mánadagur 31. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Áh nei – vit fingu bara javnleik
www.kyndil.fo
Neistamenn eru framvegis ósigraðir í FM-kappingini. Teir taka
alt róliga og hugna sær á vøllinum við skjótum og undirhaldandi
álopsspæli. Verjuspælið goyma teir í skjáttuni og finna tað
fram, tá ið brúk er fyri verjuspælinum. Eftir at Kyndil spældi
javnleik í Kollafirði, eru neistamenn í FM-finaluni.
www.neistin.fo
Heimindarfólk okkara sigur stutt um dystin at yvirhøvur var hetta
ein dystur, sum ikki eigur at sita leingi í minninum.
www.h71.fo
Við Milan Cimburovic, sum høvuðsvenjara, tryggja TB og Royn, at
ungdómur teirra fær bestu venjingarnar, ungdómur kann fáa, og
hervið verða karmarnar eisini av teimum bestu.
www.tb.fo
Norskar kanningar hava staðfest, at yvir 50 prosent av børnum
í 5. skúlaflokki ikki duga at svimja 200 metrar. Norska verjan
hevur eisini staðfest at færri og færri ungdómar duga at svimja,
og tí krevja úrvalssvimjarar sum Alexander Dale Oen og Gard
Kvale nú, at politikarar annaðhvørt seta í verk átøk til at læra
norðmenn at svimja, ella taka tað uppá seg at fólk drukna
www.svimjing.com
Miðlarnir skriva:
Ellingsgaard
roynir seg í Vanløse
Johan Ellingsgaard flutti til Danmarkar í lestrarørindum
síðsta summar. Hann var við frá byrjan hjá Vanløse, sum
spældi venjingardyst móti Ringsted leygardagin. Johan
Ellingsgaard spældi vongverji í høgru í fyrra hálvleiki.
Michael Madsen, venjari, skifti alt liðið út í steðginum. Tað er
framvegis ikki greitt, um Johan Ellingsgaard verður knýttur
at hópinum. Ringsted vann 2-1.
Uni Holm Johannesen
Tað skrivar bold.dk.
Udsen
og
EB/Streymur
hava skrivað undir sáttmála,
sum knýtir hann at felagnum
í 2011. Tað verður væntandi
hansara seinasta kappingarár
í Føroyum, sigur hann við
donsku heimasíðuna.
- Vit skuldu finna eina
fíggjarliga loysn. Eydnaðist tað
ikki, hevði eg skift til Vanløse,
og Michael Madsen, venjari,
skilir mína støðu. Eg treivst væl
í Føroyum, og eg havi lært nógv.
Eg stevni aftur til Danmarkar
eftir kappingarenda í ár, og so
fáa vit at síggja, hvat eg ætli,
sigur Daniel Udsen, sum leggur
dent á, at EB/Streymur skal
finna føroyameistaraheitið í
ár.
Daniel Udsen skifti til EB/
Streym undan kappingarbyrjan
í fjør. Hann hevur spælt fimm
altjóða skrásettar landsdystir
fyri Føroyar.
Udsen hevur áður umboðað
FC Vestsjælland, FC Amager,
Fremad Amager, Greve og
Albertslund.
Udsen valdi
EB/Streym
Fótbóltur Daniel Udsen hevur
verið í samráðingum við Vanløse
seinastu vikurnar, men føroyski
landsliðsleikarin hevur tikið støðu.
Hann heldur fram í EB/Streymi
Daniel Udsen í steypafinaluni móti ÍF á Summarfestivalinum í fjør
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Jan Pytlick (vinstrumegin) og Ulrik Wilbek, koma til Føroya á vitjan
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Jan Pytlick, danskur kvinnu lands-
liðsvenjari, og Ulrik Wilbek, dansk-
ur manslandsliðsvenjari, vitja í Før-
oyum í hesum árini.
Endamálið við vitjanini er at
geva føroyskum hondbólti íblást ur.
Tað sigur Kristian Johansen, sum er
formaður í HSF.
– Ætlanin er, at teir skulu kunna
før oyskar venjarar og geva teimum
íblástur at hugsa nýtt og øðrvísi,
sig ur hann.
Kristian Johansen hugdi at
HM-finaluni í gjár, og hann hevði
ikki neyðugu upplýsingarnar um
vitj anina, tá Sosialurin ringdi til
hansara í morgun, stutt fyri evsta-
mark. Hann veit ikki at siga, hvat
vitjanin fer at kosta HSF, men
nevndin skal ikki langt niður í
lumman, tí danska hondbólts sam-
bandið plagar at veita HSF holla
hjálp.
– Vitjanin er partur av sam-
starvs avtaluni,
sigur
Kristian
Johansen.
uni@sosialurin.fo
Pytlick og Wilbek
til Føroya
Hondbóltur Donsku landsliðsvenjararnir, Jan Pytlick
og Ulrik Wilbek, vitja í Føroyum í hesum árini. HSF og
danska hondbóltssambandið hava samstarvsavtalu