Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 12 · 28. januar 2011 12 VIKUSKIFTI samveldi Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tað var í oktober í fjør, at svenski søgufrøðingurin og debatørurin Gunnar Wetterberg setti sítt seinasta punktum í argandi kronikk, sum dagblaðið Dagens Nyheter skuldi prenta. Evnið var, hvussu Norðurlond skulu skipa seg í framtiðini. Lítið visti Gunnar Wetterberg, tá hann sendi kronikkina umvegis teldupost til ábyrgdarblaðstjóran á Dagens Nyheter, at hann, nakrar fáar dagar seinni, skuldi verða millum mest umrøddu menninar millum norðurlendsku politikarar. Forsætisráðharrar viðgjørdu spurningin, sum Wetterberg setti. Ítøkiliga skeyt søgufrøðingurin upp at skipa eina samgongu millum Svøríki, Finnland, Noregi, Danmark og Ísland. Størri altjóða virðing Gunnar Wetterberg var sannførdur í sínari kronikk. Tað eru bara fyrimunir við at knýta norðurlendsku statirnar, Svøríki, Noregi, Finnland, Danmark og Ísland í eitt norðurlendskt samveldisríki. Tað skal skipast eftir sama leisti sum Ongland, Frakland, Spania, Týskland og Italia. Hann skeyt eisini upp, mest í spølni, at Keypmannahavn verður høvuðsstaður, og at Margretha drotning skal vera ríkisovasti. Tað er so upplagt, vildi hann vera við. Norðurlendingar, og serliga skandinavar, skilja væl hvønn annan, umframt at mentanin líkist. Norðurlond eru hvørt sær tannleysar pinkutjóðir, sum hava ilt við at gera seg galdandi í altjóða høpi. Eitt norðurlendskt samveldisríki hevði, sambært Gunnari Wetterberg, staðið nógv sterkari, enn tjóðirnar gera sum sjálvstøðugar. Við 25 milliónum íbúgvum og tíggjundu størstu bruttotjóðarúrtøkuni í heiminum hevði eitt norðurlendskt samveldisríki fingið nógv størri altjóða virðing. Felags lóggávu Wetterberg útgreinar ikki, hvønn leiklut Føroyar, Áland og Grønland skulu hava í norðurlendska samstarvinum. Wetterberg hugsar bara um fimm norðurlendsku statirnar. - Samstarvið millum norrønu stjórnirnar hevur ikki verið tætt seinastu árini. Tað skal broytast. Tað eru fleiri dømi um, at vinnulívið í Norðurlondum arbeiðir um landamørk, og tað er upplagt, at norrønu londini fremst av øllum skipa eina felags lóggávu á vinnulívsøkinum og á arbeiðsmarknaðinum, sigur Gunnar Wetterberg. Stórt samveldi Wetterberg helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum í siðstu viku um sítt hugskot at skipa Svøríki, Noregi, Finnland, Danmark og Ísland í eitt norðurlendskt samveldi. Hann grundgav bjartskygdur fyri fyrimununum og møguleikunum og vísti á, at norðurlond tilsamans eru 25 milliónir fólk, og búskaparliga hevði samgongan verið størri enn Russland og Brasil. Hann legði dent á, at norðurlond hava somu grundvirði við denti á fólkaræði, javnstøðu, samhaldsfestni og vælferðarskipanir. - Í uttanríkispolitikki kunnu norðurlond sum ein samgonga fáa ein stóran leiklut í heimspolitikki, segði Wetterberg, utt- an tó at vísa ítøki liga á, hvussu viður skiftini við ES skulu verða. - Eitt slíkt samveldi verður neyvan skipað næstu árini. Eg giti, at tað verður aktuelt um 20 ár. Tað krevur eitt drúgt kanningararbeiði og samráðingar um ymsu viðurskiftini, sum skulu fáast í rættlag fyrst. Norðurlendsk mótstøða Norðurlendsku forsætisráðharrarnir og fleiri norrønir politikarar, hava fyribils tikið frástøðu frá hugskotinum hjá Gunnari Wetterberg. Hugsjónin hevur fingið nógv pláss í kjakrúminum. Debatørurin gav út bóklingin ‘Forbundsstaten Norden’, sum snýr seg um sínar tankar við norðurlendska statinum. Ein kanning, sum norðurlendska ráðharraráðið hevur gjørt, vísir, at fólkið í norðurlondum tekur undir við størri samstarvi, men tað stúrir samstundis fyri at missa samleikan og nærdemokratiið í einum tættari samstarvi. GUnnar WetterberG, svenskur søgufrøðingur, er sannførdur um, at tað bara eru fyrimUnUr við at knýta svøríki, noregi, finnland, danmark og ísland í eitt norðUrlendskt samveldisríki NorðurleNdski staturin skal bjóða hinum av