mánadagur 31. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Ein ungur maður sleppur
ikki at taka koyrikortið aftur
fyrrenn á hásumri í 2014.
Tað hevur Føroya Rættur
avgjørt.
Harafturat
skal
hann
rinda 8.000 krónur í bót, um
framt at hann skal arbeiða
fyri onki í eina viku.
Tað er hetta, tey kalla
samfelagstænastu og tað
merk ir, at hann skal gera
okk urt
samfelagsgagnligt
ar beiði í 40 tímar, ólønt.
Men ger hann nakað
revsivert hesi bæði næstu
árini, skal hann eisini í
fongsul í 40 dagar fyri tað,
hann longu hevur gjørt,
umframt revsingina fyri tað
nýggja lógarbrotið.
Tilsamans
misti
hann
koyrikortið í fimm ár, men
tað er galdandi frá 8. august
í 2009, tá ið hann misti tað
fyrstu ferð.
Slapp væl
Hóast hetta er ein rættiliga
umfatandi revsing, heldur
maðurin ivaleyst, at hann
er væl sloppin, tí stóð tað til
ákærvuvaldið, hevði hann
ikki fingið koyrikortið aftur
fyrrenn um eini seks ár.
Ákærin helt, at dómurin
skuldi vera so strangur, tí tað
var ikki smávegis lógarbrot,
maðurin hevði gjørt
Hóast hann ikki hevur
havt koyrikort í meiri enn
gott og væl tvey ár, er hann
longu tikin fleiri ferðir fyri
óforsvarliga koyring og fyri
at koyra ávirkaður av bæði
rúsdrekka og rúsevnum.
Fyrst fekk hann koyri
for boð fyri at hava koyrt ov
skjótt og fyri at hava yvir
hálað ein bil høgru megin.
Tíverri fyri hann, var
talan um ein politist, sum
var á veg heim av vakt, men
tann vaktin varð brot in
og maðurin tikin og skuld
settur.
Síðani varð hann tríggjar
ferðir upp í slag tikin fyri at
koyra við góðari kenning. Ta
einu ferðina var hann enntá
ávirkaður av bæði rúsdrekka,
hassji og amfetemini.
Tá endaði tað eisini galið,
tí hann rendi á ein garð, men
varð tikin.
Tá ið løgreglan kom á
staðið, royndi hann at billa
teimum inn, at bilførarin var
rýmdur av staðnum.
Men eitt vitni hevði sæð
hann koma bóltandi út ígjøg
num vinstru framhurð á bil
inum, so tað fekk hann held
ur ikki smoygt sær undan.
Umframt alt hetta, hevur
løgreglan nakrar ferðir funn
ið smáar nøgdir av rúsevnum
uppi á honum.
Verjin
hjá
manninum
heitti á rættin um at vera
laga ligan, tí maðurin hevði
tikið betri partar fyri seg.
Hann hevði tikið eina út
búging og var nú í ferð við at
byggja oman á hana.
Sjálvur stúrdi maðurin
mest fyri at, at hann bleiv
noyddur klára seg við ongum
koyrikortið so leingi í eini
seks ár afturat, men nú kann
hann so seta kross í 8. august
í 2014, tí tað kann aftur seta
seg aftanfyri rattið.
aki@sosialurin.fo
Stungin í
búkin við
longum
knívi
Áki Bertholdsen
Ein bardagi í Klaksvík í
sunnunáttina fekk ein
álvarsligan enda, tá ið
ein maður varð stungin
í búkin við knívi.
Tveir mans í tjúg
unum komu til ilnar í
einum húsum og tað
endaði við, at teir fóru
útum.
Tað, løgreglan veit,
er, at uttanfyri fara
menninir umkoll og
at annar fær ein knív
í búkin.
Løgreglan sigur, at
sárið var djúpt og at
maðurin varð fluttur á
Klaksvíkar Sjúkrahús,
har hann framvegis
liggur.
Hin maðurin varð
handtikin og varð til
avhoyringar at all an
fyrrapartin
sunnu
dagin
Tað,
løgreglan
royndi at fáa greiði á,
var, hvussu tilætlað
tað var, at maðurin
varð stungin áðrenn
støða varð tikin til, um
mað urin skuldi í rættin
ella ikki.
Men á miðdegi í
gjár varð avgerð um,
at hann skuldi fyri ein
dómara og har varð
hann skuldsettur fyri
fyrst at hava hótt hin
mannin og síðani fyri
at hava stungið hann,
so at lívið varð sett í
vanda.
Maðurin varð stung
in við einum 30 senti
metra longum knívi
og sárið var rættiliga
djúpt.
Av
tí,
at
vitni
skuldu avhoyrast, var
rætt ar fundurin
fyri
aftur lætnum hurðum
fyri ikki at órógva
kanningararbeiðið.
Ákærin kravdi, at
maðurin varð varð
halds fongslaður
í
tríggj ar ferðir 24 tím
ar ímeðan málið varð
kann að og tað eftir lík
aði dómarin.
aki@sosialurin.fo
Misti koyrikortið
í fimm ár
Væl sloppið
Um góð trý ár sleppur ein ungur maður a taka koyrikortið aftur og tað er væl sloppið, eftir at hann fleiri
ferðir er tikin fyri at koyra óforsvarliga og ávirkaður av bæði rúsdrekka og rúsevnum