fríggjadagur 28. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
16
VIKUSKIFTI
Øði er aftur í grindini, nú heimsatlasið er til viðgerðar, og teir mest særdu
hvalirnir bresta illa við sveivinum, tí teir vilja fløkja fØroyskt upp í danskt
og enskt. men teirra stríð gongur ímóti øllum heimsins logikki. Heimurin
er fullur av fjølbroyttum stavingarhættum, og øll Heimsins lond skriva
Heimsins landanØvn á egnan Hátt. kili verður í verðini stavað bæði Chile, sili,
tili, ZHili, kilai og Xile, tí tjóðir skriva landið, sum tær sjálvar vilja. eru tær
heimfØðiligar? nei, Heimurin er bara so ovurHonds ríkur og spennandi málsliga
Ein hEimur
fullur av
málsligum
fjølbroytni
KroniKK
uni arge
ua@sosialurin.fo
Føroya Skúlabókagrunnur er farin
undir at gera nýtt heimsatlas, og
nýggja verkið skal setast í staðin fyri
atlasið, ið kom út í 1993 og var fyrsta
atlasið á føroyskum yvirhøvur. Eins
og so mangan, tá brotið verður upp úr
nýggjum á føroyskum, stóðst mikið kegl
av verkinum frá 1993. Bondskir atfinn
arar, ið høvdu fingið sínar orðamyndir
úr donskum og enskum lærubókum,
kendu seg brádliga púra vilstar. Kendu
ikki aftur heimin, nú hann í støðum var
føroyskaður, og løgdu tí í vaðið at háða
Føroya Skúlabókagrunn fyri atlasið og
gera tað enn.
Í Eygsjón týsdagin var áhugaverd
samrøða við Magnus Tausen, stjóra á
Vitanar stovninum, sum varðar av Før
oya Skúlabókagrunni. Hann tosaði um
atfinnarar, sum hava sagt, at eitt atlas
skal endurspegla málsliga veruleikan
hjá móttakarunum. Ógvuliga beinrakið
vísti stjórin á, at ein einstakur málsligur
veruleiki finst ikki, tí tað finnast bara
nógvir ymsir veruleikar. Ert tú 80 ár,
hevur tú ein ávísan málsligan veru
leika, ert 55, hevur tú ein annan, og ert
tú 15, hevur tú ein triðja. Hetta kemst
av tíðini, tú veksur upp í, og fyrr í tíðini
vóru lærubøkurnar jú bara á donsk
um. Chile var Chile, og Belgien var
Belgien.
Menningarstarvið í skúlaskipanini
seinastu mongu árini hevur snúð seg um
at skapa nýtt frálærutilfar, tí sera stórur
tørvur var á tí. Lítið og onki var til av
føroyskum tilfari, men nógv nýtt er nú
skapt í fleiri lærugreinum, tó at meira
skal skapast, áðrenn støðan verður
nøktandi. Teir, sum fáa ovurviðkvæmi
av nýmentum føroyskum tilfari og
heldur vilja harmonisera føroyskt við
danskt og enskt, hava als ikki fatað,
hvør menning er farin fram í skúlunum.
Og teir hava higartil heldur ikki víst
minstu virðing fyri hesi menning og
teim um mongu, ið eru ríkað av tí tilfari,
sum lærarar, forløg og onnur lótu úr
hondum.
Men soleiðis kann ganga, tá menn
hanga fastir í farnum tíðum og ikki flyta
høvdið við teirri menning, ið alla tíðina
er. Teirra fatanir verða tíðar vilstar,
og eru summir teirra ikki akkurát
tíðarvilstir, so man herferð teirra bara
vera eitt mentanarpolitiskt álop á før
oyskan málnorm, tí hesir menn rætt og
slætt hugsa danskt, hóast teir finnast
at á føroyskum. Hesin mentanar ligi
klovningur er í sjálvum sær áhuga
verdur, men lat nú hann fara. Vil bara
við hesi kronikk vísa á, at Rolf Guttesen,
tann kanska mest tíðarvilsti atfinnarin,
pellar illa, tá hann rør framundir, at
før oyingar eru nakrir nationalistiskir
heim føðingar.
Skriva á egnan hátt
Tí veruleikin er, at øll lond og allar tjóðir
eru nationalistiskir heimføðingar, um
vit nú skulu brúka hesa terminologi um
tað, sum fyriferst í heiminum málsliga.
Gamaní eiga vit í verðini nøkur stór og
nógv útbreidd mál, sum nógv duga, og
sum eru sera góð at duga. Enskt er eitt
teirra, franskt er eitt annað. Flestu onn
ur mál eru nógv minni og verða røkt
væl og virðiliga, eins og føroyskt hevur
verið røkt, síðan málið varð endurreist.
Og á øllum heimsins málum verða orð
sett á heimin, ikki eftir danskari ella
ensk ari fyrimynd, men samsvarandi
mál norminum hjá einstøku londunum
og tjóðunum.
Eitt frálíkt yvirlit hjá Wikipedia á
netinum vísir sera væl, hvussu ómeta
liga fjølbroyttur og spennandi heimurin
er, tá umræður at skriva heimsins
landa nøvn. Staðfestast kann, at tá um
ræður at stava landanøvn, finst ongin
standardi serandi meginregla yvirhøvur.
Tvørtur ímóti er tann herligi ruðuleiki
galdandi, at lond skriva fullkomiliga
ymiskt. Hitt so nógv umrødda orðið
Chile verður skrivað Chile nógvastaðni,
men í Føroyum og Albania stavast tað
Kili, í Hollandi skrivast tað Chili, á
turk iskum Sili, á filipinskum Tsili og
á katalanskum Zhili. Í Wales stavast
landið Xile. Og aðrastaðni skrivast tað
Chiri, Kilai og Tsiili.
Hugsa vit okkum, at atfinnararnir at
føroyska heimsatlasinum skuldu farið
og standardiserað øll heimsins mál
eftir danskari og enskari fyrimynd, so
er púra vist, at uppgávan hevði verið
møti mikil. Ja, spurningurin er, um fólk
ikki høvdu fingið láturkrampa av teim
um, tí veruleikin er jú, at ongin makt
í verðini kann standardisera heimsins
mál og mentanir, og ongin eigur heldur
at sleppa at gera tað. Mentanarligt og
mál sligt fjøl broytni ríkar okkum øll,
letur upp nýggjar heimar, fær øðrvísi
list, tankar og hugskot at blóma og
kann eisini víðka sjónarringin hjá
tekno kratiskum faknørdum, ið vilja
einshátta menn iskju aleina av prak
tisk um orsøkum.
Føroyskt er eins og øll onnur mál ein
gáva til fjølbroytnið í heiminum, men
føroyskt er ikki bara tað. Føroyskt er
hjarta slátturin í samleikanum hjá før
oyingum, og júst av hesi orsøk hava vit í
Føroyum ótroyttiliga stríðst og strevast
fyri at varðveita okkara mál, menna
tað, víðka tað og gera tað nýtiligt á
øll um samfelagsrókum. Føroyskt er
okk ara meginmál, fremsta málið, sum
vit skilja hini málini ígjøgnum, og við
føroysk um læra vit danskt, enskt og