Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 14 Sosialurin Vilmund Jacobsen Manningartalið við Enni­ bergi á flakaveiði liggur um 38. Hetta verður manningin, tá skipið loysir aftur um eina viku ella so og væntandi fer í Barents havið at fiska. Sonny Johannesen, ski pa­ ri, sigur, at umleið 44 mans til samans eru knýttir at skipi num, men allir kunnu ikki verða umborð í senni. ­ Nú vit fara í Barents­ hav ið noyðast eini 4­5 mans at vera heima, tí pláss er ikki fyri øllum í senn. Vit royna tó at skipa soleiðis fyri, at manningin hevur tjent umleið tað sama, tá ár­ ið er úti. Teir, sum noyðast at vera heima hendan túrin, sleppa so við aftur næsta túr í staðin, sigur skiparin. Nógvir ringja Sonny Johannesen sigur, at tað er ikki dagur, at fleiri mans ringja og spyrja um kjans við skipinum. ­ Hetta eru serliga menn, sum hava verið á ís fiska veiði undir Føroyum – og eisini menn, sum kanska áð ur hava verið onkran túrin við flakatrolara í Barents havi­ num. Skiparin sigur, at tað eru upp til fleiri, sum ringja um dag in. ­ Fleiri lata meg vita, hvussu truplar fíggjarligu um støður nar eru. Sonny skilir væl, at menn liggja fram við og vilja sleppa við einum skipi sum Enni­ bergi, men tíverri noyð ist hann at siga, at skipið er full­ mannað. Gott ár í fjør Enniberg hevði eins og hinir flaka trolararnir eitt gott ár í fjør. Várið royndist serliga væl, og menn tjentu nógvan pen­ ing. Nú er tað soleiðis, at tað er undan takið, at menn eru við á hvørjum túri gjøgnum eitt heilt ár. ­ Onkur er heima í ein túr og onkur í tveir, sigur skip­ ar in. Sonny Johannesen vísir á, at maður, sum hevur ver­ ið við Ennibergi hvønn túr í 2010, hevur tjent einar 900.000 krónur. ­ Hóast menn eru av skipi­ num í ein ella tveir túrar um ár ið, eru fortjenastan góð kort ini, soleiðis sum gongdin hev ur verið, sigur skiparin. Vilmund Jacobsen Nú so nógv er frammi um veður­ lagsbroytingar, hava granskarar kann að eftir, hvussu toskur ávirk­ ast av ymiskum hita. Tað er serliga við gýting, at hita broyt ingar kunnu fáa sína ávirk an, tí allur toskur søkir á sjógv, sum liggur millum 1 og 8 stig, tá hann fer at gýta. Ført hevur annars verið fram, at høgur sjóvarhiti drepur tosk í Skagerak. Men nú vísir nýggj gransk ing hjá DTU Aqua tað øvuta, nevniliga at toskur er rætti­ liga tolerantur við hita. Granskarar ovfarnir Í eini verkætlan, sum DTU Aqua hev ur verið við í, fingu 2000 tosk­ ar úr átta ymiskum stovnum ein nútímans hitamátara festan á seg. Í eitt ár máldi hitamátarin eina­ ferð um tíman hitan í sjónum, har toskurin helt til. Granskarar gjørd ust ovfarnir, tá tað vísti seg, at toskur livir í munandi heitari sjógvi enn áður hildið. ­ Vit eru ovfarnir av, hvussu nógv um hita toskur kann liva í, og hvussu leingi hann er har, sigur Ken Haste Andersen, granskari hjá DTU Aqua. Hann er ein av fýra granskar­ um, sum júst hava skrivað eina frá grei ðing í tíðarritið, Marine Eco logy Progress. Toskurin úr hesum átta ymisku stovn unum er ymiskur. Nakrir fisk ar hava svomið runt í næstan 20 hitastigum, meðan aðrir hava svom ið í sjóvarhita, sum hevur ligið um frostmarkið. Hinvegin halda granskarar, at toskur, sum eitt nú livir í Norðsjónum í lut­ fals liga heitum sjógvi, hevði doyð, um hann kom í sjógv, sum liggur um 1,5 stig. Allur toskur, líkamikið hvørjum hita hann sum vaksin vanliga held ur sær í, søkir sjógv, sum ligg­ ur millum 1 og 8 stig, tá hann skal gýta. ­ Tað merkir, at um økini, har tosk ur in gýtir, gerast minni og færri, verður fiskurin trýstur og hev ur ein stóran trupulleika, sigur Ken Haste Andersen, granskari. vilmund@sosialurin.fo Nógvir spyrja um kjans Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, sigur, at tað er ikki dagur, har fleiri mans ringja og spyrja um kjans við skipinum, og fleiri lata hoyra, hvussu trupul teirra fíggjarliga støða er Toskur tolir ymiskan sjóvarhita Hitabroytingar í havinum er ikki størsti trupulleikin hjá toski. Toskur ávirkast nevniliga minni av hita, enn áður hildið. Fiskiskapur, rovdýr og føði hava størri týdning fyri stovnin enn hiti ...fleiri lata meg vita, hvus­ su truplar fíggj ar ligu umstøð ur­ nar eru... SONNY JOHANNESEN Tað eru nógvir fiskimenn, sum kundu hugsað sær at verið við flakatrolara í hesum tíðum, nú fíggjarligu byrðarar kennast so tungar. – Fiskimenn, sum dagliga venda sær til mín, lata illa at, sigur Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi Mynd: Jens Kristian Vang - Vit eru ovfarnir av, hvussu nógvum hita toskur kann liva í, og hvussu leingi hann er har, sigur Ken Haste Andersen, granskari hjá DTU Aqua