Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 Sosialurin Vilmund Jacobsen Fyrsta royndin at turka skinkur í Føroyum eydn­ aðist sera væl. Stigtakararnir eru nú farnir undir annað roynd arárið. Johan Mortensen sig­ ur, at 60 skinkur hanga í Norðdepli í løt uni, og sum liður í royndini verður nú eisini farið undir at turka heil svínatjógv eftir spansk­ ari fyrimynd. ­ Tjógvini viga 12 kilo hvørt. Tey liggja í salti í 48 dagar, verða smurd inn í feitt og verða síðan hongd upp at turka. Johan væntar, at tað fer tað at taka eini tvey ár at turka slíkt tjógv. Vekja ans Føroysku skinku roynd­ ir nar byrja annars at vekja ans uttanlands. ­ Nú hevur eitt stórt mjólkarsamtak sett seg í samband við okkum um møguleikarnar at senda ostar til Føroyar at turka. Johan Mortensen heldur, at hetta er ein sera áhugaverdur tanki, sum teir nú fara at arbeiða víðari við. vilmund@sosialurin.fo Johan Mortensen við einum av tjógvunum, sum nú verða saltað, smurd inn í feitt og hongd upp til turkingar 60 skinkur í Norðdepli Føroysku skinkuroyndirnar byrja nú at vekja ans uttan­ lands, og nú hevur eitt stórt mjólkarsamtak víst áhuga fyri at senda ostar til Føroya at turka Vilmund Jacobsen Millum teir 22 næmingarnar, ið fingu prógv sum heilsu­ røktarar á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy fríggjadagin, var ein maður. Heri Højsted, sum annars í nógv ár arbeiddi sum bankamaður, hevur nú prógv sum útbúgvin heilsurøktari. Hinir 21 næmingarnir, sum fingu prógv hendan dagin, vóru kvinnur. Eftir hugnaløtuna við røðum og sangi og formellu handanina av prógvum, var ábit í høll skúlans. Millum fegnu heilsu­ røktararnar, sum ynsktu hvørjum øðrum tillukku við próvnum og heilsaðust, áðrenn hvør fór til sítt, var Heri Højsted, kona og børn. Og tað var so sanniliga ikki eitt vánaligt prógv, sum Heri hevði fingið við sær, nú skúlatíð og royndir eru av. Í próvnum hevði hann nevniliga eitt miðaltal á 10,3, ið man vera eitt tað besta prógvið, sum tikið er í hesum umfari. vilmund@sosialurin.fo Heri Højsted fekk 10,3 í miðal PRÓGV Í nógv ár var hann bankamaður. Nú er hann útbúgvin heilsurøktari við einum sera góðum prógvi Ein fegin Heri Højsted saman við konu og børnum Vilmund Jacobsen Freistin at lata inn at kvøðu­ seðil til sýsluformansvalið í Føroya Fiskimannafelag er farin, og seinni í dag verður kunngjørt, hvørjir nýggir nevndarlimir eru valdir. Tað er grannskoðaravirkið Nota, sum stendur fyri upp­ teljingini. Val er í Norðoya sýslu og í Streymoyar sýslu. Í hinum fýra sýslunum stillar bara ein upp, og tí verða teir tríggir sýsluformenninir í hesum sýslum sitandi í trý ár aftrat – uttan atkvøðugreiðslu. Í Eysturoyar sýslu er bara eitt valevni. Tað er Mortan G. Berjastein, ið kemur at umboða Eysturoynna næstu trý árini. Í Norðoya sýslu stillaði Fríðrik Sivertsen ikki upp­ aftur. Teir, sum kappast um nevndarsessin, eru Egil Finnsson og Magnus Pauli Glerfoss. Í Streymoyar sýslu stend­ ur valið millum Karl Isaksen, sum hevur sitið í stjórn felagsins í fleiri ár – og Axel Hansen, sum er avbjóðari. Í Eysturoyar sýslu still­ aði Eyðun Johannesen ikki uppaftur. Mortan G. Berja­ stein er einasta valevni og verður nýggja umboð felagsins. Í Vága sýslu heldur Andrias Berglíð fram, í Sand­ oyar sýslu Sniálvur Røv­ ilsberg – og í Suðuroyar sýslu heldur Sámal Poulsen fram. Nýggja nevndin í Føroya Fiskimannafelag fer til verka beinanvegin, og ríkiligt er at tríva í, nú eingin sáttmáli er millum manningarfeløg og reiðarar. vilmund@sosialurin.fo FF fær nýggja nevnd í dag VAL Seinni í dag verður greitt, hvussu nýggja nevndin í Føroya Fiskimannafelag fer at síggja út