fríggjadagur 28. januar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
Sosialurin
Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo
Endamálið hjá Formula er at skapa meir-
virði fyri kundan. At skapa meirvirði fyri
kundan krevur munagóða samskipan, og tí
søkja vit nú eftir enn einum samskipara.
Starvsøkið fevnir um at samskipa uppgávur
innanhýsis og mótvegis kundunum. Tú kemur at
samstarva við forritarum, ráðgevum og kundum, tá
ið nýggjar loysnir skulu mennast og setast í verk.
Tú ert fyrikomandi, hevur lætt við at tosa við fólk
og ert álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn
trupulleikar og arbeiðir sjálvstøðugt og
málrættað.
Tú hevur royndir innan bókhald, og kunnleiki til
Microsoft Dynamics NAV er ein fyrimunur.
Tú verður ein partur av deildini Søla & Samskipan.
Arbeiðsumhvørvið er spennandi, har arbeitt verður
tvørtur um fakmørk, og har fakligu avbjóðingarnar
eru í hásæti. Á deildini hava vit nógv um at vera,
og tí skalt tú kunna hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning, og
vit bjóða kappingarføra løn, sum verður ásett eftir
royndum og útbúgving.
Umsóknin við prógvum skal sendast til
Maju Højgaard Jakobsen á teldupostadressu
mja@formula.fo.
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda
ein teldupost til áðurnevndu teldupostadressu.
Umsóknarfreistin er 14. februar 2011.
Formula søkir
eftir samskipara
FÍGGJARLEIÐARI
til Rúsdrekkasølu Landsins
Útbúgving og førleikar
2tú hevur leiðsluroyndir og royndir við at stýra eini fíggjardeild
2tú hevur hægri útbúgving í búskapi
22tú hevur hollar royndir við fíggjarstýring og fíggjarætlanum í Navision
2tú hevur innlit í viðkomandi lógir og reglugerðir
2tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga
Persónligir eginleikar
2tú hevur eitt skipað arbeiðslag
2tú vísir ábyrgd og hevur dirvi at taka avgerðir
2tú sýnir virkisfýsni og víðskygni
2tú dugir at raðfesta og at halda ásettar freistir
2tú hevur jaligan hugburð og ert liðspælari
Til rætta fólkið bjóða vit eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv á
eini landsfyritøku, sum er í støguðari broyting. Tú fært sera góðar møgu-
leikar fyri bæði fakligari og persónligari menning.
Løn og setanartreytir
eru sambært sáttmála millum Búskapar- og løgfrøðingafelagið og
Fíggjarmálaráðið. Starvið hevur eina royndartíð á 6 mánaðir.
Send tína umsókn
við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum við teldubrævi til
emo@rusan.fo ella við vanligum brævi til Rúsdrekkasølu Landsins,
Postboks 3069, FO 110 Tórshavn, att: Elsa Maria Holm Olsen.
Skriva frámerkið ”Fíggjarleiðari” uttan á vanliga brævið.
Umsóknarfreistin er týsdagin 15. februar 2011 kl. 12.
Rúsdrekkasøla Landsins søkir eftir fíggjarleiðari. Landsfyritøkan
hevur spennandi avbjóðingar og menningarmøguleikar fyri
framman, og tú fært týðandi leiklut í strategisku framstigum
okkara. Tú verður við í leiðslubólkinum og vísir beinleiðis
til stjóran.
Fíggjardeildin hevur ábyrgd av øllum fíggjarviðurskiftum hjá
Rúsdrekkasøluni. Deildin stendur fyri grundleggjandi upp-
gávum sum roknskapum, fíggjarætlanum, fíggjarstýring og
frágreiðingum. Deildin hevur eisini um hendi tey krøv, sum
áløgd eru landsfyritøkuni í sambandi við almenna fyrisiting.