Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 4 Sosialurin Randi Jacobsen Myndir: Jens Kristian Vang Á ellisheiminum Tjarnargarði hava tey innrættað tað so­ leiðis, at í einari lon búgva fimm pør. Hvørt parið hevur eitt sovikamar og eina lítla stovu. Á einari hurð hevur sein­ astu dagarnar hingu eitt hjarta við mynd á, krýnt við bløð um. Har búgva Elin og Poul Sørensen. Mikudagin í seinastu viku høvdu tey krúndiamant­ brúd leyp og høvdu sostatt verið gift í 65 ár. Á Tjarnagarði eru tey ikki einastu hjúnini, sum hava nátt so høgan aldur og hava havt krúndiamantbrúdleyp. 30 juli høvdu Kartni og Dagmar Winther krún­ diamant brúdleyp, og tað høvdu Jóhann og Anna Joen­ sen 6. januar. Øll teirra eru ikki nóg væl fyri at práta, tí aldurin er høgur. Ikki ráð at lesa víðari Anna er av Skála, og Jóhann frá Gjógv. Tá ið hann fór í realskúla í Havn, búði hann hjá mostrini á Krákusteini. Anna arbeiddi hjá Heine­ sen í Vágsbotni. Har arbeiddu eisini gentur av Krákusteini, og soleiðis komu tey bæði at kennast. Jóhann fór til Danmarkar á studentarskúla, men ráðini vóru ikki til at lesa víðari. Anna fór eisini niður, men fór heim aftur at hjálpa pápanum í handlinum á Skála. Anna og Jóhann fylgdust heim til Føroya við seinasti farti, áðrenn Danmark varð hersett. Tey bæði giftust, bygdu í Eirkisgøtu í Havn. Hon var heima, og hann arbeiddi í mong ár á tryggingini. Gott heim Dagmar Winther, sum verður hundrað ár, tá ið hon fyllir aftur, er ikki so væl fyri, men lív er í 97 ára gamla Kartna Winther, og hann hevur einki ímóti at práta. Tvørturímóti. Og hann tekur ofta í onkra vísu. Dagmar hevur verið her longur enn eg. Eg havi verið her í eitt ár. Synirnir funnu uppá, at eg skuldi fara higar, tí Dagmar var her. Nú havi eg vant meg við at vera her og má siga, at hetta er verðins besta stað at vera. Tey eru so góð við okkum, sigur Kartni Winther. Kosturin er frálíkur. Tey fáa vanligan mat sum ræstan fisk, frikadellur og knetti, og tað dámar fólki í hasum aldrinum best. Hann tosar um árini, tá ið hann var við til at lata upp havnir í Grønlandi, og alt gekk óføra væl. Kartni fór í sínari tíð til Danmark á handilsháskúla. Dagmar fór at læra til sjúkra­ systir, og tey bæði giftust 30. juli 1945 og fóru sama dag til Føroya. Gudmund Bruun vígdi tey. Tað vóru nøkur góð ár í Danmark við nógvum samanhaldi millum føroyingar í feløgunum. Tá ið hann kom heim, arbeiddi hann í nógv ár hjá Balslev, men stovnaði í 1948 sína egnu heilsølu. Kartni Winher brúkti ein stóran part av síni frítíð uppi á trøðni undir Svartafossi. Har hann hevði seyð og gæs. ­ Tað var hugnaligt, eg slerdi, Dagmar hongdi gras ið upp á turkilað, oog dreing­ irnir hjálptu til. Eldast væl á tjarnargarði Trý av fimm hjúnum, sum búgva á ellisheiminum Tjarnargarði í Havn, hava havt krúndiamantbrúdleyp Elin Sørensen hevur veri longur á heiminum enn Poul. Tað var ikki lætt hjá honum at falla til, tí hann er so frískur