Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 12 · 28. januar 2011 5 VIKUSKIFTI men at halda seg í ílatinum var ov nógv at krevja, sigur Tróndur skemtandi. – Eitt dømi um, hvussu pengagrískur og manipulerandi Popoff er, er nevniliga hansara framferð við vatninum. Sjálvt vatnið er ókeypis, so tú kanst fáa tað uttan nakað. Men fyri at vatnið skal hava nakra kraft, so má man gera eina lýdnisgerð í trúgv fyri Gud. Og tann lýdnisgerðin er – yvirraskandi nokk – at senda Popoff pengar. Persónlig brøv sum eru eins Saman við vatninum sendi Peter Popoff eisini brøv. – Brøvini eru ótrúliga manipulerandi og ritualistiskt skrivað. Hann sendir eisini eina vegleiðing í at lesa brævið, har hann vísir á, hvat skal lesast fyrst, næst og síðst. Typiskt byrjar hann brøvini við einum skriftbroti, og tað eru altíð skriftbrot, ið snúgva seg um peng ar. Ofta tekur hann eisini onnur brot og vendir og snarar teimum, so tey eis ini koma at handla um pengar, og um hvussu Gud ynskir, at tú skalt vera ríkur. – Síðani byggir hann á hesi versini, har hann skrivar fleiri síður um, hvussu Gud bara ynskir at signa teg á allan hátt. Um tú er ein góðtrúgvandi sál, er tað ótrúliga lætt at verða smikraður og rivin við av hansara retorikki. Til síðst endar hann við at siga, at um man ynskir allar hesar signingarnar, so má man vera lýðin móti Gudi og donera til Hansara verk, sum jú sjálvsagt er Popoffsa verk, sigur Tróndur. – Men Popoff er ógvuliga skjótur at skoyta uppí, at pengarnir verða givnir mær 100 ferðir aftur. So um man gevur 30$, skal man fáa 3.000$ aftur – við garanti. Eg fái gásarhold av hesum. – Brævið er skrivað við tveimum ymiskum skriftum. Umleið helvtin er skrivað við vanligari telduskrift, meðan hin helvtin er skrivað við »hond«. Tað vil siga, at Popoff vil geva tað inn­ trykk ið, at hann persónliga hevur lagt tíð og orku í at skriva mær mítt heilt egna persónliga bræv. Hann brúk ­ ar eisini vendingar sum »Petur« and »Brother á Geilini« fyri at geva eyka tyngd. Trupulleikin er bara, at um man hyggur nágreiniliga eftir, so sær man at hondskriftin er skrivað við teldu. Haraftrat vóru bæði tekstur og skrift full komiliga identisk í báðum brøv­ unum hjá Tróndi og mær, sigur Petur. Setir kristindómin í eitt ringt ljós – Tíverri vísir tað seg ofta, at tað skal bara ein persónur til fyri at seta onnur fólk í ringt ljós – og í hesum før inum sera ringt ljós. Vit hava sæð tað gjøgn­ um allar tíðir – eisini í Føroyum – at slíkt hendir. Tá fólk, sum vita lítið um kristindóm, síggja ein mann sum Peter Popoff, eru tað stór sannlíkindi fyri, at tey halda, at hetta er tað, sum kristindómurin snýr seg um. At kristin­ dómur snýr seg um gull, grøðing og grønar skógir. Tá tað so vísir seg, at fólk ikki verða grødd ella rík, munnu tað vera mong, ið rista við høvdinum og forkasta kristindómin, sigur Petur. – Hetta er pervers neyðtøka av kristin dóminum, har Popoff uppá tað fúl asta misbrúkar alt tað góða og vakra í kristindóminum til egnan vinning. Álvaratos, nær er kristindómur farin at handla um pengar? Í mínum høvdi hevur hann altíð snúð seg um kærleika, náði, vón, troyst o.s.fr., sigur Tróndur avgjørdur. Loyvt at vera kritiskur – Vit vilja gjarna ávara føroyingar móti slíkum følskum profetum. Oftast eru teir fulkomiliga líkaglaðir við tær og tínari støðu. Teir hugsa kalt og kyniskt um seg sjálvar, sigur Tróndur. – Sjálvsagt er tað munur á ymiskum »health&wealth« prædikumonnum. Summir gera tað kanska við góðum hjarta, men tað gera so avgjørt ikki allir. Eg eri vísur í, at Peter Popoff er ateist, men hevur sæð hesa leiðina sum ein gyltan møguleika at skora kassan – sum hann tíverri eisini hevur gjørt. Tá alt kemur til alt, mást tú vera kaldur og hjartaleysur fyri at kunna snýta og lúgva so grovt fyri fólki, sigur Petur. – Ja, eg sá ein dokumentar um Peter Popoff, har tað var ein familja, ið hevði mist allar pengarnar hjá sær, tí tey høvdu givið alt til Peter. Tey áttu lítið frammanundan og vildu, at Gud skuldi signa tey, so tey góvu heilar 4.500$ til Peter. Tey góvust ikki við at geva, fyrr enn tey ikki áttu eftir fyri mat. Men tey fingu ongar pengar hundraðfaldaðar aftur. Tey lógu sum eitt bløðandi offur, sum Peter Popoff hjartaleyst hevði skrætt sundur, sigur Tróndur. – Tíverri eru nógv kristin í dag bangin fyri at vera kritisk. Møguliga halda tey, at man er minni andaligur fyri tað. Men álvaratos, tað er ikki uttan orsøk, at vit hava fingið eitt høvd og ein heila. Tað er m.a. fyri at sortera tað góða frá tí ringa. Úlvar í seyðaklæðum eru nevniliga at finna enn tann dag í dag, siga Petur og Tróndur at enda. Tvey ark úr »persónligu« brøvunum hjá Tróndi og Peturi frá Peter Popoff. Sum tað sæst, eru ørkini púra eins burtursæð frá at annað er ætlað Tróndi og hitt Peturi. Tey »hondskrivaðu« brøvini eru nokk ikki so persónlig, sum tey latast Nøkur av brøvunum sum Petur hevur fingið sendandi frá Peter Popoff Peter Popoff Føddur í Týsklandi í 1946, men er uppvaksin í USA. Byrjaði sítt verk í 1980'unum, har hann ferðaðist runt og helt grøðingarmøtir. Tá hansara populeritetur var í hæddini í 1987, inkassareraði hann 4,3 mil. dollarar um mánaðin. Ein liður av undurverkunum var, at Popoff visti niður í minstu smálutir um tilvildarligar sjúkar persónar á møtinum, sum hann pástóð, at Gud fortaldi honum. Í 1987 mátti Popoff gevast við sínum virksemi, tí hann var avdúkaður av skeptikaranum James Randi í at snýta. Tað vísti seg, at Popoff hevði ein oyrasnigil, og at kona Popoffs fortaldi honum allar informatiónirnar um persónarnar, sum hon hevði savnað áðrenn møtið. Í 2004 byrjaði Peter Popoff aftur sítt virksemi og at halda møtir. Hansara teologi og metodir eru ógvuliga líkar teimum í 80unum. Fakta: There are all kinds of money... but MIRACLE MONEY is unlike any other. Money can come from your job (earned money), money can come from a deceased relative (inherited money), money won in lotto (chance money)... BUT GOD HAS INSTRUCTED ME TO »CALL FORTH MIRACLE MONEY« as you and I obey God Brother Jacobsen, in Jesus’ name, thank Him with your offering. I feel led to ask you, Trondur, to PROVE GOD with a €19.00 offering. If you believe that God is a God with double portion blessing, I ask you to sow a seed of DOUBLE PORTION of €38.00 in honor of II Kings 19:7 God just spoke to me that if you will obey God with a DOUBLE PORTION PROVE GOD OFFERING OF €38.00 BY FAITH, WE CAN CLAIM A 1000 FOLD RETURN! In Jesus’ name, as God’s Servant of Increase... I feel led to ask you to sow a seed of €20.00... This is the seed God will use to break loose your harvest. Now listen, if there is no way you can send that amount now... send €12.00 and let me know you’ll send the rest as God provides... Don’t come before God empty handed... Trondur, I feel strongly about this sacrifice of €20.00 but if your best is €12.00 do that... this is what will release this power to ERASE YOUR DEBT... Brot úr brøvunum frá Peter Popoff Einki er broytt, og tað, sum er skrivað við feitum og stórum, er somuleiðis skrivað við feitum og stórum í brøvunum: Peter Popoff, sum kallar seg sjálvan Guds profet. Í 80unum varð Popoff avdúkaður í at snýta og mátti gevast við sínum virksemi. Í 2004 byrjaði hann at virka aftur