Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 Sosialurin Tel 226671 ella 258224 www.monday.fo Ynskir tú persónliga menning og betri lívsgóðsku? Kom á Innleiðsluskeið í Kognitivari terapi / ACT (acceptance and commitment therapy). Innihald og endamál > Skeiðið gevur tær psykologiskar førleikar til at handfara kritiskar og órógvandi tankar og kenslur, ið forða tær at náa tínum málum ella ynskjum. Tú fert at arbeiða við tínum virðum, so tú gerst meiri tilvita/aður um hvat hevur týdning fyri teg, eins og tú lærir at seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at liva í samsvari við hesi virði. Við mindfullness-venjingum lærir tú at koma út úr tankameldrinum og inn í lívið, soleiðis at tú fært størri lívsgóðsku. Málbólkur > Skeiðið vendir sær til: 1. Tín, ið ynskir størri lívsgóðsku og persónliga menning 2. Tín, ið hevur dagligt samskifti við klientar ella sjúklingar - uttan mun til, hvat øki, talan er um. Undirvísarar > Súsanna Olafsdóttir Skaale er psykologur (cand. psych. aut.) við efturútbúgving innan kognitiva viðgerð. Jóhanna Andreasen og Oddbjørg Johansen eru báðar sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving innan kognitiva viðgerð, og hava í mong ár nýtt kognitiva viðgerð í sambandi við ótta, depressjón og persónliga menning. Tíð og stað > 9. mars kl. 09.00 - 15.00 í Kaffihúsinum í Tórshavn 10. mars kl. 9.00 - 15.00 í Hæddini í Saltangará 16. mars kl. 9.00 - 15.00 á Sjómansheiminum í Klaksvík Tilmelding > Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Jóhannu Andreasen á johanna@monday.fo. Tilmeldingarfreistin er 20. feb. kl. 12.00. Kostnaður > Kostnaðurin fyri hvønn skeiðsdag er 1.500 kr, íroknað skeiðstilfar og mat Les meira um skeiðið, kognitiva terapi og ACT á www.monday.fo