Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 Sosialurin Góði abbi. Tað er við sorgblídni og sakni at eg skrivið tær hesar fáu reglur. Bakstur dámdi tær væl at fáast við og júst bakarayrkið gjørdist eisini tín lívsleið. Eitt yrki har hegni og dugna­ skapur tín veruliga kom til sjóndar. Eg minnist at tá eg var lítil smádrongur, plagdi tú altíð at fortelja mær um bakaríið hjá Frants Restorff, og sum oftast endaði tað við, at tú segði »í dag havi eg bakað 300 bollar«. Og tað helt eg vera øgiligt, tí í mínum hugaheimi var als ikki rúm fyri so stórari rúgvu av boll­ um. Teir vóru jú so nógvir, at tað nærum var nokk til øll fólk í Havn helt eg. Og so vóru tað kransa­ køk urnar, sum tú var kendur fyri. Óiva er fáur sum dugir at gera tær kynstrið eftir, so flottar og stórbærar, sum tær vóru. Mær er sagt um eina sera flotta kransakøku, sum tú hevur gjørt. Hon var nakað heilt fyri seg, formað sum ein barnavognur við dýnu og øllum, sum har til­ hoyrur. Eingin ivi um, at tú var sannur listamaður innan yrki títt. Og so vóru tað biltúrarnir hjá okkum. Væl dámdi tær at fiska laks, og tú visti eisini, hvar man kundi fáa teir. Ofta fóru vit niðan til Saksunar, og har segði tú mær so frá øllum teimum støðum, ið best vóru at standa um ein royndi eftir laksi ella sílum. Tá sá eg í eyg unum á tær, at hatta var nakað tú brendi fyri. Á veg suður aftur, so plagdi tú at fortelja frá, hvar tú, millum ár og dag, hevði verið og fiskað. Um tú hevði nýtt flugutráðu ella annan reiðskap, og hvat var tað besta til júst tað øki, ið roynt varð á. Tú royndi at læra meg, men ongantíð fekk eg sama alsk sum tú til hetta frítíðarítriv títt. Altíð var tú í góðum lag, smíl andi og fyrikomandi og dámdi væl at práta. Men eg minnist tó einaferð at tú, tá eg var tólv ára gamal, hevur skeldað meg út. Eg hevði verið og hjálpt til í baka­ rínum, sum var í SMS, og í staðin fyri rós fekk eg skeld. Eg helt teg vera keðiligan og skilti als ikki hví tú var óður. Seinni fekk eg so at vita, at tú í veruleikanum var óður, júst tí at tú var góður við meg og stúrdi fyri, at eg skuldi koma til skaða í onkrari av nógvu maskinunum, ið vóru har. Hetta var bæði fyrstu og sein astu ferð, at vit hava havt nakað skeldarí. Altíð vóru vit samdir báðir. Vit plagdu at rotta okkum saman, tá vit øll sótu um borðið. Dámdu væl at muta móti tí, sum onkur av hinum høvdu borið upp á mál. Ikki tí at vit meintu nakað við tí, men bert fyri at fáa ein látur burtur úr. Ongantíð var tað illa meint. Stóran áhuga hevði tú fyri tínum næstu. Vildi altíð tryggja tær at øll høvdu tað gott. Dámdi væl at hava fólk rundan um teg, bæði til gerandis og heilagt. Men tó vóru jólini nakað serstakt, tí tá samlaðust øll – børn, son ar konur, dótturmenn og abba­ og ommubørn í hugna liga heiminum hjá tær og ommu. Tá livdi tú mitt í Verðini. Barnagóður var tú altíð og tá Fríði, Tórur og Gunn gerast partur av lívi mínum – og har við eisini av tínum ­ var tað eins og nýggjur neisti tendraðist í tær. Frá byrjan av varð tú góður við tey og hvørja ferð vit komu inn á gólvið, og tey ikki vóru við, so varð beinan vegin spurt, hvar tey vóru, hvussu tey høvdu tað og nær tey komu aftur á vitjan. Og tann kærleiki tí vísti teimum gjørdi eisini at børnini við tað sama fingu tokka til tín og gleddu seg at koma inn til tín og ommu. Tá tú fekk staðfest krabba trúði – og vónaði – eg ikki, at sjúkan skuldi fáa fastatøkur og gerast so álvarslig, sum hon bleiv. Tó fingu vit jólini í 2009 saman við tær; hóast kreftirnar vóru farnar at ganga undan, so vóru bæði góða lagið og smílið har, eins og tey altíð høvdu verið tað. Glaður var tú, tá vit í februar 2010 kundu for­ telja tær, at tú skuldi vera langabbi. Enn eitt lítið barn, sum tú kundi taka til tín. Tó eydnaðist tær ikki at upp­ liva langabbasonin. Sjúkan hevði gjørt teg orku lítlan og sjógvurin var rógvin áðrenn lítli alvin varð bor in í heim. Tó fingu vit møgu­ leikan at halda ein seinasta føðingardag saman við tær, men bert viku seinni orkaði tú ikki at berjast við sjúkuna meira og legði tí lívið í Harr­ ans hendur. Góði elskaði abbi, saknurin eftir teg er ómetaliga stórur. Tað fer ikki dagur fram við uttan at tað verður hugsað um teg. Tú ert høgt elskaður og virdur av okkum øllum. Eg elski teg Góða Sonja omma. Eg veit at saknurin er stórur hjá tær, men vit eru øll her fyri teg og vit elska teg. Tú hevur nógv at siga fyri okkum, tú sum er miðdepil í familjuni. Hóast tað kann tykjast svárt, so er neyðugt at hyggja fram eftir samstundis sum vit minnast alt tað góða, sum tú og abbi høvdu saman í fyrimyndarliga, happadrúgva og góða hjúnarlagi tykkara. Eg vil loyva mær at nýta høvi at veita pallia tiva toym­ inum á B6 á lands sjúkra­ húsinum eina serliga tøkk. Takk fyri at tit vóru so nógv um abba ta seinastu tíðina, tit hava alla tøkk og allan heiður uppiborið Góði abbi. Ein seinasta heilsan og ein fátøk tøkk fyri tað tú var. Friður verið við minni tínum. Abbasonur tín Ragnar Alf Julius Kristoffersen 21. mai 1926 - 27. mai 2010 Fríggjadagur 21. januar. Klokkan farin av 4. Telefonin ringir, og konan tekur hana. Skilti at tað vóru ring boð. Og so var. Andreas er deyður, segði hon. Aftur einaferð var tað, sum um alt steðgaði upp. Sjálvt um vit vistu, at hann var farin til Danmarkar álvarsliga sjúkur, so ljóðaði, at alt gekk rættan veg. Men so skuldi ikki vera. Hetta lívsstykki, hesin krumtappurin, sum alt felagslívið í Tungu snaraði um, var ikki millum okkum meira. Tankarnir fara meira enn 20 ár aftur í tíðina. At flyta til nýggja bygd, má fyri okkum og mong onnur, sýnast sum eitt stig inn í nakað ókent, og ein veit ikki rættuliga hvat framtíðin vil bjóða. Hvussu við nýggjum vinum og kenningum í hesum, fyri okkum, fremmanda stað? Allir hesir okkara tankar vórðu gjørdir til skammar. Ikki minst takkað verið Andreasi. Hesin lívsglaði maðurin, sum vit beinanvegin komu at kenna, og verða góð við, og sum var ein persónur, sum vit hildu, at vit altíð høvdu kent. Vit minnast flogbóltin, tunnusláingina, jóla veitsl­ ur nar, føðingardagar og alt annað, ið vit komu at hava saman. Sum Martin prestur so væl segði tað undir jarð­ arferðini: tann savnandi í grannalagnum. Vit minnast túrar í fjøllunum, bussferðir, bowling og dans. Og ikki minst tá Andreas var borðstjóri. Hann kundi sanniliga fáa eitt borðhald upp at kóka, so øll vóru við. Vit minnast við gleði okkara egna silvurbrúdleyp, har hann var tann, ið stílaði fyri. Og so teirra egna. Sjáldan mugu fleiri fólk verða savn­ aði til eina gleðisveitslu, enn til teirra silvurbrúdleyp í Bygdarhúsinum í Leirvík. Alt samalt tekin um, at tit bæði vóru kend av mongum og eiga nógv vinfólk. Somuleiðis minnast vit við gleði, tá vit vóru saman í summarhúsinum í Saltun, góða Poula. Eisini hava vit í granna­ lagnum fleiri ferðir tosað um, at farið eina bussferð saman uttanlands. Sjálvandi var Andreas primus motor í hesum ætlanum. Hetta skuldi so verða av ongum. Aftur einaferð fingu vit eina áminning um, at vit ikki skulu útseta nakað til í morgin, ella næsta ár, sum vit kunnu gera í dag. Vit eiga bara dagin í dag, og hesa løtuna, vit eru í, beint nú. Í okkara tíð her í Syðru­ gøtu, eru 4 mans deyðir í grannalagnum í bestu árum. Jákup, Jóa, Jónhard og nú Andreas. Og nú fór Henning í Norðragøtu eisini, alt ov ungur. Friður veri við minni teirra. Gudda segði, at tá ið kistan við Andriasi kom í túnið, vóru tær 5 einkjur úr grannalagnum, sum høvdu mist mannin í bestu árum: Ása, Elinborg, Ragna, Gudda og Poula. Hetta sigur okkum, at vit onki kunnu taka sum givið her í lívinum. Áðrenn vit varnast, kann deyðin leggja sína køldu hond á onkran av okkara nærmastu. Eitt betri grannalag og samanhald, enn tað í Tungu finst neyvan. Vit vilja nýta høvi til at takka tykkum øllum fyri, at vit kundu gerast ein partur av hesum. Og so alt annað, sum Andreas var uppi í. Tað veri seg sum fakfelaksleiðari, am bulansukoyrari, altjóða fótbóltsdómari, formaður í GÍ, sum sjónleikari, sangari á kirkjuloftinum, innan ferða­ vinnuna, og hesi seinastu meira enn 10 árini, sum stjóri í egnari fyritøku ­ AP bussar. Alla tíðina ein, sum gekk á odda, saman við øðrum góðum fólki. At Andreas var kendur og avhildin, sást av tí ovurstóra skara, sum neyvan fyrr er sæddur í Gøtu, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Góða Poula, Páll Rói, Jan og Marjun, abbasonur, systir og øll tykkara familja, og mamman, sum misti mannin, sama dag sum Andreas doyði, fyri 8 árum síðani: Má Hin Alvaldi Gud í himlinum vera hjá tykkum og troysta tykkum í hesi sváru tíð. Saknið tungan harmin vekur, at so dátt vit mistu teg, Harrin gevur, Harrin tekur, ei vit skilja Harrans veg; ei á foldum finnist hann, lívsins gøtu grunda kann: best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur. Við hesum fátæksligu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara góða vin, Andreas Poulsen. Vinfólk Andreas Poulsen til minnis