mánadagur 31. januar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Fyrst vann Torstein Brattaberg
úr Vestmanna Róðrarfelag gull
hjá teimum 15 ára gomlu, ið
róðu 2000 metrar. Longu eftir
fyrstu 500 metrarnar var hann
farin
hálvtsjeynda
sekund
fram um hinar, og munurin
helt sær allan vegin, so hann at
enda kom á mál við tíðini 6:35.5
minuttir – átta sekund framm
an fyri nummar tvey.
Løtu seinni gjørdi Sverri
Sand berg Nielsen úr Miðvágs
Róðrarfelag honum kynstrið
eftir við at vinna gull á 2000
metra teininum hjá teimum 18
ára gomlu. Her sást munurin
á honum og restini so líðandi,
men hann var alla tíðina á odda.
Á mál inum hevði hann tíðina
6:13.8, sum var 1718 sekund
betur enn hjá tí næstbesta!
Eisini kvinnurnar vóru við
millum tey fremstu, tí Anna
Mary Davidsen úr Havnar
Róðrar felag vann gull á 2000
metra teininum hjá kvinnum
1922 ár við tíðini 6:58.9 min
uttir. Eftir fyrstu 500 metrar
nar var hon næstfremst, men
var á odda, tá teinurin var hálv
runnin, og at enda var hon góð
seks sekund framman fyri
numm ar tvey.
Umframt
hesi,
gjørdist
Bergur Robert Dam Jensen
numm ar seks hjá monnum í
lættvekt, og Vermund Vester
gaard, Finnur Johannesen og
Kári Brattaberg úr Vestmanna
Róðrarfelag endaðu á sjeynda
til níggjunda plássi í opna
bólk inum hjá monnum.
Tilsamans
565
røðarar
vóru við í kappingini í Glad
saxe høllini leygardagin, sum
Bagsværd Roklub skipaði fyri
í samstarvi við Concept 2 Dan
mark.
hilmarjan@sosialurin.fo
TRÍFALT DM-GULL
Torstein Brattaberg úr Vestmanna Róðrarfelag, Sverri Sandberg
Nielsen úr Miðvágs Róðrarfelag og Anna Mary Davidsen
úr Havnar Róðrarfelag gjørdust øll trý danskir meistarar í
inniróðri, tá stóra DM-kappingin var í Gladsaxe leygardagin
Glaðir fraklendingar eftir finalusigurin á Danmark
Tríggir
føroyingar
danskir
meistarar
KAppRóðUR Í stóru kappingini um
danska meistaraheitið í inniróðri, sum
var í Gladsaxe leygardagin, gjørdu
tríggir føroyingar bart og vunnu ikki
færri enn trý gullheiðursmerki
Heri Simonsen
Danmark og Frakland spældu
eina minniliga HMfinalu, sum var
ein framúrskarandi reklama fyri
altjóða hondbóltin. Aftaná van liga
leiktíð stóð á jøvnum 3131. Frakland
var væl betri í fyrra hálv leiki.
Frakland kom á odda 20 beina
vegin, og Frakland hevði leiðsluna
so at siga allan dystin. Ikki fyrr
enn í næstseinasta sekundi javnaði
Bo Speller berg til 3131. Danmark
var ongan tíð á odda í tí vanligu
leiktíðini. Frakland var á odda 15
12 í steðginum, og tað tyktist sum
teir høvdu tamarhald á støðuni,
men seinasta korterið av vanligu
leiktíðini gjørdi Danmark veruliga
ein vørr.
Í longdu leiktíðini var Frakland
á odda 3433 aftaná teir fyrru fimm
minuttirnar. Stutt frammanundan
hevði Danmark verið á odda –
fyri fyrstu ferð í dystinum – 3332.
Frakland legði seg framum 3634.
Danmark satsaði og fekk minkað
til 3635. Danir fingu ikki bóltin av
frak lendingum í tí seinasta álop
inum í dystinum. Ístaðin var tað
Michael Guigou, sum setti bóltin í
netið til 3735, sum gjørdist endaliga
úrslitið.
Landin, Karabatic
og Hansen
Niklas Landin í danska málinum
átti veruliga sín lut í, at danska
liðið kundi fylgja fraklendingum
allan vegin.
Danski
málverjin
hevði
22
bjarg ingar, m.a. tvey brotskøst.
Thierry Omeyer tók ikki líka nógv,
sum Niklas Landin, men Thierry
Omeyer hevði nakrar sera avger
andi bjargingar, ikki minst í tí
longdu leiktíðini, tá Frakland vann
sær eina tveymáls leiðslu.
Nikola Karabatic hjá Fraklandi
og tann bert 22 ára gamli Mikkel
Hansen hjá Danmark vóru báðir
sera eyðsýndir. Teir skoraðu 10
mál í part. Nikola Karabatic var
eitt satt arbeiðsgrev, og hann setti
eina tjúkka posisjón undir sín ovur
honds stóra leiklut fyri tað franska
liðið.
Ikki síðani 1974
Frakland er fyrsta landið síðani
Rumenia í 1974, sum endurvinnur
heims meistaraskapið í mans hond
bólti. Og hevur landið víst eina
ræðandi styrki síðani 2008.
Frakland hevur nú vunnið fýra
meist araheiti á rað. Olympiska
meist araskapið
í
2008,
heims
meist ara skapið í 2009, europa
meist ara skapið í 2010 og nú aftur
heimsmeistaraskapið í 2011.
Bulurin á hesum sterka franska
liðnum verður inntaktur fram til
olympisku leikirnar í London á
sumri í 2012. Frakland verður tí liðið,
sum vinnast skal á tey komandi
endaspølini.
Danska liðið hevur tó nógvar
ungar spælarar, sum geva vónir um,
at eitt gullheiðursmerki kanska ikki
er so ræðuliga langt burtur.
Spania vann bronsu
Spania vann 2423 á Svøríki í bronsu
finaluni. Tað vóru tvey rættiliga
troytt lið spældu sín níggjunda
dyst uppá 16 dagar, og tað sást væl
á báðum liðunum, tá HMbronsan
skuldi finna sín eigara. Tað leikaði
stórt sæð javnt á allan dystin, og
lítil mál munur var gjøgnum allar 60
minuttirnar. Støðan í hálvleikinum
var javnleikur 1111.
Spania hevði tvær trýmáls
leiðslur í seinna hálvleiki, har liðið
var á odda 1613 og 1916. Svenski
málverjin, Johan Sjöstrand helt
Svøríki inni í dystinum, og Svøríki
kom uppá javnleik 2222, tá fimm
minuttir vóru eftir av dystinum.
Spania kom á odda 2422, og tá
kláraði Svøríki bara at svara aftur
einaferð. Spania átti seinasta álopið
í dystinum, og teir mistu ikki bóltin
hesa løtuna, og tryggjaðu sær
brons una.
Ísland nummar seks
Ísland gjørdist nummar seks í
HMendaspælinum. Ísland tapti
3334 ímóti Kroatia í dystinum
um fimta plássið. Ungarn vann
tann sera týðandi dystin ímóti
Pól landi um sjeynda plássið, sum
gevur beinleiðis atgongd til OL
endaspælið í London á sumri í
2012. Noreg vann 3231 á Serbia í
dystinum um níggjunda plássið.
Fýra
norðurlond,
Danmark,
Svøríki, Ìsland og Noreg eru sostatt
mill um heimsins níggju bestu hond
bóltstjóðir. Frægasta liðið uttanfyri
Europa er Argentina, sum gjørdist
nummar 12. Europa eigur sostatt 11
tey fremstu HMliðini.
Hetta boðar frá góðum, tá EM
endaspælið verður í Serbia í døg
unum 17. Til 29. januar í 2012.
Frakland 35
Danmark 37
31-31 (15-12)
Frakland: Nikola Karabatic 10,
Michael Guigou 7, Luc Abolo 5, Jérome
Fernandez 5, Bertrand Gille 4, Xavier
Barachet 3, William Accambray 2
Danmark: Mikkel Hansen 10, Lars
Christiansen 5, Bo Spellerberg 4, Jesper
Nøddesbo 3, Anders Eggert Jensen 3,
Hans Lindberg 3, René Toft Hansen 2,
Lasse Boesen 2, Mads Christiansen 1
Frakland vísir
ræðandi styrki
HonDbóLTUR Danska liðið stríddist manniliga
í HM-finaluni, og longd leiktíð skuldi til, áðrenn
fraklendingar aftur tryggjaðu sær gullið