fríggjadagur 28. januar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
Sosialurin
Kaldir kennast oss nú vindar,
havsins andadráttur við,
syrgið suðar lot um tindar
oman dal til havsins sig.
Stutt er leið frá kúr’ til kæti,
mansins virkna æviskeið,
frá hans lív í mekt og mæti
til hann síðsta stig sítt steig.
----
Vit við tær í vinnu vóru,
har tú vísur okkum vart,
tá vit saman byrðar bóru,
bart tú altíð væl tín part.
Minnast teg for røður góðu,
tú so mangan bar við borð,
har mong mál til viðgerð lógu,
sum væl greiddust við títt orð.
Tú vart millum oss hin knái,
sum tað trupla aldri sá,
hollur altíð oss í ráði,
mangan loysn vár hjá tær lá.
Fryntligur, við kátum merki,
alvarsamur tá tað galt,
trúfastur í orð og verki,
vinur góður yvir alt.
----
Økisferðavinnuráðið,
virðir teg for tað, tú var,
hjartans tøkk frá oss tú fái,
at tú verk várt við oss bar.
Tíni øll Várharra varði,
nú tú fórst um evsta lið,
til eitt bú í hægri garði:
“Góði vinur, hvíl í frið”.
Vit í økisferðavinnufelagnum í Eysturoy
Andreas Poulsen
18. 06.1960 – 21.01.2011
in memoriam
Frá 16. - 19. februar 2011 fær
parkinsonfelagið
vitjan
av Tove Henriksen, ið er
neuro logur
á
Bispebjerg
sjúkra húsi við sergrein í
parkinsonsjúku.
Í samband við vitjanina
verða tveir evnisdagar. 17.
februar er tað FÁG 4, sum er
undirfelag fyri sjúkra røkt-
arfrøðingar innan eldraøkið,
ið skipar fyri.
Dagurin byrjar kl. 9 og
endar klokkan 16 og er ætlaður
sjúkrarøktarfrøðingum,
fysio tera peutum og ergotera-
peutum.
18. februar er tað parkin-
sonfelagið, sum skipar fyri.
Dagurin byrjar klokkan 9
og endar klokkan 13:30 og
er ætlaður limum felagsins,
røktarstarvsfólki og øðrum
áhugaðum, sigur nevndin í
Parkinsonfelagnum.
Neurologur vitjar Parkinsonfelagið