Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge - Liverpool Andy Gray er skoti og er føddur í 1955 í Glasgow. Hann hevur spælt fótbólt í bæði Skotlandi og Onglandi, áðrenn hann gjørdist víðagitin fótbóltsviðmerkjari hjá SkySports. Hann byrjaði sína yrkisleið í fótbólti í 1973 í Dundee United sum framherji, har hann skoraði 46 mál í 62 dystum. Í 1975 skifti hann til Aston Villa, ið júst vóru fluttir upp í bestu deildina í Onglandi. Hann gjørdist toppskorari í fyrsta kappingarárinum í Aston Villa. Árið eftir skoraði hann ikki minni enn 29 mál. Hetta árið var hann kosin til ársins unga leikara og ársins leikara. Tað var fyrstu ferð, at nakar leikari var kosin til bæði tvey sama árið. Bragdið var ikki endurtikið fyrr enn 30 ár seinni, tá ein ávísur Cristiano Ronaldo ráddi fyri borgum í Manchester United. Lagnunnar speiðsemi Í 1979 skifti Andy Gray til Wolver­ hampton fyri £1,5 millión, sum var bretskt met. Her var Andy Gray við at vinna lítlu steypakappingina í Onglandi, League Cup, og hann fylgdi liðnum niður í næstbestu deild ina, hóast hann hevði eitt til­ boð frá Manchester United. Meðan Andy Gray var í Wolver­ hampton, segði hann við enskar miðlar, at hann kundi væl hugsa sær at enda sína yrkisleið á Molineux, sum er heimavøllurin hjá Wolver­ hampton. Lítið visti hann, at tann dreym urin gjørdist veruleiki, tá hann góð 30 ár seinni var koyrdur frá sum viðmerkjari, eftir at hann til dyst millum Wolverhampton og Liver pool vísti ósømuligan málburð mót vegis kvinnuligum linjuverja. Í 1983 skifti Andy Gray til Everton og gjørdist hann ein væl dámdur leikari har. Men tvey ár seinni keypti Everton Gary Lineker og Andy Gray fór aftur til Aston Villa. Hetta var byrjanin til enda hjá Any Gray sum fótbóltsspælara. Hann gavst at spæla í 1990 og gjørdist part ur av venjara toyminum hjá Sheffield Wedensday. Keys og Gray møtast Í 1992 gjørdist Andy Gray við­ merkjari hjá SkySports, sum kolvelti enskan fótbólt, tá Premier League var stóvnað. Richard Keys er føddur í 1957 í Coventry og hevur arbeitt í sjónvarpsheiminum tað mesta av síni yrkisleið. Hann var vertur fyri sending á ITV­rásini, umframt at hann var frásøgumaður til fótbólts­ dystir. Í 1990 skifti Richard Keys til nýstovnaði SkySports rásina, har hann í samfull 20 ár hevur verið ímyndin av fótbóltinum hjá teimum. Í 2002 hevði Richard Keys verið vertur fyri 1.000 dystum á SkySports Richard Keys yvirtalar seg Undan gøluni um kvinnuliga linju verjan og varaforkvinnuna í West Ham, hevði Richard Keys longu yvirtala seg í nøkrum før­ um. Í 2007 var hann lítið blíður um Svangaskarð og dystin millum Føroyar og Scotland. Í fjør spilti hann Theo Walcott út, meðan Arsenal spældi móti Barcelona. SkySports kom við eini umbering fyri viðmerkingarnar um Svanga­ skarð og segði at Richard Keys hevði verið til arbeiðis í seks tímar og var troyttur, tá hann yvirtalaði seg. Tað vóru serliga skotar, ið kendu seg raktar av viðmerkinginum, men SkySports vóru skjótur at vísa á, at við merkingarnar vóru beindar móti Svangaskarið! Líkini bólta úr skápinum Eftir gøluna um ósømuliga atburðin og málburðin móti kvinnum, sum teir báðir høvdu framt »off­air,« standa núverandi og fyrrverandi starvs fólk í kø fyri at fortelja sína søgu. Fleiri kvinnur hava verið í bretskum miðlum og fortalt søgur um atburðin hjá Andy Gray og Richard Keys á arbeiðsplássinum. Felags fyri allar er, at tær kendu seg illa viðfarnar av teimum báðum vertinum. SkySports valdi at koyra Andy Gray eftir at tað komu fleiri sjón­ varps­ og ljóðbrot fram, har hann vísti ósmøuligan atburð og mál­ burð. Richard Keys valdi stutt eftir at fara frá sjálvur. Eftir 20 ár sum stjørnu­vertir fyri topp fótbólti á SkySports, eru Richard Keys og Andy Gray nú arbeiðsleysir og teirra eftirmælið hevur fingið ein stóran svartan plett, ið aldrin kann vaskast av aftur. trondur@sosialurin.fo Eitt spilt eftirmælið Fótbóltur Mest umtalaðu menninir í Onglandi seinastu vikuna eru SkySports-vertirnir, Richard Keys og Andy Gray. Teir eru báðir fortíð í SkySports eftir 20 ár sum oddamenn fyri Premier League fótbólti í enskum sjónvarpi orsaka av ósømuligum atburði og málburði móti kvinnum. Sosialurin hevur hugt eitt sindur nærri at hvørjir teir báðir eru Onkur burdi fari oman og lært hana um rangstøðu Andy GrAy, Tá hAnn fær AT viTA, AT TAð er ein kvinnuLiGur Linjuverji TiL dysTin miLLum WoLverhAmpTon – LiverpooL Daft little ground, silly game, fuck off richArd keys um dysTin miLLum føroyAr oG skoTLAnd í 2007 26 ára gamla Sian Massey, kom annars væl frá uppgávu á Molineux John Petersen skorar móti Skotlandi á Svangaskarði Fyrrverandi SkySports frásøgumennininr, Andy Gray og Richard Keys Andy Gray í sínum hárføgru Wolverhampton døgum Kappingarárið 1976-77 leikti Andy Gray við Astin Villa, og bleiv valdur til »Young Player of the Year«