Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 Sosialurin Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Endamálið hjá Formula er at skapa meir- virði fyri kundan. At skapa meirvirði fyri kundan krevur munagóða samskipan, og tí søkja vit nú eftir enn einum samskipara. Starvsøkið fevnir um at samskipa uppgávur innanhýsis og mótvegis kundunum. Tú kemur at samstarva við forritarum, ráðgevum og kundum, tá ið nýggjar loysnir skulu mennast og setast í verk. Tú ert fyrikomandi, hevur lætt við at tosa við fólk og ert álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar og arbeiðir sjálvstøðugt og málrættað. Tú hevur royndir innan bókhald, og kunnleiki til Microsoft Dynamics NAV er ein fyrimunur. Tú verður ein partur av deildini Søla & Samskipan. Arbeiðsumhvørvið er spennandi, har arbeitt verður tvørtur um fakmørk, og har fakligu avbjóðingarnar eru í hásæti. Á deildini hava vit nógv um at vera, og tí skalt tú kunna hava fleiri bóltar í luftini í senn. Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning, og vit bjóða kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Umsóknin við prógvum skal sendast til Maju Højgaard Jakobsen á teldupostadressu mja@formula.fo. Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til áðurnevndu teldupostadressu. Umsóknarfreistin er 14. februar 2011. Formula søkir eftir samskipara FÍGGJARLEIÐARI til Rúsdrekkasølu Landsins Útbúgving og førleikar 2tú hevur leiðsluroyndir og royndir við at stýra eini fíggjardeild 2tú hevur hægri útbúgving í búskapi 22tú hevur hollar royndir við fíggjarstýring og fíggjarætlanum í Navision 2tú hevur innlit í viðkomandi lógir og reglugerðir 2tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga Persónligir eginleikar 2tú hevur eitt skipað arbeiðslag 2tú vísir ábyrgd og hevur dirvi at taka avgerðir 2tú sýnir virkisfýsni og víðskygni 2tú dugir at raðfesta og at halda ásettar freistir 2tú hevur jaligan hugburð og ert liðspælari Til rætta fólkið bjóða vit eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv á eini landsfyritøku, sum er í støguðari broyting. Tú fært sera góðar møgu- leikar fyri bæði fakligari og persónligari menning. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Búskapar- og løgfrøðingafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið hevur eina royndartíð á 6 mánaðir. Send tína umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum við teldubrævi til emo@rusan.fo ella við vanligum brævi til Rúsdrekkasølu Landsins, Postboks 3069, FO 110 Tórshavn, att: Elsa Maria Holm Olsen. Skriva frámerkið ”Fíggjarleiðari” uttan á vanliga brævið. Umsóknarfreistin er týsdagin 15. februar 2011 kl. 12. Rúsdrekkasøla Landsins søkir eftir fíggjarleiðari. Landsfyritøkan hevur spennandi avbjóðingar og menningarmøguleikar fyri framman, og tú fært týðandi leiklut í strategisku framstigum okkara. Tú verður við í leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til stjóran. Fíggjardeildin hevur ábyrgd av øllum fíggjarviðurskiftum hjá Rúsdrekkasøluni. Deildin stendur fyri grundleggjandi upp- gávum sum roknskapum, fíggjarætlanum, fíggjarstýring og frágreiðingum. Deildin hevur eisini um hendi tey krøv, sum áløgd eru landsfyritøkuni í sambandi við almenna fyrisiting.