fríggjadagur 28. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ Eydnu
eydna@sosialurin.fo
Brilluráð
Tá Tú færT brillur, leggja fólk betri merki Til TíTT
andlit. Tað er Tí ein fyrimunur, um Tú finnur júst
Tær brillurnar, sum fremhevja Tað vakra í Tínum
andliTi. men Tað er ikki alTíð so lætt aT finna røTTu
brillurnar, Tá Tú sTendur í brilluhandlinum og hevur
7000 pør aT velja ímillum. her eru nøkur góð ráð
Eyguni
Eyguni skulu so vítt gjørligt vera mitt
í breiddini á brillugløsunum.
Hevur tú tøtt eygu, kunnu tey tykjast longri frá
hvørjum øðrum, um tú nýtur einar brillur, sum er
ljósar inni við nøsina og myrkar úti við stongina.
Stongin sjálv kann eisini vera kraftig og sjónlig.
Eygu, sum sita langt frá hvørjum øðrum,
síggja tættari út, um tú nýtir eitt breitt
stell, sum er myrkt yvir nasaryggin.
Nøsin
Ein stutt nøs kann tykjast longri, um
stykkið, sum gongur um nasaryggin, bogar
upp, meðan ein long nøs tykist styttri,
um nasabrúgvin gongur beint tvørturum
ella er fest so niðarliga, sum gjørligt.
Kinnbeinini
Brillurnar skulu flukta við kinnbeinini, og tær
skulu somuleiðis koma heilt út á kinnbeinini.
Men tær skulu tó ikki liggja niður á kjálkarnar.
Brýrnar
yvirtromin á brillunum skal fylgja
skapinum á eygnabrúnum, og tað er
týdningarmikið, at brýrnar heilt ella
partvís síggjast undan brillunum.
Ovala andlitið hevur smala pannu, breiðari
kinnbein og smøl kjálkabein. Stórt sæð allar
brillur rigga til hetta andlitsskapið – men
ansa eftir brillum við alt ov grafiskum sniði.
FýRHyRntað andlitið er umleið eins breitt
tvørturum pannuna, kinnbeinini og kjálkabeinini.
Her riggar tað væl við breiðum brillum.
tRýHyRnta andlitið hevur breiða pannu,
breið kinnbein og smøl kjálkabein. Høkan
kann tykjast spísk og andlitið er ofta lítið.
Brillurnar skulu ikki vera ov breiðar, og rundar
brillur rigga ofta væl til trýkantaða andlitið.
dROpaSkapaða andlitið hevur smala pannu
og breið kjálkabein. Hesum skapinum klæðir
best at hava stórar og breiðar brillur, sum
skapa fyllu í ovara partinum av andlitinum.
prei: Ivast tú í hvat andlitsskap tú hevur, kanst tú tekna
skapið á speglið við eini tussj ella eini varrastift.
prei: Eygnavippurnar skulu ikki taka í
gløsini. Hevur tú langar vippur mást tú
boyggja tær við einum vippuboyggjara,
fyri at fáa tær at boga meiri uppeftir.
prei: Ert tú langsýnt/ur virka brillurnar sum
ein sjóneyka. Húðin og eyguni innanundir
síggjast tí sera væl, og tí er týdningarmikið
at tú gert tær ómak, um tú smyrt tær, tá allir
smáir feilir síggjast sera væl. Nýt dekkstift og
fjal myrkar randir og onnur frábrigdi í húðini.
Minst til: Brillurnar siga nógv um teg og tín
stíl, og tí er tað eitt gott hugskot at hava
fleiri ymisk pør av brillum, sum tú kanst
skifta ímillum. Tú eigur jú eisini meiri enn
ein frakka ella eitt par av skóm, ha?
prei: Tað er stórt fokus á eygnabrýrnar,
tá tú nýtir brillur. Tí er tað vakrast, um
brýrnar eru vælrøktar og ikki vaksa vilt.
prei: Um tú nýtir kinnareytt – bíða so
við at busta tað á, inntil tú hevur sett
brillurnar á nøsina. Tað er ikki vakurt,
sum kinnareyttið fer inn um brillurnar.
Minst til: At hugsa um hvørjir litir klæða tær. Hóast
brilluskapið hóskar til tín, kann ein skeivur litur á
stellinum oyðileggja alt. Hugsa um litin á húðini og
bið sølufólk hjálpa tær at finna fram til rætta litin.
prei: Ert tú nærsýntur
kunnu eyguni tykjast
minni orskað av styrkini
í brillunum. Nýt klárar,
ljósar og strálandi litir
til eygnaskuggarnar, so
sýnast eyguni størri.