Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Nú skal tað verða bannað við lóg at hava striptease í Før oyum. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður og formaður fyri Miðflokkin. Hann fer nú at leggja upp skot fyri Løgtingið um at gera tað ólógligt at hava striptease í Føroyum. Løgtingsmaðurin sigur, at hetta er ikki eitt uppskot, hann hevur fingið hugskotið at leggja fyri Løgtingið í kjalar vørrinum á nógv um­ røddu sendingina í sjón varp­ inum um føroyska stripp­ aran, Victoriu Wild. ­ Hetta er eitt uppskot, eg havi hugsað um leingi, men nú er tað við at verða so mikið greitt, at tað verður klárt at leggja fyri Løgtingið í næstum. Jenis av Rana sigur, at striptease er bannað við lóg í Íslandi og tað er haðani, at hann hevur fingið hugskotið um, hvussu eitt slíkt uppskot kann verða lagt til rættis og orðað fyri at vinna frama í politisku skipanini í Føroyum eisini. Hugskot úr Íslandi Jenis av Rana sigur, at tað var altingslimurin fyri íslendska Framsóknarflokkin, Siv Frit­ leifsdóttir, sum á sinni legði uppskotið um at banna strip­ tease fyri Altingið í Íslandi, og fekk tað samtykt við stórum meiriluta. Hon er kendur forsprákari fyri javnstøðu og hevur verið ráðharri í javnstøðumálum. Hetta er kanska fyrsta land í heiminum, har strip­ tease beinleiðis er bannað við lóg. Nettup Siv Fritleifsdóttir og Jenis av Rana hava havt nógv samstarv í Norð ur­ landa ráðnum, har tey bæði eru limir í Vælferðarnevndini og har hon er forkvinna. ­ Eg fingið uppskotið, sum varð samtykt í Íslandi, frá Siv Friðleifsdóttir og eg vænti, at havi uppskotið, eg fari at leggja fyri Løgtingið, verður skorið eftir nøkunlunda sama leisti, sum tað, sigur hann. Førir til skøkjulevnað Jenis av Rana sigur, at roynd­ irnar úr Íslandi vísa, at strip­ tease er ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og kvinnu handil. ­ Striptease er als ikki so meinaleyst, sum tað kann tykjast. Íslendingar siga, at har byrjaði tað so líð andi við, at skipað varð fyri strip­ tease­tiltøkum ymsa staðni. Men hetta vant upp á seg og áðrenn nakar varn aðist, høvdu íslendingar stórar trupul leikar av skøkju levn­ aði, sigur hann. Ein ráðstevna í Norður­ landa húsinum fyri nøkr um árum síðani um kvinnu­ handil, staðfesti somuleiðis, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum enda í striptease og skøkjulevnaði, eru kvinnur, sum eru misbrúktar. Tað var eisini upplýst, at 90% av teimum vórðu longu mis­ brúktar, tá ið tær vórðu smá­ gentur. ­ Ungar fara tær at strippa, men tað vindur upp á seg og so enda tær í skøkjulevnaði. ­ Tað eru mangan ótrúliga veikar kvinnur, sum enda í hesum lívinum og ein nið ur­ støða á ráðstevnuni í Norð­ urlandahúsinum var, at vit eiga ikki at halda fram at misbrúka tær, eftir at tær eru vorðnar vaksnar. ­ Tvørtur ímóti hava tær brúk fyri hjálp, leggur hann afturat. Steðga beinanvegin Til fyri nøkrum heilt fáum árum síðani var striptease full komiliga ókent her á landi, men hesi seinastu árini er tað eisini farið at vinda upp á seg og nú er ikki so sjáldan, at lýst verður við striptease í føroyskum náttklubbum og dansistøðum. Tí heldir Jenis av Rana, at tað er neyðugt, at politiska skipanin tekur um rótina á trupulleikanum og bannar striptease, áðrenn tað slepp­ ur at vinda upp á seg, so at vit, áðrenn vit varnast tað, standa við somu trupulleikar av skøkjulevnaði, sum ís lend­ ingar hava. aki@sosialurin.fo Greið boð til fútan Tað hevur leingi verið ein spurningur um striptease ikki longu er bannað í Føroyum, men Jenis av Rana staðfestir, at fútin og løgreglan hava ikki havt nakra serliga greiða støðu til hetta. Í øllum førum hev­ ur løgreglan onki gjørt fyri at steðga teim um tiltøkum við Strip­ tease, sum hava verið í Før oyum. Men tað hevur eis­ ini verið fatanin, at løgreglan hevur hildið, at lógin hevur verið so útvatnað at tey hava saknað eina greiða politiska støðutakan til málið. ­ Og tað er akkurát tað, eg nú haldi, at løg­ tingið nú skal geva fútanum og løgregluni, sigur Jenis av Rana. Hann staðfestir eis­ ini, at hetta snýr seg um at broyta revsi­ lógina og tað er danskt málsøki. Tí verður upp skot­ ið, hann leggur fyri Løgtingið, helst orðað soleiðis, at løgtingið skal samtykkja at heita á danska fólkatingið um at broyta lógina fyri Føroyar soleiðis, at Striptease verður bannað í Føroyum, leggur formaðurin fyri Miðflokkin afturat. Jenis av Rana sigur, at hann hevur umrøtt málið leyðsliga fyri øðrum politikarum í Løgtinginum og tær afturmeldingar, hann hev ur fingið er, at fleiri løgtingslimir úr øðrum flokkum eru eisini sinnaðir at taka undir við einum slík­ um uppskoti. Vil hava striptease ólógligt í Føroyum STRIPTEASE Í FØROYUM Jenis av Rana fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tað skal verða bannað at hava striptease í Føroyum, tí tað er ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og handil við kvinnum VERjA VEIkAR kVInnUR Stendur tað til Jenis av Rana, sleppur hvørki Victoria Wild, ella nakar annar, aftur at strippa í Føroyum, tí nú vil hann hava, at striptease verður ólógligt í Føryum. Royndir vísa, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum henda í hesum lívinum eru misbrúktar longu tá ið tær vóru smágentu. Tí hava tær brúk fyri hjálp og verju, heldur enn at verða misbrúktar enn meir, sigur Jenis av Rana. Eftirgjørd mynd. Striptease er ikki so meinaleyst, sum tað kann tykjast Tað eru ótrúliga veikar kvinnur 90% av teimum vórðu longu misbrúktar, tá ið tær vórðu smágentur