Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 6 Sosialurin Uni Holm Johannesen 110 mánaðarlønir fyri gott og væl 2,7 milli ónir krónur. Tað er upp­ hæddin, sum Ment anar­ grunnur Landsins hevur latið fólki til listarligt og mentanarligt arbeiði. Endamálið hjá Ment­ anargrunni Land sins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bók­ mentum, list, vís ind um og øðrum ment anar­ mál um hjá leikum og lærdum. Løgtingið samtykti í 2000, at grunnurin skal serliga stuðlka tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna før­ oyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javn metast við hesar listagreinarnar. Við starvslønunum fáa listafólk og onn ur, sum takast við ment­ anarligt virksemi, ar­ beiðsnáðir í eitt ávíst tíð arskeið at starv ast burtur av við listar lig um ella øðrum ment anar­ ligum arbeiði. Starvslønir fyri 2011 eru latnar 31 umsøkjarum í alt. Tilsamans vóru 98 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri góðar 38 milliónir krónur. Stimbra mentanarlívið Carl Jóhan Jensen, rit­ høvundur, og Elsa Maria Bærentsen, dansilærar, fáa serliga góðar um­ støð ur at arbeiða við sín um verkætlanum. Tey fáa starvsløn í 12 mán aðir. Bárður Oskarsson, listamaður, Sámal Soll, rit høvundur, og Ole Wich, lista mað ur, fáa starvs løn í seks mán­ aðir. Eingin fekk trý ár M e n t a n a r g r u n n u r Land sins hevur gjørt av ikki at lata eina trý ára starvsløn í ár, sum vanligt hevur verið seinastu árini. Avgerðin er grunda á tær mongu dygdarumsóknirnar, har søkt var um at fáa starvs­ løn í styttri tíðarskeið. Nevndin hevur heldur játta fleiri av hesum umsøkjarunum starvs­ løn, og rúm var ikki fyri at játta eina trý ára starvsløn í ár. Tróndur Bogason fekk játta trý ára starvs­ løn í fjør. Carl Jóhan Jensen 12 mánaðir Elsa Maria Bærentsen 12 mánaðir Bárður Oskarsson 6 mánaðir Ole Wich 6 mánaðir Sámal Soll 6 mánaðir Marianne Clausen 4 mánaðir Niclas Heri Jákupsson 4 mánaðir Aggi Á. Ásgeirsdóttir 3 mánaðir Anker Mortensen 3 mánaðir Búi Egason Dam 3 mánaðir Daniella Andreasen 3 mánaðir Hanni Bjartalíð 3 mánaðir Hanus G. Johansen 3 mánaðir Katrina í Geil 3 mánaðir Kristina Sundar Hansen 3 mánaðir Ludvík Breckmann 3 mánaðir Vígdis Hentze Olsen 3 mánaðir Sakaris Fríði Stórá 3 mánaðir Páll Nolsøe 3 mánaðir Bárður Jákupsson 2 mánaðir Dánial Hoydal 2 mánaðir Edvard Nyholm Debess 2 mánaðir Eyðun Nolsøe 2 mánaðir Gunnar G. Guttesen 2 mánaðir Hans Tórgarð 2 mánaðir Jóhanna av Steinum 2 mánaðir Katrin Ottarsdóttir 2 mánaðir Martin Joensen 2 mánaðir Sigri M. Gaïni 2 mánaðir Sissal Kampmann 2 mánaðir Stanley Samuelsen 2 mánaðir Starvslønin skal stimbra mentanina Mentanargrunnur Landsins letur fólki til listarligt og mentanarligt arbeiði góðar 2,7 milliónir krónur í ár. Endamálið er at stimbra føroyska mentanarlívið Tey, sum hava fingið starvsløn í 2011, eru: Leo Poulsen Verandi stuðulslóg til eitt nú ítróttahallir er bæði ógreið og lítið meinandi, tí so at siga eingir pengar eru settir av til endamálið. Ein roynd at bøta um hetta varð gjørd í apríl í fjør, men tá var býtið tvíbýtt millum Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið, og tí varð uppskotið tikið aftur. Andstøðan royndi at leggja sama uppskot fram í nýggju tingsetuni, men tað varð felt. Nú hevur so Fíggjar­ mála ráðið gjrt eitt heilt nýtt uppskot sum leggur upp til, at púra greiðar reglur verða settar fyri kriteriunum at søkja um MVG­frítøku, og umsóknirnar skulu nú bert stílast til Fíggjarmálaráðið og verða viðgjørdar har av embætisfólki. Talan verður sostatt um ein avgreiðsluspurning, lúka umsóknirnar ásettu krøv­ ini. Og tað fegnast eitt nú Rodmundur Nielsen um. Fyri tað fyrsta var tað soleiðis, at umsóknirnar suldu sendast til Mentamálaráðið, sum síðani sendi tær til Lands verk til ummælis. Síð­ ani vórðu tær aftur sendar til Mentamálaráðið at taka endaliga støðu til. ­ Ikki var hetta bert um­ stendiligt, men tá umsóknin endiliga var komin gjøgnum bureaukratisku mylluna, vóru eingin pengar at lata, tí játtanin var so mikið lítil, at hon munaði einki, sigur Rodmundur Nielsen. Tað hava tí umsóknir ligið í Mentamálaráðnum í áravís – kanska heilt upp í 10 ár – og bíða eftir, at tað einaferð varð teirra túrur at fáa stuðul, men í stórum verkætlanum munaði hetta so lítið, tí játtanin á fíggjarlógini var so lítil. Greiðar reglur ­ Eg ivist ikki í, at fleiri umsóknir nú kunnu takast veruliga til viðgerðar og fáa ta hjálp, sum veruliga munar. Ikki minst stórar verkætlanir sum Saltsiloin á Drelnesi og Neistahøllin í Eysturbýnum í Havn fara at merkja nýggju stuðulsskipanina, sigur Rod­ mundur Nielsen. Eitt annað sum flest øll munnu fegnast um, er greiða orðingin, sum nú fer at verða galdandi frameftir. Í við­ merkingunum til upp skotið stendur soleiðis: »Endamálið við hesi lógar­ broyting er at frítaka íløgur til ikki vinnuligar, almanna­ gagnligar verkætlanir fyri meirivirðisgjald. Íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, eru íløgur í ítróttar­, mentanar­ og sam­ komuhús av ymsum slag, har almenning urin hevur at­ gongd. Tey, sum kunnu søkja eru felagasskapir, stovnar og grunnar, ið ynskja at byggja og reka verkløg uttan fíggjarlig egináhugamál. Ein treyt fyri at íløgan verður frítikin fyri meir virðis gjald, er, at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fing in til vega sum gáva, ella fingin til vega við óløntum og sjálvbodnum arbeiði«. Tað skuldi tí verið ein løtt uppgáva at gjørt av, um umsøknir lúka hesar treyt irnar, og alt kann tí av greiðast, uttan at nak­ ar politik ari á nakran hátt nýtist at blandast upp í um­ sókn irnar, sigur Rodmundur Nielsen. Ein MVG­frítøka merkir í veruleikanum, at slíkar byggingar fáa ein beinleiðis stuðul upp á 20% av kostn­ að inum, í hvussu er tá um til farið ræður. MVG-frítøka stuðlar mentanar- bygging Saltsiloin á Drelnesi verður millum verkætlanirnar, sum fáa gagn av nýggju MVG-fríu skipanini