mánadagur 31. januar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tríggir dystir vóru um vikuskiftið
í Eik-liguni hjá monnum, men ikki
kann sigast, at teir broyttu stiga-
talvuna stórvegis. ÍF vann báðar
sínar – ávikavist ímóti Fleyr og TB
– og sær framvegis út til at gerast
tryggur vinnari av landskappingini.
Tað gevur sess í FM-finaluni og
heimavøll í einari møguligari triðju
finalu.
Fleyr, ið hevur ligið á fjórða plássi
tað mesta av kappingarárinum,
hevði staðið munandi betri í tí, um
tað hevði eydnast at koppað ÍF
leygar dagin, og tí er spurningurin,
um tað hjálpti so nógv, at Fleyr í
gjár vann á SÍ.
Mjølnir, ið ikki spældi um viku-
skiftið, eigur ein dyst á í mun til SÍ
og Fleyr, og tí kunnu klaksvíkingar
gera ein vørr og troðka seg heilt
fram á næstfremsta plássið. Møgu-
leikin liggur helst fyrst og fremst í,
at ivasamt er, hvussu nógv veiggj
er eftir í SÍ-liðnum, sum í hesum
ár inum bara sær út til at verða
viknað.
Seinnapartin leygardagin var
Fleyr á Kambsdali og vitjaði ÍF. Í
fyrsta setti megnaðu havnar menn-
inir at geva fuglfirðingum dygga
mótstøðu, men ÍF vann 28-26 og
reið stormin av. Í teimum báðum
seinnu settunum sat ÍF á tí og vann
rímiliga trygt, og tað merkti fyri
Fleyr, at ein týdningarmikil møgu-
leiki fór til spillis.
Rajko á skaðastovuna
Í gjár tók Fleyr ímóti SÍ í Gunda-
dalshøllini, og hóast tað gjørdist
ein fimmsettari, ið endaði við sigri
til Fleyr, er spurningurin, um tapið
leygardagin ikki kostaði so mikið
nógv, at sigurin sunnudagin ikki
bleiv so søtur, sum hann kundi
blivið tað.
Fleyr byrjaði væl og tók fyrsta
sett, men so svaraði SÍ aftur í
teimum báðum næstu, áðrenn
Fleyr aftur vann og fekk eitt fimta
sett, sum havnarmenninir eisini
vunnu. Fyri SÍ var hetta ikki so
gott, tí umframt at tapa dystin,
misti liðið eisini Rajko Petrovic av
vøll inum, tá hann stoytti saman við
ein av liðfeløgunum og noyddist út
á skaðastovuna at venda. So mikið
er farið burturav hjá sørvingum
higartil, at teir ikki hava ráð til eis-
ini at missa Rajko.
Hin dysturin í gjár var í Trongis-
vági, har TB tók ímóti ÍF, ið hevði
skaðar at dragast við, so liðið kundi
verið sterkari. Hesum royndu teir í
TB at gera sær dælt av, men hóast
teir stríddust fyri sakini – serliga
tey bæði fyrru settini – megnaðu
teir ikki at skala ÍF, ið fekk sín 3-0
sigur og staðfesti oddasessin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 Mjølnir
14
12
2
39
10
29
12
2 Fleyr
14
11
3
36
17
19
11
3 SÍ
14
11
3
34
18
16
11
4 ÍF
14
8
6
29
21
8
8
5 TB
14
7
7
26
28
-2
7
6 Ternan
14
3
11
14
37
-23
3
7 KÍF
14
3
11
13
38
-25
3
8 Dráttur
14
1
13
18
40
-22
1
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
14
12
2
38
11
27
14
2 SÍ
13
9
4
31
13
18
10
3 Mjølnir
13
7
6
24
21
3
7
4 Fleyr
13
5
8
17
28
-11
5
5 TB
13
0
13
2
39
-37
0
Fleyr - TB 3-0
(25-15, 25-16, 25-21)
ÍF - KÍF 3-0
(25-14, 25-12, 25-19)
SÍ - Mjølnir 1-3
(26-24, 7-25, 20-25, 23-25)
SÍ - Dráttur 3-1
(21-25, 28-26, 25-21, 25-15)
KÍF - Mjølnir 0-3
(16-25, 20-25, 17-25)
Ternan - Fleyr 1-3
(25-23, 16-25, 23-25, 25-15)
TB - ÍF 1-3
(20-25, 26-24, 23-25, 17-25)
ÍF - Fleyr 3-0
(28-26, 25-16, 25-20)
TB - ÍF 0-3
(19-25, 17-25, 14-25)
Fleyr - SÍ 3-2
(25-23, 22-25, 15-25, 25-18, 15-9)
TRYGT ODDALIÐ
ÍF vann um vikuskiftið bæði á Fleyr (myndin) og TB, og tí er eingin
ivi um, at fuglfirðingar fara at kanna sær annan FM-finalusessin
Mynd: Álvur Haraldsen
Lítið og einki broytt
MAnsfLOGbóLTuR Hóast Fleyr basti SÍ í gjár, skal nógv
vinnast aftrat, um eitt pláss í FM-finaluni skal síggja
realistiskt út. Skal nakar bjóða SÍ av í kappingini um seinna
finaluplássið, sær Mjølnir út til at vera ein størri avbjóðari
MunAR LÍTIÐ
Hóast Fleyr í gjár vann á SÍ, er spurningurin, um sigurin munar so mikið, at Fleyr megnar at taka seg fram á sørvingar og fáa pláss í FM-finaluni
Mynd: Álvur Haraldsen