fríggjadagur 28. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
17
VIKUSKIFTI
onnur mál. Men søgan sigur okkum,
at av tí, at føroyskt var so fløkt upp í
danskt, mundi tað doyð út, og tí skriv
aði Svabo sína víðagitnu orðabók í 1790.
Bara tilvitað menning seinni bjargaði
málinum.
Víðfevndar avleiðingar
Við hesum í huga er tað óskiljandi, at
nakar nú tivitað vil fløkja danskt og
enskt upp í føroyskt. Ikki ein einasti
atfinnari at nýmenningini í føroyskum
og atlasinum frá 1993 hevur greitt frá,
hvussu vorðið verður við stavsetingini
í skúlunum, um alskyns fremmandir
stavir verða proppaðir í føroyska stav
raðið. Ikki ein einasti teirra hevur víst á,
hvussu nýmenningin í føroyskum kann
halda fram, um føroyskt bara verður
eitt hjálparleyst avrit av donskum og
ensk um. Ikki ein einasti hevur víst á,
hvussu ætlanin er at broyta orðabøkur,
frá lærutilfar og undirvísingarhættir,
so hesi amboð verða pedagogiskt for
svarlig at lata børnum og ungum, sum
í dag læra at skriva eftir verandi stav
setingarreglum.
Hví man hetta vera? Mín varhugi
er, at uppbyggjandi starv er ikki teirra
endamál. Teirra mál er provokatión,
polemikkur og sarkasma, ja, vanligt
balladumakarí. Soleiðis var lagið eisini
í 80'unum og 90'unum, tá málrøktarfólk
árla og síðla vórðu útspilt í bløðunum.
Saman við nøkrum fáum fjepparum,
ið eru lagstir aftrat kórinum, halda
atfinnararnir í dag fram við somu
pástandum um kúgandi málreinsing
og nationalistiskan heimføðiskap.
Men tá nú øll mál í verðini seta orð á
lond á egnan hátt, so mugu øll fólk í
verðini vera líka stórir nationalistiskir
heim føðingar, ið onki hava skilt, fyrr
enn teirra mál er fløkt upp í danskt og
enskt. Ella hvussu man logikkurin nú
vera?
Tak til dømis orðið Kina. Skulu vit
kanska bara skriva tað China? So leiðis
verður tað skrivað á enskum, hollendsk
um og týskum, og eru vit ikki avbyrgd,
um vit ikki skriva tað so? Nei, als ikki, tí
eins og vit stava fólk í Albania, Bosnia,
Kroatia, Danmark og Norra navnið
Kina. Í Slovenia eitur landið Kitajska,
í Armenia eitur tað Chinastan, og í
Frak landi skriva tey Chine. Og hvussu
man vera við Kuba? Eru vit innilæstir
heim føðingar, tí vit í Føroyum skriva
tað við k? Nei, heldur ikki, tí tað gera
eisini albanar, kroatar, týskarar, litavar,
ungarar, serbar, hvítarussarar, sviar og
mong onnur. Men ikki danskarar, tí teir
skriva Cuba, og friður verður við tí.
Hygg so at, hvussu heimsins lond
skriva Danmark, ið jú skrivast Danmark
á donskum og tí sambært útsagnum
hjá Rolf Guttesen verður skrivað Dan
mark um allan heim. Nei, so er ikki,
tí í Rumenia skriva tey Danemarca, í
Georgia skrivast landið Dania, í Serbia
siga tey Danska, í Hollandi kalla tey
landið Dene marken, og í Estlandi
skriva tey Taani. Estar skuldu skammað
seg, at teir á hendan hátt brúka sín
egna hátt at seta orð á Danmark, og
heldur enn at plágað lívið av Føroya
Skúla bókagrunni kundu atfinnararnir
um hugsað at farið og hartað estiska
skúla bóka bókagrunnin fyri at skriva
estiskt í síni atlas.
Navnagáva við máta
Orðaskiftið um Heimsatlasið gekk
eis ini lystiliga í mai mánaði í fjør, tá
Før oya Skúlabókagrunnur skipaði fyri
kjakfundi í Miðlahúsinum. Har greiddu
fólkaskúlalærarar frá, hvussu væl tað
hevur eydnast at undirvísa børnum
í landa læru við føroyskum tilfari.
Hetta hevur ikki bara verið gjørt við
heims atlasinum frá 1993, men eisini
frálíku bókini Heimurin frá 1990, har
heim urin eisini er føroyskaður, tó
at hetta er farið heilt aftur við borð
inum hjá Rolf Guttesen og øðrum, tí
teir fylgja jú ikki við, hvat hendir á
skúla økinum, men tykjast liva í einum
keypmannahavnskum veruleika frá
umleið 1977.
Tó einum hava atfinnararnir at
at lasinum frá 1993 rætt í. Sumt av tí,
ið gjørt varð, var óheppið. Orð sum
Burgundar hólmur, Sikiloy, Bjørgvin,
Høvda staður og Grønhøvdaoyggjar
vóru ikki væl vald. Summi teirra vórðu
ov lættliga tikin úr íslendskum og flutt
yvir í føroyskt, og tey geva ikki mein ing
hjá øðrum enn teimum, sum hava stóran
søguligan og málsligan kunnleika. Tí
átti heldur at verið skrivað Bornholm,
Sisilia, Bergen, Cape Town og Kapp
Verde. Onki forðar okkum í at gera av,
at í atlasinum skriva vit sum útgangs
støði føroyskt, so norðurlendskt, síðan
enskt og so eftir staviháttinum lokalt,
tí soleiðis gera øll lond.
Sjálvsagt er tí, at vit í nýggja atlasið
skriva t.d. Århus, tí soleiðis eitur býurin
á donskum og á mannamunni millum
føroy ingar. Eisini eiga vit at hava so
frægt av virðing fyri navninum Dan
mark, at vit bara kalla tað Danmark
og ikki Danmørk, tí tá velja vit bara
danska heitið heldur enn málsliga
rætta føroyska heitið. Føroyingar siga
jú Danmark og onki annað. Men tá vit
skriva Amerika, skriva vit tað sjálv andi
við k og ikki America við c, tí so leiðis
skriva vit orðið eftir føroyskum stav
setingar reglum. Har ráðiligt ikki er at
nerta ikoniska stovnin í orðinum, t.d.
Chicago, skriva vit Chicago á enskum.
Vit mugu bara ikki billa okkum sjálv
um inn, at tann stavsetingin er før oysk,
tí tað er hon ikki.
Øll heimsins lond skriva heimsins landanøvn á egnan hátt. Eitt nú verður Kili stavað
bæði Chile, Sili, Tili, Zhili, Kilai og Xile, tí tjóðir skriva, sum tær sjálvar vilja
IllustratIón: SoSialurin