mánadagur 31. januar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Í næsta mánaði skal altjóða
flog bóltsdómarin, Jan Hentze,
av landinum at døma altjóða
flogbóltdyst, sum er ein av
áttanda partsfinalunum
í
Challenge Cup-kappingini hjá
kvinn um. Hesin dystur verður
spældur í Finlandi millum
finska LP Salo og schweiziska
Kanti SchaffHausen.
Jan, sum gjøgnum árini
hevur dømt væl yvir hálvt-
hundrað altjóða flogbóltsdystir,
skal hesa ferð verða annar
dóm ari hjá norðmanninum
Andreas Myredal, ið verður
fyrsti dómari.
Challenge Cup-kappingin
hjá kvinnum er tann »lítla«
steypa kappingin hjá europeiska
flog bóltssambandinum, CEV,
og fevnir um lið, sum eru eitt
sindur lægri enn tey, ið spæla
í Challenge League- og CEV
Cup-kappingunum.
Tveir landsdystir
Hesin kvinnudysturin, sum Jan
Hentze skal døma í Finlandi,
verður hansara fyrsti í longri
tíð, men ábendingar eru um, at
fleiri spennandi avbjóðingar
verða næstu tíðina. Í øllum
førum hevur hann fingið at
vitað, at hann í juli mánaði er
sett ur at døma tveir landsdystir
mill um Holland og Spania.
Hetta eru tveir dystir í
European League 2011 fyri
lands lið, og báðir dystirnir
verða spældir í Hollandi, har
Jan skal døma saman við ein-
um polskum dómara, Tomasz
Janik. Fyrra dystin verður Jan
fyrsti dómari og tann seinna
annar dómari.
Holland og Spania teljast
millum tær frægu flogbóltstjóð-
irnar í Europa, tí tá EM var í
2009, gjørdist Holland nummar
sjey og Spania nummar níggju.
Hinvegin var Holland ikki við í
HM-kappingini í fjør, men har
gjørdist Spania so nummar 12.
Altjóða
avbjóð ingar
flogbóltur Jan Hentze hevur fingið
fleiri altjóða avbjóðingar komandi
tíðina. Millum annað skal hann døma
tveir dystir millum Holland og Spania
AVbJóÐINgAr
Jan Hentze hevur ikki dømt so nógvar altjóða dystir í síðstuni,
men fyri framman standa nú fyribils tríggjar uppgávur
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen
Kvinnustigini niður í helvt
KVINNuflogbóltur Kappingin um FM-finaluna
stendur fyrst og fremst millum Mjølnir, Fleyr og SÍ, men
nú stigini eru koyrd niður í helvt og munurin millum
liðini minkaður, er ÍF eisini farið at nærkast. Tí kann
roknast við einum spennandi og breiðum endaspurti
Hilmar Jan Hansen
Leingi var SÍ oddalið í Eik-liguni hjá
kvinnum, men herfyri fóru bæði
Mjølnir og Fleyr framum, og í løtuni
er Mjølnir oddalið, meðan Fleyr og
SÍ hava sama stigatal, men annars
standa á stigatalvuni í nevndu rað-
fylgju. Har er kortini bara eitt stig
millum tey bæði og oddaliðið.
Men um vikuskiftið, tá stigini
blivu koyrd í helvt, tí kvinnurnar
nú hava spælt tríggjar fimtingar av
kappingini, minkaði munurin mill-
um liðini, og tað broytti myndina
beint aftan fyri tey trý eitt sindur.
ÍF, ið hevur ligið væl niðanfyri, vann
tveir týdningarmiklar sigrar – harav
annar var ímóti TB – og brádliga eru
kvinnurnar úr Fuglafirði bara trý
stig aftan frá einum finaluplássi.
Tað gevur kappingini eitt øðrvísi
perspektiv, um tað nú altso vísir
seg, at ÍF veruliga er komið í gongd,
ella um orsøkin var tann, at annað
mótstøðuliðið »bara« var KÍF og hitt
eitt sera skert TB-lið. Eru ÍF-kvinn-
urnar á veg fram, kann tað gerast
sera spennandi, og í øllum førum er
tað kærkomið, at onkur blandar seg
upp í kappingina, ið higartil bara
hevur sæð út til at staðið millum
trý tey fremstu liðini.
Fleiri dupultsigrar
Leygardagin vann ÍF á heimavølli á
Kambsdali ein tryggan 3-0 sigur á
KÍF, og í gjár var ÍF so á vitjan hjá
TB í Trongisvági, har ein 3-1 sigur
spurdist burturúr. Serliga merkis-
vert er, at ÍF vinnur á TB á útivølli,
men tá skal eisini sigast, at fleiri av
spæl arunum hjá TB sita uttanfyri
við skaða, og tá nógv lá á Gudrid
Nolsøe sum spælandi venjara, var
tað lutfalsliga lætt hjá ÍF at koyra
spælið uttan um hana.
Mjølnir er tað av liðunum har
frammi, ið sær best út, og tað stað-
festu klaksvíkskvinnur ikki minst,
tá tær vesturi í Sørvági vunnu 3-1
á SÍ. Gamaní, vann SÍ fyrsta settið,
men so setti Mjølnir seg tungt á
næstu trý settini, harav annað sett
var reinur uppvísningur, tí tá var
mestsum bara eitt lið á vøll inum.
Og eins og ÍF, vann Mjølnir so eisini
ein tryggan sigur á KÍF, og odda-
sessurin var eftir dupulta umfarið
á tryggum hondum.
Eisini hjá Fleyr hilnaðist væl, tí
leygardagin gjørdist tað ein tryggur
heimasigur á TB, og í gjár var tað
bara í fyrsta setti í útidystinum
ímóti Ternuni, at nakar serligur
slingur var í valsinum hjá havnar-
kvinnum, ið tó ofta tykjast ringastar
fyri seg sjálvar, tí úrslitini hava hug
at svinga, tá mest er brúk fyri, at tey
eru støðug. Potentialið er avgjørt til
staðar, men enn er tað ikki komið til
sín fulla rætt.
SÍ minst burturúr
Av teimum trimum fremstu, var tað
SÍ, ið fekk minst burturúr. Sjálvandi
kostaði ósigurin leygardagin ímóti
Mjølnir nógv, men tá SÍ so í gjár á
heimavølli spældi grannauppgerð
ímóti Drátti, ið higartil bara hevur
vunnið ein av 14 dystum, stóð fast
at byrja við. Dráttur legði bragdliga
fyri og vann fyrsta sett, og tað var
um reppið, at liðið eisini fór avstað
við øðrum setti. Men SÍ fekk reist
seg og spælt seg upp, so liðið fram-
vegis er væl við í kappingini millum
tey fremstu.
At munurin millum øll liðini er
minkaður, nú stigini eru farin niður
í helvt, fer óivað eisini at síggjast
í kappingini millum tey lægru
liðini. Har eru tað serliga Ternan
og KÍF, ið kappast um ikki at enda
næstniðast, og ógjørligt er at taka
dagar ímillum, hvat av teimum
báðum liðunum kann standa seg
best. Neyvan skal tó roknast við,
at nakað teirra fer at nærkast TB
av álvara, tí har eru hóast alt fýra
stig upp.
Dráttur, ið er aftast, vísti tó
dygdir ímóti SÍ, og so fæst at síggja,
um tað bara vóru tær dygdirnar,
liðið megnar at finna í einari
granna uppgerð, ella um spælið
er við at koma á slóðina aftur.
Óansæð, so kann eisini nógv henda
í botn inum, so teir báðir síðstu fimt-
ingar nir av kappingarárinum verða
helst ikki minni spennandi enn teir
tríggir undanfarnu.
hilmarjan@sosialurin.fo
MJØlNIr bESt fYrI
Av teimum trimum fremstu er Mjølnir best fyri, og ikki minst mundi tað geva sjálvsálitinum
hjá klaksvíkskvinnum eitt kvink rætta vegin, at tær leygardagin vunnu á SÍ á útivølli
Mynd: Álvur Haraldsen
flEYr HóttIr
Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu báðar sínar dystir um vikuskiftið,
sum vóru ímóti TB (myndin) og Ternuni, og tí er Fleyr eisini
sera væl við í kappingini um at koma í FM-finaluna
Mynd: Álvur Haraldsen