Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Eftir at semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum reið arar og manningarfeløg mis eydnaðist seinasta fríggjadag, er rættilig ógreiða á sáttmálaøkinum. Manningarfeløgini siga, at fiski menn kunnu mynstra eftir gamla sáttmálanum, sum reiðarar søgdu upp til at fara úr gildi – og reið ar­ ar siga, at fiskimenn kunnu mystra eftir sem ings upp­ skotinum, sum Føroya Reið­ arafelag góðtók, men sum manningarfeløgini vrakaðu fríggjakvøldið. Manningarfeløgini vóru als ikki nøgd við semings­ uppskotið, sum eitt nú álegði manningini at lut­ taka í oljuútreiðslum, tá oljan fer upp um 3,90 fyri bunkringarliturin. Men tað vóru eisini onnur viðurskifti í semingsuppskotinum, sum manningarfeløgini ikki kundu taka undir við, eitt nú í sambandi við, hvussu skip anin skal verða við lægri mann ingartali. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, er als ikki nøgdur við sem­ ingsuppskotið, og hann heldur snøgt sagt, at tað gjørdi ilt verri fyri sátt mála ­ samráðingarnar, tá sem­ ingsmenninir komu upp í trætuna. Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, er ikki samdur við Jan Højgaard. ­ Samráðingarnar hava verið torførar, og uppgávan hjá semingsmonnunum hev ur eisini verið torfør. At for maðurin í Føroya Fiski­ mannafelag leggur eftir sem­ ingsmonnunum, er undir alt lágmark, heldur hann. Føroya Reiðarafelag held ur tað vera sera óhósk­ andi, at formaðurin í Fiski­ mannafelagnum setir spurn­ artekin við trúvirðið hjá sem ingsstovninum. ­ Tá ósemjur eru millum sáttmálapartarnar á arbeiðs­ marknaðinum eru framm­ an undan avtalaðar nakrar mannagongdin um, hvussu hesar trætur skulu loysast. Báðir partar hava góðkent semingsmennirnar, og teirra uppgáva er at royna at finna eina loysn, sum ligg­ ur ímillum krøvini hjá pørt­ unum, sigur Føroya Reiðara­ felag. Ikki lata seg lumpa Formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag sigur, at skjalið, sum manningarfeløgini fingu frá semingsmonnunum, als ikki var eitt semings upp­ skot. ­ Hetta var uppskotið frá Føroya Reiðarafelag, tó at tað var nakað mildari. Tað undraði okkum, at okkara krøv ikki vóru tikin við í eitt semingsuppskot. Vit hava sett okkum spurningin, hví semingsstovnurin tók hetta stig, og fleiri halda, at hetta var fyri at kasta handklæði inn í ringin, so semingstovnurin slapp burt­ ur úr hesum. Føroya Fiskimannafelag heldur, at tað kanska eis ini vóru aðrar og meiri álvar­ samar orsøkir til, at sem­ ingstovnurin tók hetta sera óvanliga stig. ­ Vit tosaðu saman um, hvat mundi fara at henda, áðrenn semingsuppskotið kom. Vit hugsaðu okkum, at semingsuppskotið helst fór at verða so vánaligt, at vit fóru at vera noyddir at vraka tað. So væntaðu vit, at Føroya Reiðarafelag fór at melda út, at skip kundu mynstra uppá semingsuppskotið. Føroya Fiskimannafelag sigur, at felagið hevur heitt á sínar limir um ikki at lata seg lumpa. ­ Tað ber ikki til at mynstra uppá eitt semingsuppskot. Um menn lata seg draga uppá tráð, er lítið at ivast í, at fiskimenn innan stutta tíð vera trýstir niður í hýru, soleiðis at teir ikki klára at breyðføða sína familju, sigur Føroya Fiskimannafelag. vilmund@sosialurin.fo SemingSmenn gjørdu ilt verri SÁTTMÁLALOYSI - Samráðingarnar hava verið torførar, og uppgávan hjá semingsmonnunum hevur eisini verið torfør. At formaðurin í Føroya Fiskimannafelag leggur eftir semingsmonnunum, er undir alt lágmark, heldur Føroya Reiðarafelag Nú sáttmálaloysi er, mælir Føroya Fiskimannafelag til, at manningar mynstra upp á gamla sáttmálan, sum er farin úr gildi – og Føroya Reiðarafelagið mælir til at mystrað verður upp á semingsuppskotið, sum felagið góðtók fríggjakvøldið, men sum manningarfeløgini vrakað Mynd: Vilmund Jacobsen ... tað ber ikki til at mynstra uppá eitt semingsuppskot... FØROYA FISKIMANNAFELAG ... óhóskandi at seta spurnartekin við trú ­ virð ið hjá sem ings­ stovninum... FØROYA REIÐARAFELAG