fríggjadagur 28. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
18
Sosialurin
Jan Müller
Í mong ár hava føroyingar
verið við til at manna bæði
fiski- og handilsflotar kring
heimin og kann sigast, at
Føroyar við hesum hava
fingið eitt stórt “know how”
innan sjóøkið. Føroyingar eru
kendir fyri sín dugnaskap
og trúðskap, og tí finna vit
eisini føroyingar á mangari
skipabrúgv úti í heimi.
Men tað eru eisini aðrar
vinnur, har føroyingar eru
farnir at gera um seg. Ein
teirra er flogvinna, sum av
góðum grundum ikki er
eins gomul sum sjóvinnan.
Kortini hevur henda lutvíst
nýggja vinna uppalt mangan
føroyskan flogskipara og
flúgva hesir í dag ikki bara
í Føroyum, men mest sum
alla staðni á knøttinum, um í
minni málistokki enn innan
sigling. Í dag flúgva føroyskir
tyrluskiparar,
umframt
í
Føroyum, eisini í Danmark,
Noregi, Finlandi, Grønlandi,
Miðeystri, Afrika, Canada,
USA og helst aðrastaðni við.
Primert verður nokk flogið
innan frálandavinnuna, men
tó so, so eru fleiri vinnur, ið
líkjast teimum í Føroyum.
Tráða eftir tí ókenda
Hvat tað er, ið fær føroyingar
at leita uttanlands er ikki
altíð so lætt at greiða frá. Vit
hava sett klaksvíkinginum
Fróða Waag, tyrluskipara
henda spurning. Hann sigur,
at ein orsøkin er ein tráðan
eftir tí ókenda, ella eftir at
uppliva nakað øðrvísi og nýtt.
Tó at tú í Føroyum hevur eitt
sera varierað arbeiðsumráði,
ið tú nokk ikki finnur manga
staðni í heiminum, tvs. at
somu pilotar oftani flúgva alt
frá SAR (leiting og bjarging),
HEMS, (sjúkraflutning), sling,
rutuflúgving, charter og Off-
shore, so er umráðið kortini
avmarkað reint geografiskt.
Hetta kann tí, saman við tí
sannroynd at vit altíð tráða
eftir at síggja, hvussu onnur
avgreiða somu uppgávur, føra
við sær, at tyrluskiparar leita
út í onnur lond at nema sær
royndir. Um ikki annað í eitt
stytri ella longri tíðarskeið.
Fróði Waag sigur, at hann
sjálvur hevur fingið møgu-
leikan at gera hetta, tá hann
í 2008, gjøgnum farloyvi,
var í Qatar í Miðeystri, har
hann fekk eina hilling av,
hvussu ein frálandavinna
við 40 flúgvingum um dagin
fungerar reint operationelt.
– Sjálvt um vit heima
halda okkum duga okkara
ting, minst líka so gott
sum nakar annar, so er
tað ein sannroynd, at vit
altíð kunna gera tingini
betri. Og her koma tílíkar
uttanlandsroyndir væl við.
Nakað annað er so, at hitt
felagið jú eisini fær nakað
burturúr, við tað at vit jú
eisini ”bidraga” við okkara
”visión” um, hvussu tingini
áttu at verið gjørd.
Bel Air Aviation
Á várið í 2010 gjørdi Fróði
av, at hann aftur vildi út um
landoddarnar
at
arbeiða.
Hesa ferðina gekk leiðin
til Danmarkar, har hann
fekk arbeiði hjá Bel Air
Aviation. Sum áður, so legði
hann seg eftir at síggja,
hvussu flúgving innan frá -
landavinnuna gekk fyri seg.
Hesuferð í Norðsjónum, ið
er nakað øðrvísi enn Pers-
eraflógvin. Hann fekk sam-
band við Bel Air gjøgnum
fyrr v erandi starvsfelaga sín,
Hans Erik Jakobsen, ið eisini
arbeiddi
hjá
áðurnevnda
felag.
Bel Air hevði um tað
mund ið útvegað sær eina
Agusta Westland 139 tyrlu,
av sama slag sum ta tyrl-
una Atlantsflog átti men
sum varð seld til eitt týskt
felag. Hendan tyrlan sigst
verða framtíðin innan frá-
landaflúgving, tí hon, um-
framt at vera sera rúmlig og
skjót, eisini hevur sera góða
motororku og tískil orkar sera
væl. Hon er framvegis nýggj í
tyrluhøpi, men longu nú sær
man flestu feløg í heiminum
innan frálandavinnuna vísa
AW139 stórsta áhuga.
Í dag arbeiða fýra føroy-
ingar hjá Bel Air Aviation.
Teir eru Hans Erik Jakobsen,
Tyrluskiparar
brynja seg
Til føroyska
frálandavinnu
Flogvinna Føroyskir tyrluskiparar hava flogið við so at siga øllum avbjóðingum. Frá oyðimarkarumráðum
í Miðeystri til kavakløddu firðirnar í Grønlandi. Føroyingar eiga tí allan kunnleikan til eina møguliga komandi
frálandavinnu í Føroyum, skuldi hetta blivið veruleiki í nærmastu framtíð heldur Fróði Waag, tyrluskipari.
Í 2008 vóru fleiri føroyingar ífrálandaflúgving í Miðeystri. Her avmyndaðir í Doha: Frá
vinstru: Fróði Poulsen, Hans Erik Jakobsen, Fróði Waag og Óli Reynskor