fríggjadagur 28. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Vígdis Johannesen hevur verið forkvinna í
Havnar Arbeiðskvinnufelag í nógv ár. Undir
sínum veingjabreiði hevur hon einar 1200
limir. Flestu eru úr høvuðsstaðarøkinum,
men eisini eru nógvir limir, sum búgva
uttanfyri høvuðsstaðarøkið og arbeiða
innan kommunumørkini hjá felagnum.
Forkvinnan upplivdi kreppuna fyrst í
nítiárunum, og nú samfelagið aftur er í
kreppu, og hetta enn einaferð rakar tey
tímaløntu rættiliga hart, heldur hon, at
umstøðurnar hjá teimum raktu eru minst
líka so truplar, sum tær vóru í nítiárunum.
– Hóast vit síðan kreppuna í nítiárunum
hava fingið Arbeiðsloysisskipanina, kenna
okkara limir, sum hava mist arbeiði, kreppuna
rættiliga hart á sínum kroppi. Í eini og somu
løtu, sum tey gjørdust arbeiðsleys, mistu tey,
sum vóru frægast fyri, umleið 20% av síni
inntøku. Men vit hava eisini limir, sum ikki fáa
arbeiðsloysisstuðul – ella fáa so lítlan stuðul,
at hesin lítið og einki munar í mun til tey krøv,
sum gerandisdagurin setir okkum øllum.
Hon sigur, at hetta eru fólk, sum hava so
lítið inntøkugrundarlag til útrokning av ALS-
stuðli – og eitt nú útlendingar, sum kanska
hava trupulleikar av sínum uppihaldsloyvi.
– Vit fara at heita á okkara limir, sum ikki
eru komin upp á pláss í skipanini, um at venda
sær til okkara, so vit kunnu hjálpa teimum
sum best. Vit vilja eisini hava at vita frá okkara
limum, sum eru vorðnir arbeiðsleysir, hvussu
stór krøvini til búgvini skulu vera, sigur hon.
Vígdis Johannesen metir, at umleið
100 limir hjá felagnum mistu arbeiði,
tá fiska virkið hjá Faroe Seafood í Havn
læt aftur, og nakrir limir mistu eisini
arbeiði, tá bakaríið Grón læt aftur.
– Eg haldi, at tað er ein nokso stórur munur
á kreppuni nú og á kreppuni fyrst í nítiárunum.
Sjálvandi er tað positivt, at vit nú hava eina
Arbeiðsloysisskipan, sum tekur hond um
fleiri. Men vanligu krøvini til gerandisdagin
eru nógv størri í dag, enn tey vóru tá, og tað
er skjótt, at fólk detta niður ímillum í øllum
tí, sum hoyrir til eitt vanligt gerandislív.
Hon vísir á, at áður høvdu fólk brúk
fyri at hava eina telefon, men í dag
skulu øll hava eina fartelefon – eisini
børnini, og øll skulu hava internet.
– Slíkt kann als ikki roknast sum nakað
luksus, men er vorðið ein náttúrligur partur av
tínum yrki ella tínari frítíð, leggur hon aftrat.
Vilja stuðla
Vígdis Johannesen sigur seg onga løtu ivast í,
at fiskavirkið hjá Faroe Seafood í Havn hevur
havt ein ómetaliga stóran týdning fyri fleiri av
limum felagsins, sum nú hava mist sítt arbeiði.
– Í onkrum føri vóru bæði kona, maður
og børn á virkinum, og hetta var teirra
lívsgrundarlag, eins og virksemið á Vestaru
Bryggju í Havn gjøgnum mong ár hevur verið
grundarlagið – ella partur av grundarlagnum
– hjá nógvum familjum í økinum.
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag
skilir ikki, tá týdningurin av fiskivinnuni
sum okkara høvuðsvinnu nærmast
verður tileinkisgjørdur.
– Vit mugu síggja í eyguni, at fiskur er
at kalla okkara einasta útflutningsvøra
og øll lond, sum eiga eina rávørukeldu,
royna at brúka hana sum best, soleiðis
at hon kastar mest møguligt av sær.
Vígdis Johannesen heldur, at fólk hava
lyndi til at gloyma, at tað er útflutningurin,
sum skapar grundvirðini í samfelagnum.
– Eisini í Havn eru nógv fólk sum ikki hava
møguleikan til almennu arbeiðsplássini, og
tí hava slík arbeiðspláss sum tey, ið vóru á
fiskavirkinum hjá Faroe Seafood, so ómetaliga
stóran týdning, bæði fíggjarliga og fyri
trivnaðin hjá fólki og familjum, sigur hon.
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag
sigur, at hetta er orsøkin til, at felagið
hjá henni og Havnar Arbeiðsmannafelag
eru farin í samstarv um, hvussu
fiskavirkið kann reisast á føtur aftur.
– Fyri okkum er ikki so avgerandi, hvør
letur fiskavirkið uppaftur, men vit vilja vísa
áhuga og gera okkara til, at framleiðslan,
sum hevur verið partur av grundarlagnum hjá
tímaløntum í høvuðsstaðarøkinum gjøgnum
so mong ár, ikki verður niðurløgd med alla.
Vígdis Johannesen sigur, at nú verður bíðað
eftir eini prísmeting, sum skal gerast fyri
virkini, sum vóru partur av Faroe Seafood.
– Vit vilja í hvussu gera okkara til, at
fiskavirkið í Havn kemur uppaftur at koyra og
framhaldandi kann verða ein týðandi partur
av grundarlagnum hjá limum okkara. Vit halda
eisini, at hetta arbeiðspláss, sum verið hevur
á Vestaru Bryggju í so mong ár, eisini hevur
havt stóran týdning fyri høvuðsstaðarøkið,
sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Arbeiðsleys eru verri
fyri enn í nítiárunum
– Vanligu krøvini til gerandisdagin eru so stór í dag, at kreppan níVir meiri hesaferð, enn
hon gjørdi í nítiárunum, sigur vígdis Johannesen, forkVinna í haVnar arbeiðskVinnufelag
mynd: JEnS KriStiAn VAnG
– Fiskur er at kalla okkara einasta útflutningsvøra og øll lond, sum eiga eina rávørukeldu,
royna at brúka hana sum best, soleiðis at hon kastar mest møguligt av sær, sigur Vígdis
Fakta:
Navn: Vígdis Johannesen
Starv: Forkvinna
Besta við starvinum:
At hjálpa, har hjálp treingir
Ringasta við starvinum:
Tá fólk gerast arbeiðsleys
Staður: Bøgøta 10, Tórshavn