Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 Sosialurin Kartni Winther livir ikki bara í farnari tíð, og hann dugir framvegis at skemta og vera speiskur: Eg atkvøddi fyri Heðin Mortensen sum sam bands­ manni, og so knappliga bleiv hann sosialistur. Ov lítið at gera Poul Sørensen er ein teirra, sum er best fyri av teimum, sum búgva á deildini. Hann flutti inn á Tjarnargarð fyri tveimum árum síðan, eitt ár eftir at konan fór á Tjarnargarð. Tað var ein skelkur at flyta heimanifrá og koma higar. Eg var vanur við at seta mær okkurt fyri og gera tað, men nú nýtist mær einki at gera sjálvur, sigur Poul Sørensen, sum saknar at hava okkurt at taka sær til annað enn at lesa og ganga sær ein túr. Hann heldur seg kortini vera falnan til nú, men tað hevur tikið tvey ár. Yvirtók køkin Tá ið konan Elin fyri fleiri árum síðani viknaði, fór Poul at læra seg matgerð. Hann gekk til handils, gjørdi døgurða og bakaði eisini. Eg yvirtók køkin. Poul minnist aftur á eitt gott lív saman við Elini. Hon var úr Kirkjubø. Tey vóru í ætt langt úti, og hon kom at búgva hjá teimum í Havn. Elin var ein lívlig og glað genta við svørtum krúllum. Vøksturin bant tey saman Tað var ikki minst áhugin fyri vøkstri og náttúruni, sum bant tey saman. Frá barns­ beini var Poul so áhugaður í tí, sum vaks, at hann velti sjálvur eplini, sum tey ótu til hansara konfirmasjón. Og morgunfrúurnar á borðinum tann dagin hevði hann sjálvur sátt. Tey fyrstu árini búðu tey heima hjá foreldrum hansara, men so bygdu tey úti í Grønlandi, og tað var tá langt uttan fyri lóg og rætt. Poul sigur, at hann í sínum ungi døgum hevði ein dreym um at gerast bóndi. Hann hevur røtur í Fugloy, og eina ferð hann og pápin fóru við bátinum úr Klaksvík og komu framvið Skálatofum helt hann fyri, at hann kundi fáa eitt festi har. Nei, segði pápin og talaði hann frá tí. Poul sigldi sum telegraf­ istur m.a. við trolaranum Jóanesi Paturs son. Eftir kríggið fór hann avstað. Tað var nokkso egoistiskt av mær at fara frá øllum, konu og børnum,sigur Poul. Sjálvandi hevur inntøkan gjørt sítt til, at hann fór avstað. Poul Sørensen var virkin, langt eftir at hann var pensioneraður. Hann hevði sína trøð, har hann hevði grøn meti og annað, kom í Tilhaldið, og í 25 ár var hann deknur í Havnar kirkju. Tað var nakað, sum lá til hjá teimum, at vera deknur. Í báðar ættir vóru deknar í familjuni í 150 ár. Poul Sørensen letur væl at krúndiamantbrúdleypinum. Um morgunin komu brøð­ ur nir og onnur at syngja fyri parinum, og seinni var so borðhald fyri famjilju og búfólkum. 35 fólk vóru til borðhaldið. Tað gjørdi ikki veitsluna verri, at bæði børnini, sum búgva í Danmark, komu heim at halda dagin saman við foreldrunum. Ein dóttir býr í Føroyum. Anna og Jóhann Joensen høvdu krúndiamantbrúdleyp í januar Kartni Winther hevur nú bú á Tjarnargarði í eitt ár. Dagmar, sum gongur móti teimum 100 árunum, hevur verið har longur Vánaligt internet Á Tjarnagarði er internet, men tað riggar ómetaliga illa. Hetta harmar Poul Sørensen. Hann hevur verið á telduskeið og hevur roynt at vant við at skriva á telduna. Ta er hansara vón, at internetið fæst at rigga, tí hann undi hugsað sær at kunna skriva teldubrøv til børnini í Danmark og samskift við tey um Skype.