mánadagur 31. januar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
28
Sosialurin
Nevndin í Listafelag Føroya
Hetta er fyrsta av fimm fram
sýningin í ár, sum Listafelag
Føroya skipar fyri. Talan eru
um fimm einframsýningar,
sum byrja í Havn og fara til
Klaksvíkar
og
Tvøroyrar.
Hetta verður gjørt í sambandi
við, at tann 23. mars eru tað
70 ár síðani, at Listafelag
Føroya varð stovnað. Til tess
at gera vart við virksemið hjá
felagnum hesi mongu ár og
gera tað á ein hátt, sum er til
frama fyri list og listaáhugað
í landinum verða framsýn
ingarnar um alt landið.
Annika á Lofti
Tann, sum leggur fyri, er tann
ágrýtna Annika á Lofti, sum í
royndum sínum bjóðar listini
av og setur spurnartekin við
hvat list er og hvar list hoyrir
heima. Hon hevur sýnt fram
á listafram sýningum í Før
oyum og uttanlands síðani
2003. Umframt nógvar Ólav
søkuframsýningar og Summ
ar fram sýning í Norður landa
húsinum, hevur hon sýnt
fram á Lista safn Reykjavíkur,
í Ráð hús høllini og á Ny
Carls berg Glyptotekinum í
Keyp mannahavn, á Leo pold
Museum í Wien og á Uni
versi tät der Kunst í Berlin.
Annika á Lofti (f. 1983)
hevur BAprógv í list frá
Listaháskúla Íslands, hon
hevur
lært
til
fotograf
Tekn iska skúlanum i Keyp
manna havn og á Danmarks
fotografiske billedkunsskole.
Hon hevur eisini undirvíst
ungum í list i Heinesenshúsi
í Havn.
Endurskin
Evnið í hesi framsýningini
hjá Anniku á Lofti er reflek
tión – endurvarp, afturvarp,
afturkast o.t.
Ljós, sum verður varpað
aftur sum endurskin og
skygg ing. Spegilsmynd bæði
í beinleiðis og í fluttari merk
ing sum mynd og hugsan.
Hon hevur einans arbeitt
við klárum tilfari og í tí sæst
“einki”. Men reflektiónin frá
glasinum á bakgrundina er
sterk og klár. Hon kennir seg
aftur í hesum á tann hátt, at
hon sker so nógv burtur, sum
hon fær soleiðis at eitt sindur
er eftir. Tað minnir um tárini,
hon gjørdi herfyri.
Listasavnið eigur trý holo
gramm frá 2007 og 2008 eftir
hana. Tey bæði verkini eftir
Anniku, sum Listafelagið
eigur, eru í varðveitslu á
Lista savninum. Tey eru enn
eitt holo gramm (2007) og Tár
(2008).
Framsýningarrøðin
Framsýningarnar
í
sam
bandi við 70árahaldið hjá
Listafelagnum umfatar av
tal ur við fimm ung lista
fólk. Hvør teirra sýnir fram
í
tríggjar
mánaðar:
ein
mán að
við
Snarskivuna
hjá Havnar Kommunu, ein
í bókahandlinum og galla
rínum Leikalund í Klaksvík
og at enda ein mánað í Gallarí
Oynni á Tvøroyri. Ungu og
framfýsnu listafólkini eru:
1 Annika á Lofti byrjar í
Havn í februar, í Klaksvíkar í
mars og á Tvøroyri í apríl.
2 Heiðrikur á Heygum í
Havn í apríl, í Klaksvíkar í
mai og á Tvøroyri í juni.
3 Marianna Mørkøre í
Havn juni, í Klaksvíkar í juli
og á Tvøroyri í august.
4 Sámal Blak í Havn
í oktober, í Klaksvíkar í
november og á Tvøroyri í
desember.
5 Jón Sonni Jensen í
Havn í desember, í Klaksvík
í januar 2012 og á Tvøroyri í
februar 2012.
Framsýningin
Listafelagið
701 letur upp við Snar skiv
una fríggjadagin 4. februar
kl. 15.
Harriet Poulsen Vágadal og
Alexandra (Alex) Palmquist
Poulsen hava framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík í døgunum
4. 8. februar, hvønn dagin
frá 14:00 19:00. Fernisering
verður fríggjadagin 4. februar
klokkan 14, har Alex fer at
spæla violin. Framsýningin
hevur heitið: »Á ferð«.
Harriet
var
á
3ára
lista skúla í Ísrael, á Tel
Hai
Academy,
har
hon
ser liga legði seg eftir at
mála
og
tekna.
Harriet
hevur havt sjálvstøðugar
fram sýn ingar,
verið
við
í
fe lagsframsýningum,
á
Ólav søkuframsýning,
á
Vár fram sýning og øðrum.
Harriet starvast sum lærari,
og er tað tí mest í ferium,
at hon tekst við list. Um
summarið verður av og á
farið á skeið í list á háskúla.
Á Ólavsøku fyri hálvum
øðrum ári síðan læt Harriet
upp sítt egna gallarí, »Gallarí/
studio«.
Alex er næmingur í NámX.
Hon er virkin og gongur til
violin, klaver og japanskt.
Alex hevur yrkingar, søgur,
myndir og filmar á netinum
og hevur sínar subscribers,
ið geva henni feedback.
Alex
»cosplayar«
saman
við vinum, og hevur hon
fyri stuttum verið á eini
ráðstevnu fyri cosplayarar í
Keypmannahavn.
Hetta er aðru ferð, at
Harriet og Alex sýna fram
saman. Fyrstu ferð var fyri
sjey árum síðani, tá ið Alex
var 8ára gomul.
Nøvn
Móðir og dóttir
sýna fram í Smiðjuni
Listafelag Føroya er 70:
Fimm framfús listafólk
Listafelag Føroya letur upp framsýning fríggjadagin tann 4. februar kl. 15 við Snarskivuna á Vaglinum í Havn