mánadagur 31. januar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
26
Sosialurin
Tað er ringt at byrja eitt tílíkt minningarorð. Ein
hevur bestan hugin til, at einki minnigarorð skuldi
skrivast. At alt bert var ein misskiljing, og at tú
kemur flennandi inn í gjøgnum dyrnar og biður um
ein kaffimunn. Men veruleikin er ikki altíð tann
søtasti bitin! Tíðir sum hesa kennist bitin ikki bert
beiskur, men rotin.
Tað er ringt at ímynda sær hví eitt menniskja
sum tú skuldi verða tikið frá konuni, børnunum,
abbasoninum, mammuni og øllum okkum, ið elskaðu
teg so nógv. Heimurin tykist so sera fátækur uttan
títt lætta lyndi, tín látur og tínar skemtiligu speisku
viðmerkingar.
Eg minnist sum barn, at eg gleddi meg til tú
komst á vitjan. Eg helt altíð tú vart so hugnaligur
at vera saman við, og so vart tú so sera stuttligur.
Tú manst hava verið borðfúti í fleiri brúðleypum í
familjuni, tí eg kallaði teg bara ”bestemmi maðurin”
sum smágenta. Eg helt, at um man skuldi í brúdleyp,
so var tað sjálvsagt, at tað var tú, ið ”bestemmaði” í
brúdleypinum.
Nei, ikki er tað lætt at ímynda sær, at tú ikki
telist ímillum okkum longur. Upp aftur verri er
tað hjá tínari elskaðu konu, børnum, abbasoni og
mammu. Okkara tankar og bønir hava verið við
teimum, serliga í dag, nú jarðarferðin skuldi verða í
Syðrugøtu. Nei, ikki kann man siga, at hetta er nemt
at skilja! Tíðin lekir øll sár, verður sagt. Eitt tílíkt sár
verður kanska til eitt arr hjá tínum kæru einaferð.
Hetta arrið fer altíð at síggjast, og bera eitt sorgblítt
dæmi.
Eitt er vist, deyðin steðgar ikki tær í at geva gleði
til onnur. Nú finna vit gleðina í mongu minnunum
um teg, kæri Andreas.
Vónin brostin
Gleðin sløknað
Ilt er á morgni
Aftur at vakna
Hví hetta hendi
Ikki vit skilja
Lívsglæman kámað
Alt ov tíðliga
Men tó vit vita
At Guð hin kæri
Teg fevnir og elskar
Í himmalsins garði
Hvíl í friði
Maria
Tá eg fyri stuttum var ein
túr í Nólsoy, møtti eg Kjeld
úti undir Botnagarði, har
vit komu í prát. Vit fylgdust
út á Másanestið og tosaðu
um, hvussu Nólsoyar Vík
var broytt í okkara tíð. Fyri
eystan var Hørgin og Eiðið
somuleiðis ikki at kenna
aftur. Holið, sum brimið
hevði sligið ígjøgnum Hørg
ina seinast í 19. øld, var
smokk að saman, og Træ
brúgvs dammur undir Eið
in um var burtur. Mýran,
ið hevði verið spælipláss
hjá nólsoyarbørnum í fleiri
ættar lið, lá nú undir nú tím
ans graslíki og var vorðin
fót bóltsvøllur í bygd ini. Jú,
vit vóru samdir um, at tíðin
stendur ikki í stað, og alt
umhvørvið bæði fyri eyst
an og vestan er munandi
broytt av tíðarinnar tonn og
manna hond.
Meðan vit stóðu og lótu
hugin sveima, segði Kjeld
mær, at hann var farin undir
a læra seg italienskt mál, og
at hann hevði fingið rættiliga
fatur í endanum. Tó harmaði
tað hann, at hann ikki á
yngri árum var farin undir
at læra enskt, so hann nú
hevði megnað betur at tala
enskt. Áhugin fyri at víðka
sjónarringin brann honum í
barmi.
Tá vit høvdu staðið eina
løtu og hugleitt um farn
ar
tíðir,
fekk
samrøðan
okkum at fara niðan á Eið.
Gingu fram við húsunum
í Stuttholu, sum nú eru
fólkatóm, og niðan á Eiðið,
har vit tosaðu um tey gomlu
sjaldsomu gróthúsini, sum
høvdu staðið á Eiðinum í
fleiri mannaminnir, og nú
tyktust ikki at eiga nakaran
góðan. Hvør hevði átt tey,
ella hvør hevði nýtt tey í
okkara tíð. Eisini hugdu
vit at Kleivuni, sum nú er
burturlopin, har vit sum
smádreingir plagdu at klúgva
upp og niður av Eiðinum fyri
eystan. Nei, Eiðið er ikki tað,
tað hevur verið, vóru vit
samdir um. Heldur ikki vit,
farnir um tey seksti, ið høvdu
leikt sum piltar á Mýruni og
í Træbrúgvsdammi. Tosið
helt fram um barnaminnir,
meðan vit fylgdust aftur
heim í bygdina.
Áðrenn vit skiltust við
Avhaldshúsið, spurdi eg Kjeld,
um hann mintist, hvønn
sálm honum dámdi best í
skúlanum. Hann var ikki
seinur at svara: Morgunstund
á heimsins grund. Jú, segði
eg. Hatta minnist eg væl.
Helst hevur lagið hugtikið
teg, tí tú elskaði tónleik
og vart musikalskastur av
børnunum í flokkinum. Vit
skiltust. Kjeld fór til handils,
og eg fór spakuliga út á
Klivar, tí eg skuldi aftur til
Havnar.
Tað kom dátt við, tá eg
pálsmessudag hoyrdi, at Kjeld
var farin 62 ára gamal. Hóast
hann var gott ár yngri enn eg,
so høvdu vit manga løtuna
saman frá barni av. Tað vil so
vera. Í lítlari bygd, har skúlin
ikki er árgangsbýttur, koma
fleiri árgangir at fylgjast í
sama flokki. Soleiðis var við
okkum.
Kjeld
var
evnagóður,
men rættiliga egin. Hevði ilt
við at liva í skipaðum sam
felagi við onnur. Dugdi illa
at skilja, at samfelagið bæði
veitti og kravdi nakað av
einstaklinginum. Hann vildi
klára seg sjálvur og liva á
sín hátt og uttan hjálp frá
øðrum. Hetta fekk mangan
bygdarfólkið at smílast.
Kjeld hevði sera stóran
áhuga fyri tøkni og dugdi
at fáast við tøkni. Her var
Mikkjal á Malarenda, sáli
mangan góður í ráðum.
Við Mikkjalsa leiðbeining
megn aði Kjeld tíðum at gera
tøkniligar ábøtur á radio og
onnur eltól. Ein áhugi, ið
fekk hann at starvast sum
radioamatørur í nógv ár.
Tað eru mong sum minnast
kallibókstavir hansara, No
vember 1.
Kjeld var sera musikalskur.
Eitt eyðkenni fyri túnafólkið.
Var ein gittarsnidlingur av
teimum bestu. Spældi klass
iskan guitar. Tað var ikki
so sjáldan, at hann savnaði
fólk um seg, tá hann sat í
neystinum og spældi og sang
egin løg. Seinni fór hann at
spæla klaver og harmoniku,
nakað ið fall honum lætt.
Tónleikur fylti nógv í lívi
hansara. Eisini dámdi honum
væl at telva.
Kjeld var prúður og væl
vaksin. Sum ungur var hann
av bestu svimjarum, og kuldi
rein ikki við hann. Tað var
ikki óvanligt, at Kjeld svam
einsa mallur út millum gággu
skipini, sum lógu á víkini.
Fleygamaður var Kjeld
av teimum bestu. Gjørdi
til tíðir nógv av at fleyga
náta
í
bakkanum
runt
oynna. Var tann fyrsti nóls
oyingurin, sum gjørdi eina
roytingamaskinu, tí hann
var uppfinnari. Kundi sita
einsamallur í rúma tíð og
eygleiða brim, og hugleiða
um orkuna, ið var í sjónum.
Var eitt natúrmenniskja, ið
treivst væl einsamallur í
Guds fríðu natúr.
Seinastu áruni var Kjeld
nógv at síggja í báti. Sigldi
túrar til ymsar bygdir fyri
at síggja seg um. Var sera
hugtikin av Sandoynni, ið
hann tíðum vitjaði. Stim aði
suður á Skálavík og hevði
onk untíð knallert við í bát
inum, sum hann so nýtti at
flyta seg til hinar bygdirnar á
oynni. Í Skálavík var so vítt í
mun til Nólsoy, tók hann til.
Nú loysur Kjeld ikki bát
sín aftur í Stórumøl. Guitar
og klavertónarnir eru tagn
aðir, tí lívsleiðin steðgaði
brád l iga. Ein eyðkend bygdar
mynd, ið fór stillisliga um
í bygdini, er horvin. Friður
verið við minninum um Kjeld
Thomsen.
Egon Hansen
Kjeld Thomsen,
f. 21.12.1948, d. 25.01.2011.
Nøvn
Minningarorð
um systkina
barnið Andreas