mánadagur 31. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
10
Sosialurin
1 millión av 5 milliardum politiskt
stórmál?
Mín góði vinur Finnbogi Ísaks
son plagdi onkuntíð at skriva um
krakkaveldið – bureaukratiið.
Hetta rættiliga rámandi hugtak
rennur mær ofta í hug í hesum
døgum.
Vit hava verið vitni til, at hóast
eina útreiðslusíðu uppá 5 milliardir
á fíggjarlógini, so er eitt hol á Rituni
til eina millión blivið til eina stóra
politiska diskussión, um at man
sum skjótast má fáa heimild til
vega, at lappa holið aftur.
Heimild til vega? Hevur Strand
ferðslan ikki heimild at lappa skip,
tá hol kemur á tey? Skal krakka
veldið spyrjast eftir fyri hvønn
maskinskaða ella hvørja lítla ábót?
Tað ber ikki til at hava ein rakst
ur, um hvørki stovnsleiðarar ella
landstýrismenn hava nakað pláss
at disponera fyri óvæntaðum skað
um. Gomul skip koma altíð at tørva
óvæntaðar ábøtur av ymsum slag,
og tað má tað verða pláss fyri í
budgetteringini hjá landinum.
Fyrr var tað soleiðis, at um eitt
skip hjá landinum fekk eitt hol ella
ein maskinskaða, so bar man so í
bandi, at holið bleiv lappað skjótast
gjørligt av rakstrarjáttanini hjá
stovninum. Skattgjaldarin betalir
sjálvandi ikki sín skatt, fyri at skip
hjá landinum liggja við kei og bíða
eftir bureaukratinum.
At lappa eitt hol fyri eina
millión má tað verða pláss fyri
hjá einum almennum stovni við
so stórum rakstrarroknskapi sum
Strandferðslan, uttan at krakka
veldið og Føroya Løgting skal
mobiliserast í einari tilgongd, sum
tekur fleiri vikur.
Einasta grund til at vit tykjast
sleppa undan hesum nú, er at vit
bert eru í januar mánað enn. Um
hetta hendi seinni í árinum, so
skuldi bureaukratimyllan verið sett
í gongd.
Eitt symptom upp á
eina almenna skipan
sum ikki riggar
Málið um Rituna er bara eitt
symptom upp á ein nógv størri
trupulleika. Fíggjarmálaráðið og
Gjaldstovan drepa allan náttúrligan
rakstur og initiativ, tá tey leggja sina
køvandi hond á alt tað almenna við
millimeturstýring úr toppinum.
Ung fólk halda tað ivaleyst verða
náttúrligt, at Magnus Heinason,
Brimil og Tjaldrið liggja við kei ein
stóran part av teimum seinastu
mánaðunum, tí teir noyðast at
spara olju. Ung fólk halda ivaleyst
eisini, at tað er náttúrligt, at sjúkra
húsdeildir
verða
stongdar,
tá
árið fer at halla, og at tænastan í
heimahjálpini lækkar frá degi til
dags, tí at sparast má fram móti
ársenda.
Hetta eru alt rættiliga nýggj
fyribrygdi, sum partvís eru tekin
um umsiting, har atlitini til krakka
veldið eru sett fram um atlitini til
borgaran.
Ongantíð fyrr hava so nógv
vælútbúgin fólk fingið
litið so lítið til sum nú
Vit hava ongantíð fyrr havt so
nógv dugnaligt og vælútbúgvið
fólk úti á landsstovnunum, men
ongantíð fyrr hava tey havt so lítlar
heimildir sum nú. Fíggjarmálaráðið
og Gjaldstovan leggja sína køvandi
hond á alt initiativ. Sjálvandi verður
raksturin hareftir.
Eitt gott dømi um initiativ innan
tað almenna, sum er blivið køvt, er
tá Apoteksverkið vildi sleppa at
framleiða heilivág til útflutnings.
Tað mátti verið so upplagt, um
tað loysir seg. Eingin annar ger slíkt
í Føroyum, so har nervar man onga
kapping, og um útlendskir keyparar
finnast, so kundu vit tiltrekt
nøkur eyka ung fólk við góðum
útbúgvingum aftur til Føroya at
arbeitt innan hetta økið.
Ístaðin so bleiv Apoteksgrunn
urin tømdur inn á fíggjarlógina.
So vil onkur siga, at tað ikki er
ein almenn uppgáva at framleiða
heilivág til útflutning. Tað kann
so væl vera, men um tað loysir
seg, so er tað í mínari verð betri,
at almenna Apoteksverkið ger tað,
enn at eingin í Føroyum ger tað.
Tann køvandi hondin vil
hava meir at leggja seg á
Hvat ger okkara fíggjarmálaráð, tá
tað sær, at tað almenna stagnerar
í initiativloysi? Tað innførir meira
toppstýring! Meiri kontroll og skrá
seting úr erva. Tað er enntá komið
so langt, at man vil sleppa framat
vælvirkandi
grunnunum,
sum
tíbetur liggja uttan fyri Gjaldstovu
og fíggjarmálaráðsskipanina.
Tíverri sær tað út til, at fíggjar
málaráðharrar á rað og ikki so
fáir tinglimir gleðiliga vilja gerast
ørindasveinar hjá krakkaveldinum.
Um Bergtóra Høgnadóttir skal
takast fyri fult, so sær tað út sum,
at Tjóðveldi er til reiðar at fara eftir
Samhaldsfasta og fáa hann inn
undir Fìggjarlógina.
Hendir tað, so eigur borgarin at
biða um at fáa alt útafturgoldið,
sum er goldið inn, tí at so eru peng
arnir kravdir inn undir skeivum
fortreytum.
Tað var ongantíð ætlanin, at
Samhaldsfasti skuldi inn undir
fíggjarlógina. Krakkaveldið hevur
í nógv ár við heimagjørdum yvir
tulkingum av stýrisskipanarlógini
roynt at sloppið framat honum og
ALS, men tíbetur hava politikarar
havt so frætt av ryggi, at teir hava
sagt kortanei.
Almennu Føroyar rigga
heilt einfalt ov illa í dag
Tað er eingin, sum kann siga, at
almennu Føroyar generelt rigga væl
í dag. Sjálvandi er einki fullkomið,
og hevur heldur ongantíð verið
tað, men tá t.d. skipanir sum heima
hjálpin, sum fungeraði fínt fyri 25
árum síðani uttan økisleiðarar á
hvørjum tanga og ein stóran yvir
bygning, ikki riggar longur, so er
okkurt reint galið í okkara skipan.
Yvirtrekkini á Fíggjarlógini eru
ikki minni, enn tey plagdu at vera.
Gamaní eitur tað nú eykafíggjar
lógir, men tað er í praksis yvirtrekk
á fíggjarlógini, talan er um. Vit
kundu tað sama havt eina árliga
uppsamling, við teimum avleiðing
um, sum skulu takast, sum man
kennir tað aðrastaðni, heldur enn
í tíð og ótíð at noyðast at mobili
sera eitt tungt pappírsapparat
fyri bagatellir, sum eiga at hoyra
til dagligan rakstur. Tað er einki
annað enn beskeftigilsisterapi fyri
umsitingina.
Broytið játtanarskipanina
og niðurlagið Finn Norman
Christensen bygnaðin, so
ábyrgd og initiativ fer út
til almennu stovnarnar
Tá okkurt ikki riggar, so má tað
broytast. Játtanarskipanin hjá landi
num má broytast, saman við Finn
Norman Christensen bygnaðinum.
Tað ber ikki til, at vit hava dugna
ligar og vælútbúnar stovnsleiðarar,
sum ikki eingongd sjálvir sleppa at
bestemma, hvørja telduskipan teir
skulu brúka til bókhaldið.
Ger man eina skipan, sum fer við
vaksnum fólki, sum vóru tey børn,
so fær man úrslit hareftir. Tað síggja
vit í almennu Føroyum í dag.
Tíðargrein
Thomas Arabo
Tá krakkaveldið verður
tikið fram um borgaran
Atlitini til eina tunga og initiativkøvandi játtanarskipan viga tyngri hjá polikarum enn atlitini
til borgaran. Skipanin fer við vaksnum fólki, sum vóru tey børn, og standurin er hareftir