fríggjadagur 28. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
24
Sosialurin
Sunnudagin 29-01-61 søgdu
Anna Juul Hansen og Høgni
Thomsen ja til hvønn annan.
Man má siga at 50 ár eru ikki
50 dagar og nógv vatn er
runnið í ánni síðani tá.
Anna er dóttir til post-
meistaran, Jens Hansen, og
tá Jens helt gavst við posti,
tóku tey bæði yvir, og hetta
hevur veri eitt lívsstarv hjá
teimum.
Eisini hava tey dámað væl
sang og hava sungið í kóri í
mong ár samstundis, sum tey
hava dansað føroyskan dans,
har tey hava ferðast runt,
bæði í Føroyum og øðrum
londum.
Høgni hann hevur siglt í
nógv ár, meðan Anna hevur
hildið hús í heimabygdini. Tey
eru vælsignað við tveimum
synum, sum báðir eru giftir,
og tilsamans eiga tey seks
ommu- og abbabørn.
Sigast má, at tey hava
hildið sítt lyfti, tí leygardagin
29-01-11 hava tey gullbrúðleyp,
og hetta verður hildið í
Nólsoy í Magnusarstovu frá
klokkan 17.
Leygardagin kunnu hjúnini
Anna Juul og Høgni Thomsen
í Nólsoy halda gullbrúdleyp.
Hetta hátíðarhald er færri
og færri hjúnum unt, men
Anna og Høgni hava altíð
hoyrt saman.
Tey hava upp gjøgnum
árini verið nógv við í bygd-
arlívinum, og serliga tá dans
og sang umræður, hava tey
verið hollir stuðlar.
Bæði hava stóran áhuga
fyri føroyskum dansi og
eru fastir fúsir í upp- og
niðurgangstíðum hjá dansi-
felagnum í Nólsoy. Eisini tá
tað kemur til fólkadans eru
tey bæði dyggir stuðlar, tó at
tað nú eru nøkur ár síðani, at
tað felagið var aktivt.
Í heila tikið seta tey
ment anina høgt, og Anna
er
grundstuðulin
undir
fornminnisfelagnum í Nóls-
oy. Flaggskipið, Brunnhúsini,
høvdu ikki verið tann drag-
andi megin uttan Onnu.
Høgni í sínum lag hevur
verið sjónleikinum í Nólsoy
trúgvur, og eigur mangar og
drúgvar løtur á palli, bæði í
heimbygdini og kring landið,
og hóast hann ikki er nakar
ársungi longur er einki at
ivast í, at hann kundi verið
lokkaður at tikið eitt tørn
aftrat á palli.
Men fram um alt er Høgni
fróðarmaður. Hann kennir
væl søguna í Nólsoy og veit
frá nógvum at siga. Tað veit
Anna fyri so vítt eisini. Hon
hevur á mangan hátt givið
sítt ískoyti til mentanina,
ikki minst tá tað um føroyska
búnan ræður, tí hon er til-
tikin seymikona.
Eitt annað, sum eyðkennir
gullbrúðarparið, er teirra
lítillætni. Dáma einki at
gera nakað hóvasták burtur
úr sær. Men fyri líkasum
at undirstrika alskni til
mentanina og tað forna hava
tey avgjørt, at hátíðarhalda
dagin í Magnusarstovu, sum
er barnaheimið hjá Onnu.
Hesi gomlu húsini eru varð-
veitt í upprunastíli og hava
ofta verið karmurin um
ment anartiltøk av ymsum
slag.
Sum so mangur annar
bygdarmaður hevur Høgni
seyð sum ítriv, og tað er
náttúr ligt, tí hann kemur úr
tí man kann kalla bóndahúsi.
Og nú synirnir báðir eru
floygdir og farnir av rókini,
er Sjeff – hundurin av óbe-
stemmiligum puddilslag – ein
sentralur partur av ger andis-
degnum.
Einki er at ivast í, at fleiri
fara at nýta høvið at støkka
framvið
Magnusarstovu
leyg arkvøldið, og tað sig-
ur seg næstan sjálvt, at tey
bæði verða meiri ella minni
fornermað, verður brúðar-
vísan ikki havd á lofti.
Eg fari í hvussu er at
ynskja
teimum
báðum
hjarta liga tillukku við gull-
brúd leypsdegnum og vóni, at
tey eiga mong og eydnurík ár
fyri framman.
Leo Poulsen
Nøvn
Drigið somu línu í 50 ár
Gullbrúðarparið Thomsen í Nólsoy
Í hesum døgum sýnir
Báður Jákupsson, lista-
maður, fram olju- og
vatn litsmálningar
í
Lista høll ini
á
Skipa-
smiðj uni í Havn.
Framsýningni
hjá
Bárði Jákupssyni lætupp
sunnu0dagin, og hon
verður opin fram til 13.
februar. Hetta er aðru
ferð, at Báður Jákupsson
sýnir fram einsamallur í
Listahøllini, har fleiri
onnur listafólk eisini
javnan sýna fram.
Hesaferð
er
talan
um stóra framsýning
av oljumálningum og
vatnlitamálningum.
Framsýningin er opin
fríggjadag til sunnudag
frá klokkan 14 til 18 og
mikudag frá klokkan 17
til 20.
Bárður
Jákupsson
sýnir fram í
Listahøllini