Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 16 Sosialurin Leo Poulsen Hóast nógv hevur verið fund­ ast í Javnaðarflokkinum og nógv hevur verið um røtt í miðlunum um, at Eyð gunn Samuelsen skuldi skjót­ ast upp sum formaður í Fíggjarnevdini, so var bert hitt eina uppskotið til for­ mann, tá Fíggjarnevndin hevði fund gjáramorgunin. ­ Tað var bert eg í upp­ skoti, og tí kanst tú siga, at eg varð einmælt valdur til for mann í Fíggjarnevndini. Eyð gunn Samuelsen heldur so fram sum næstformaður, sig ur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at flokkarnir jú hava býtt málsøkini, hvør fyrisitur hvat í lands stýri­ num, og hvør hevur hvønn for mans sess í Løgtinginum. ­ Og har hevur Fólka flokk­ urin formanssessin í Fíggjar­ nevndini, og tað er eitt hitt mest grundleggjandi í allari samstarvsavtaluni, tí tað er altíð tað, sum er truplast í øllum sam gongu sam ráð ing­ u num, sigur Jørgen Niclasen. Spurningurin er so, um tað fer at merkjast, at ein nýggjur maður situr á postinum sum fíggjar nevnd­ ar for maður. ­ Fíggjarnevndin hev ur verið eyðkend fyri, at fáa breiðar semjur í Løg tingi­ num, at tað er ein samd nevnd, og at allir flokkar eru við í semjunum. Hinvegin ber so til at siga, at tað ofta hava verið orrustur millum Fíggj ar nevndina øðrumegin og landsstýrið hinumegin, sigur Jørgen Niclasen. Søkja semjur Nýggi fíggjar nevnd ar for­ mað urin sigur, at hann fer at gera alt, hann kann, fyri at halda saman upp á Fíggj ar­ nevnd ina. ­ Eg fari at leggja doyð in á at finna semjur í Fíggj ar­ nevd ini, men eisini at fáa betri samsvar millum viljan hjá Fíggjarnevndini og lands­ stýri num, sigur Jørgen Nicla­ sen. Hann sigur, at av bjóð ing­ ar nar fyri framman er stórar, tó at bert tvey mál í løtuni ligg ja hjá nevndini. ­ Vit skulu longu um tveir mánaðar fáa fíggjar kar mar­ nar samtyktar fyri kom andi ár og fyri komandi fimm árini. Har liggur ein breið politisk semja í Løg tingi num um, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í seinasta lagi í 2015, so tað verður ein avbjóðing, serliga tá vit vita, at langt er millum mein ing­ ar nar u m, hvussu vit náa hes um máli, sigur Jørgen Nicla sen. Størsta uppgávan verð­ ur tí at finna fram til ta semjuna, har helst allir flokk ar skulu vera við. ­ Men tað týdningarmesta er at fáa hallið burtur, og tað er ein stór avbjóðing og ein spennandi av bjóð ing, sigur nýggi fíggjar nevnd ar­ formaðurin, Jørgen Niclasen. At Anfinn Kallsberg hev ur tik ið seg úr politikki merkir, at nýggtj nevnd ar um boð sku­ lu veljast í tær nevndir, har Anfinn Kalls berg hevur um­ boðað Fólka flokkin. Flokk urin valdi gjára morg unin Rodmund Niel s en sum nýggj an løg tings­ grann skoð a ra, og framman und an er greitt, at Jákup Mikkel sen verður nýggjur lim­ ur í Rættarnevndini, með an Heð in Zachariasen verð ur vara­ li mu r í somu nevnd, og enda li­ ga er Jørgen Nicla sen valdur til varalim í Utta n lands nevndini. Leo Poulsen Tað er nýhugsan, tá sjóv ar­ prest ur, Símun P. Jacobsen, tók stig til ein trivnaðardag í kommununi. ­ Talan er um ein al­ men n an dag, har ikki bert strandingar, men øll fólk, sum hava áhuga fyri deg­ num og fyrilestrunum, eru væl komin, sigur Símun P. Jacobsen. Hann hevur sjálvur verið við í fyrireikingini, sum hev­ ur verið ávegis seinastu tveir mánaðarnar, saman við borgarstjóranum, Arthur Jo­ han sen, og umsitingini hjá kommun uni. ­ Vit hava hildið fleiri fundir, og tað eru í høvuðs­ heiti num vit, sum hava fyri­ reik að dagin, men nú upp und ir tiltakið eru sjálvandi nógv fólk við í tí praktiska í sam bandi við tiltakið, sigur Sím un P. Jacobsen. Ætlanin við tiltakinum er ikki, at kommunan ella kirkj­ an skulu trína fram, men held ur at finna út av, um tað finnast nakrar eldsálir í kommununi. Og prestur kenn ir áhuga millum fólk. ­ Nú kom skráin í hvørt hús mikudagin, og eg ken n i, at fólk eru áhugað í til taki­ num. Nógv spyrja og nógv hava sagt seg vilja verða við í tiltakinum, og tá nú tiltakið kem ur út í fjølmiðlunum, verð ur ein vaksandi áhugi, sig ur Símun P. Jacobsen. Afturmelding Spurningurin verður so, hvat verð ur betri við trivnaðinum eftir at daguin er hildin. ­ Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera positivt, at vit hava ein opinleika. Vit kunnu sita í smáum bólkum og halda ym­ iskt, men tað er ikki víst, at alt bygdarfólkið hevur somu meiningar. Við hesum deg­ num fáa vit kanska nøkur nýggj hugskot at arbeiða við, sig ur Símun P. Jacobsen. Hann heldur, at komast má burtur úr lítlu dunnu­ hyljunum, skal nakað spyrj­ ast burtur úr. ­ Ikki fyrr enn tá fáa vit nak að at arbeiða við og kun­ nu betra um trivnaðin, og eg eri rættiliga spentur upp á, hvat tað nakk verða, sigur Sím un P. Jacobsen. Endamálið við degnum er tí líka nógv, at fólk melda aft­ ur til fyrireikararnar. ­ Eg vóni, at fólk ikki halda seg aftur har, og vit ræðast ikki kritikk, bara talan er um kon struk tivan kritikk. Vit eru jú grundleggjandi góð við familjuna, vit eru góð við komm ununa og vit eru góð við kirkjuna, og vilja fegin varð veita tey góðu virðir, vit hava. Men vit vilja eisini kunna spyrja, um vit kunnu gera tað betri, og kunnu vit tað, haldi eg, at vit hava skyldu til tað, sigu Símun P. Jacob sen. Dagurin byrjar við fyri lestri num Trivnaður í familjuni klokkan 14 í bygdar húsi num og aftaná verð ur kaffi og kjak. Hildið verð ur fram klokkan 16 við fyri lestri num Trivnaður í kommun uni, síðani aftur kjak, áðrenn ein døgurðabiti verð ur borðreiddur. Klokkan 18.30 verður so seinasti fyri­ lest ur in sum ber heitið Triv­ nað ur í kirkjuni við fylgjandi kjaki. Tað er Fróði Madsen, sum heldur allar tríggjar fyri lestrar nar og dagurin end ar klokkan 20. Tungar avbjóðingar fyri framman Gjáramorgunin var fundur í Fíggjarnevndini, har einasta mál á skránni var val av formanni. Bert eitt uppskot var, og tað var Jøgren Niclasen. Eyðgunn Samuelsen heldur fram sum næstformaður Jørgen Niclasen er valdur til nýggjan formann í Fíggjarnevdini fyri Anfinn Kallsberg, sum í síðstu viku boðaði frá, at hann gavst í politikki Mynd: Álvur Haraldsen Trivnaðardagar í Sjóvar kommunu Í morgin verða trivnaðardagar í Sjóvar kommunu, har høvuðsdentur verður lagdur á tríggjar fyrilestrar, sum Fróði Madsen fer at halda við heitunum Trivnaður í familjuni, Trivnaður í kommununi og Trivnaður í kirkjuni Fróði Madsen skal halda tríggjar fyrilestrar um trivna á trivnaðardegnum, sum Símun P. Jacobsen, prestur, hevur tikið stig til Mynd: Jens Kristian Vang