fríggjadagur 28. januar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eydna Skaale
Jóna rasmussen á
Galerie Focus
28.jan hevur Jóna rasmussen fernisering á Galarie Focus. Ferniseringin er fríggjadagin
28. januar frá 16.00 - 18.00, men til ber at vitja sýningina heilt fram til 10. februar.
Framsýning við Jónu rasmussen í galerie
Focus Frá 28. Januar til 10. Februar.
Finalan í hm
hondbólti
sunnudagin 30. januar endar
heimsmeistarakappingin í hondbólti, sum seinastu
vikurnar hevur verið hildin í malmø í svøríki.
Fríggjakvøldið 28. januar verður avgjørt hvørji lið
skulu hittast í finaluni. hálvfinalurnar eru ímillum
svøríki og Frakland øðrumegin og danmark og
spania hinumegin. tað er sostatt møguligt,
um enn kanska ikki so trúligt, at finalan verður
skandinavisk, og at grannalondini danmark og
svøríki skulu spæla um heimsmeistaraheiðurin.
londini, ið ikki koma í finaluna, spæla um bronsuna
seinnapartin sunnudagin, beint áðrenn finaluna.
Hm-Finalan í Hondbólti
sunnukvøldið 30. Januar kl 18.00
Ævintýrið um
rapunzel í
havnar bio
Filmurin, við danska heitinum "to på flugt",
lovar spenning og fulla ferð frá byrjan
til enda. Filmurin, sum er ein animeraður
musical-skemtifilmur í 3d, snýr seg um
rapunzel við tí síða, gula hárinum. hon
verður læst inni í einum slotti, men tá
hon gerst tannáringur leingist henni út úr
torninum, og hon roynir tí at flýggja saman
við vini sínum.
to på Flugt - Frumsýning
3. Februar í Havnar bio
lúsakríGGJ
31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur -
bæði í Føroyum og øðrum norðanlondum. lýs eru
ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn,
og hetta afturvendandi tiltakið nevnist lúsakríggj.
Fyri at basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða
kannað sama dag. í tí sambandi heita Gigni og
apotekið um at kemba øllum børnum 31. januar
2011, soleiðis, at lúsakríggið kann vinnast.
kunning um lús, smittu, viðgerð og kembing liggur
á http://www.gigni.fo/ og http://www.apotek.fo/
lúsadagur 31. Januar í
øllum norðurlondum
nýGGJa aFrika - innsavninG 2011
svf samsendir við dr, tá stóra innsavningin "nýggja afrika" verður leygarkvøldið. í ár er
ætlanin at peningurin skal fara til tey ungu í afrika, so tey fáa eina útbúgving, sum gevur
teimum møguleika og áræði at skapa tað nýggja afrika. Felix schmidt og puk elgaard skipa
fyri sjónvarpshowinum, sum verður sent beinleiðis úr carlsbergbýnum. nógv undirhald verður
at síggja, sum kann eggja hyggjarunum til at lata pening til innsavningina.
svF leygarkvøldið 29.01 kl 18. 05
vetrarJazzur
leyGardaGin
leygardagin 29. januar er seinasti dagurin
av tiltakinum "vetrarjazzur", og nógv
forvitnisligt er á skránni.
kl 11.30 eru tað Gudmund mortensen,
herluf lützen og agnar lamhauge í havnar
kirkju. kl 16.00 hevur Jensina olsen
barnajazz í norðurlandahúsinum.
kl 19.30 verður vocal Jazz í
norðurlandahúsinum og tey, sum luttaka
eru: Jensia højgaard dam, James olsen,
rókur Jákupsson Jacobsen, unn paturson,
anna marie olsen, lena andersen og rógvi á
rógvu band, a blue Journey
kl 21 verður Froðbiar sóknar blues orkestur
á hvonn
og tiltakið endar við framførslu av bendar
spónir, Jarnbrot og svangir seyðira marco
polo kl 22.30
vetrarJazzur endar
leygardagin 29. Januar
JóGvan í
íslendska
Grand prixnum
leygarkvøldið 29. januar fer Jógvan
hansen enn einaferð at royna seg í
íslendska Grand prixnum. í fjør gjørdist
hann nummar tvey, men í ár ætlar hann sær
at vinna. Jógvan hansen hevur sjálvur verið
við til at skrivað sangin, hann skal luttaka
við, og hann er bæði meiri lívligur og verri at
syngja, enn sangurin í fjør var.
tveir sangir frá hvørjum innleiðandi umfari
koma viðari til finaluna, og umfarið 29.
januar er tað seinasta innleiðandi
umfarið. Finalan verður 12.
februar
Føroysk luttøka í ís-
lendska grand prix-
num 29. Januar