
hava
verið
vaksin fólk, men onkur
yngri fólk hava eisini
víst
áhuga.
Fyri
at
kunna fara á kvøldskúla
er aldursmarkið, Sølvi
Andreasen, kvøld skúla
leiðari.
Hann er ein av lær
arunum,
sum
hevur
fingið serútbúgvingina
og undirvísir saman við
einum lærara av Tvør
oyri.
Tað ger góðan mun
Fysrt sum kvøldskúlin
byrjaði, vóru næming
ar nir eitt sindur varnir,
men teir komu skjótt
eftir, at her var hjálp at
fáa.
Sum lærari og undir
vísari gleddist eg um at
síggja, hvussu positivir
næmingarnir vóru, tá ið
teir skiltu, at tað gjørdi
mun. Vit kundu jú vísa
teimum á, at orðblindni
ikki er nøkur forðing fyri
útbúgvingum og víð
ari útbúgvingum, sigur
Sølvi Andreasen.
Næmingarnir,
sum
hava lærugreinina orð
blindni á kvøldskúlanum
í Vági, hava ymiska bak
grund. Onkur gongur
í skúla, og aðrir hava
sjálvstøðugt arbeiði.
Tann næmingurin,
sum gongur í skúla, var
til próvtøku í desember.
Hann stúrdi eitt sindur
fyri próvtøkuni, men
hann dugdi skjótt at
síggja, at tá ið hann fekk
okkara hjálp og veg
leiðing, fór tað at ganga.
Hesin næming urin fekk
eisini góðan karakter til
próvtøkuna, sigur Sølvi
Andreasen.
Ein næmingur hevði
hug at lesa til maskin
meist ara,
men
hann
sá seg ikki føran fyri
at fara í skúla, tí hann
var orðblindur. Men nú
havav hevur gingið á
kvøldskúlanum í nakrar
mánaðir, hugsar hann av
álvara um at gera dreym
sín til veruleika.
Eg kann bert siga, at
hetta er sera spennandi
og gevandi fyri báðar
partar. Stuttligt er at
síggja vónina lýsna í
eygunum á fólki, sigur
Sølvi Andreasen.
Orðblindni
eingin
forðing
Kvøldskúlarnir siga frá sól
skins søgum, nú teir eru
farnir at undirvísa orð blind
um fólkum. Tað er gevandi
fyri bæði lærara og næm ing,
sigur Sølvi Andreasen, kvølds
skúlaleiðari og –lærari í Vági
Orðblind eru
ofta klók fólk
Fyrsta stigið fyri at fáa hjálp fyri orðblindni er at tora at tosa um
tað, sigur Jónheðin Tróndheim, lærari á Tekniska skúlanum í Havn.
Hansara royndir eru, at nógvir næmingar koma úr fólkaskúlanum
og duga hvørki at lesa ella skriva. Øll teirra eru ikki orðblind
Jónheðin Tróndheim hevur sum lærari á Tekniska skúla í Havn møtt nógvum
læringum, sum eru komnir úr fólkaskúlanm, har teir onga hjálp hava fingið