fríggjadagur 28. januar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
15
VIKUSKIFTI
Tekning: Ole Wich
Kanska átti skeltið at verðið flutt nakrar metrar?
The Simpsons í grind
Sjálvandi bar ikki til at gera
eitt heimskort á føroyskum ella
føroyskum ella føroyskum uttan
tað obligatoriska klandrið og
stríðið.
Tað er eisini púra ørt at
kroysta allan heimin í eina bók.
Ikki minst, tá hann longu er á
netinum á flestu málum.
Ísland, sum er fimm ferðir
størri enn Danmark, fekk
fýra ferðir so nógv pláss sum
Dan mark í nýggja føroyska
atlassinum. Og so var eldur i
sam ríkis skálanum. Hann logar
enn.
Danmark eigur mesta plássið
á einum føroyskum heimskorti.
Hvat tá? Tí nógvir føroyingar vita
ikki, at onnur lond enn Danmark
eru til.
Varð eg biðin um at vera við
í hesum heimsskaðiliga arbeiði,
tað verði eg sjálvandi ikki, men
um so var og í og fyri seg og
alt annað líka, so hevði eg fyrst
av øllum kannað, um Føroyar
yvirhøvur vóru á kortinum.
Fyrimyndin er ensk, og
bretska arrogansan kann sum
einki »gloyma« Føroyar á einum
heims korti, hóast bretar vistu, at
Føroyar vóru til í 1940. Men tað
var tá, langt fyri globaliseringina.
So tað hevði eg kannað fyrst. Eru
Føroyar har?
Eitt annað stríðsmál er málið
í heimsatlassinum. Skal tað vera
føroyskt, føroyskt ella føroyskt.
Eiga vit at umseta øll nøvn? Í
Albania til dømis siga tey
Republika e Shqipërisë um sítt
land. Hví skulu vit so siga nakað
so banalt og ósexut sum Albania?
Tí tað gera tey í Danmark
sjálv andi. Albania ljóðar sum
pínu pill arar. Tak tvær albania um
morg unin og drekk vatn afturvið.
Útlendingar umseta ikki
okk ara staðarnøvn, tey fáu sum
eru, í teirra atlassum. Tórshavn
eitur gamaní Torshavn, ikki
longur Thorshavn, men so als
ikki Torsharbour. Ella Klaxbay.
Hvat høvdu vit, stolta tjóð, sagt,
um land okkara kallaðist Sheep
Islands í teimum útlendsku
atlassum, har tað er við. Men
Godthåb eitur kortini Nuuk.
Og Lambi eitur Lamba, men
Sumba eitur ikki Sumbi. Posta
eitur ikki Posti ella Skopun.
Vónandi fer Málráðið, um tað
kemur, at brúka tað diktatoriska
vald, sum tí er givið í lógini, og
siga, at vit gera trý heimskort, eitt
á føroyskum, eitt á føroyskum og
eitt á føroyskum.
Í Føroyum er eitt heimskort
ikki landafrøði, men málfrøði
sum øll onnur frøði í Føroyum.
Tíðindaflutningur er ikki
journalistikkur, men málfrøði.
Nýggja gandaorðið er stunt.
Stunt er sambært Donsku-
før oysku orðabókini stuntur
(vandamikið verk gjørt av
gjøðingi). Jørgen Niclasen er
ein gjøðingur. Hvat er so ein
gjøðingur. Her eru boð eftir fleiri
orða bókum. Føroyska orðabókin
sigur, at gjøðin er at vera vágin,
forsin, dittin, dittimundur. Nú
noyð ist lesarin sjálv/ur at leita
víðari í orðabókini.
Tjóðveldi gjørdi skjótt av og
kom eisini við einum stunti, ella
stuntprnummari, sum tað eisini
eitur á føroyskum. Javnaðar-
flokk urin kundi fáa forkvinnuna í
Fíggjar nevndini.
Tað er sera lætt hjá politiskum
gjøðingum í Føroyum at fremja
stunt, tí fjølmiðlarnar bíta á og
spæla við hvørja ferð. Undirhald
er altíð vælkomið og væl dámt.
Tað er bara at kunngera, at vit
hava týðandi tíðindafund. Og ikki
siga, um hvat tíðindafundurin er.
Teskaði nakar klandur?
Tjóðarsemjan, breiða semjan, er
farin upp á A. Ein vil ikki vera
við longur, tí hann vil heldur
hava eina grundlóg fyri óføddar
føroy ingar. Okur fostrini í
lívmóðurini.
Vit hava longu eina fína
stjórnar skipan, Gamla testamenti.
Ein annar er fornermaður, tí
alt ov fáar paragraffir eru.
Og so segði hasin Løkke
bøøøøøøøøøøøøøø.
So trillrunt alt er í Føroyum,
fáa vit einki atlas, men ein
globus.
gjøðingsstuntur
UmaftUrafTurum
høgni djurhuus
Tað var sanniliga uppá tíðina
Bárður Bendix vunnið fyrsta steypið!
Portalurin
Hvussu við sprossum
fyri vindeyguni, lásum o.a.
Varðhaldið kann ikki flyta
beinanvegin, tí teldur o.a.
skal setast til fyrst.
Portalurin
Hvat tosa teir so um?
Partarnir samtala, men talan er
ikki um beinleiðis samráðingar.
Norðlýsið
Er tað fysiskt møguligt?
Somu kort í Klaksvík, Havn og Hovi
Norðlýsið
Ger hon eisini
sendingar í klæðum?
Victoria Wild var fult
ílatin í sendingini.
portalurin
Hvat eru tey so?
Tilboðini eru í fleiri førum
als ikki tilboð.
Suðurrás
Var størsti ruðulleikin ikki
um teg sjálvan, Gerhard?
Tað valdar ruðulleiki í landinum
Gerhard Lognberg á Sandportal.fo
Er Levi ein perla?
Ein perla komin
til Tórshavnar bý:
Levi Mørk,
býráðslimur
sandportal.fo
Hava tey ongan talsmann?
Línuskipini krevja samráðingar
Dimmalætting
ranga
í
strúpan
Brot úr oddagrein í Dimmalætting
20. januar 2011
Við fyrsta setninginum: »Formaðurin
roynir at fáa stýr á flokkinum«, skrivar
blaðstjórin á Dimmu, Árni Gregersen
soleiðis:
»Umframt at vera vanligur tingmaður
verður Jørgen Thomsen eisini formaður í
fíggjarnevndini«
Seinni skrivar hann: »At formaðurin
í Fólkaflokkinum leggur starvið sum
landsstýrismaður við fíggjarmálum
niður, kann eisini hanga saman við...«
Kanska fyrsti setningurin
heldur áttið at verið:
»Blaðstjórin roynir at fáa
stýr á politikarunum«