mánadagur 31. januar 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
Sosialurin
Kjak
Alt tað ørvitistos um, at mann
ingin á føroyska fiskiflotanum
nú skal gjalda fyri oljuna, er
burtur við, hvørt mannsbarn
sum er at sær komið veit, hvar
trupulleikin er. Reiðarar, sum
hava arbeitt skilagott og ikki
brúkt meiri pening enn ráðiligt
er og brúkt teir á røttum stað,
klára sínar skyldur, sjálvt um
oljan er vorðin dýrari, tað eru
skip í dag sum hava størri skuld
enn tá tey vóru keyp sjálvt um
tey hava fiska væl meiri enn
ræksturin krevur, at oljan er
vorðin kostnaðarmikil vita vit
øll, vit sum hava eitt vanligt
húsarhald eru eisini varug við
at oljan er vorðin sera dýr, bert
diseloljan til bilin dýrkaði 50
oyru á nýggjárinum SEV.
Kringvarp, brenniolja til set
hús og ikki minst matvørðurnar,
ja alt sum har til hoyrir er dýrkað
allmykið, vænti at útreiðslurnar
hjá sjómonnum er vaksin nógv
meiri enn tær reiðarnir leggja
allan fiskiflotan fyri, tá vit ikki
fáa endarnar at røkka saman
meiri verða vit noydd at tosa við
peningastovnin um eina møgu
liga umfígging av okkara lánum,
um so er at vit hava so nøkun
lunda skil á peningaviðurskifti
num hjá okkum sjálvum eru
peningastovnanir fúsir at hjálpa
okkum, vit kundu eisini gjørt sum
reiðarafelagið fara inn til grannan
og kravt at hann skal gjalda tí vit
ikki megna at gjalda sjálvi.
Um so er at reiðarar hava
tosað við peningastovnin um
viðurskiftini hjá teimum og ikki
fáa hjálp hagani, so vita tit nokk
best sjálvir, hví so er, tað vita
nokk flest onnur eisini.
Tí skal mín áheitan verða til
Reiðarafelagið, leingið verandi
sáttmála, sum hann er. Og til
einstøku reiðararnar, farið til
arbeiðis og fáið skil á tykkara
viðurskiftið við peningastovnar
fyri síðan at reka tykkara reiða
virksemi á skilagóðan hátt fiski
vinnuni at frama, tað eru nakrir
sum gerða tað og hava teir eisini
rós uppiborið fyri síni avrik.
Til manningafeløgini: Standi
fast við verðandi sáttmála.
Ps. Tað næsta verður nokk
at manningarnar hjá Strand
fersluni, Vaktar og Bjargingar
tænastuni, Ransóknarskipinum
gjalda part at oljuni, og lærarir
gjalda bøkur og wc pappír sum
verður nýtt í skúlunum.
Egil Petersen
Kvívík
Manningarumboð
Verkbann Reiðarans
Hendan óhugnaligu yvir
skrift var aftur á breddanum,
hesuferð í Dimmu hósdagin
20. januar 2011.
Eg keypti Dimmu og læs,
hvat, ið meintist við í yvir
skriftini.
Jú, Regin W. Dalsgaard,
nýggjasta ímyndin innan
íverksetan, skal seta mark
fyri, hvat pengar skulu brúk
ast til, sum um hann hevði
lisið til nakað heilt serligt!
Hann meinar, at rættast
er, at landið droppar allar
landamessur/básar úti í verð
til frama fyri íverksetarar í
hesum føroyska dunnuhyli.
Sjálvandi ein og hvør er
sær sjálvum næstur.
Hetta nýggja fenomenið
íverksetarar/hús er bert ein
almennur
útreiðslupostur
afturat. Tað eru so mong,
sum kalla seg íverksetarar
hesi seinasti árini.
Fólk hava altíð sett okkurt
í verk, so hví almennir pengar
skulu brúkast til hetta, skilji
eg ikki.
Hesir góðu íverksetarar,
hvat seta teir sjávir í veð í kr.?
Tað einasta, sum skal
gerast, er, at landið tekur
tær høpisleysu forðingarnar
burtur, sum man rennur seg í,
í tí almenna tvassinum »sum
almennir íverksatarar« hava
funnið uppá.
Tað inntrykk, sum eg havi
av hesum góðu íverksetarum
er bert eittans, og tað er at
skriva eina flotta umsókn og
fáa tillutaðar allmennar pengar
fyri at sleppa frá at gera nakað
til nyttu í samfelagnum.
Dugi ikki at skilja, at
almennu Føroyar ikki fáa
eyguni upp fyri fólki, sum
ynskir at suttla uppá stuðuls
boppuna, so ella so.
Tað man fara á líða væl
til eina ½ mia., sum er latið
í
stuðul/verkætlanum
til
ymiskt hesi seinast 20 árini.
9598% av øllum umsóknum
eru vøkur orð og fagrar
lagkakur við litum, tað mesta
gongur út uppá eitt, og tað
er, hvussu nógvar pengar
fái eg mest burturúr fyri at
gera minst møguligt, tíverri
ov fáir av góðkennarum eru
litblindir.
Arbeiðsleys
søkja
um
stuðul til gransking í arbeiðs
loysi, tað einasta, sum er heilt
100% fakta, og tað er, at tey
sjálvi ikki tíma at arbeiða.
Aftur til messurnar
Nú havi eg verið á nøkrum
oljumessum
uttanlands,
hetta eru messur, sum taka
seg væl út.
Veit ikki, hvat alt kostar,
men summir básar kosta
eitt stað millum 101520 mio
kr. Hetta eru stór feløg, sum
hava slíkar básar og hava
fleiri pengar enn eg og aðrar
føroyskar fyritøkur.
Messurnar hava uml. 35
45.000 fólk vitjandi í 3 dagar,
umframt eini 15002000 fram
sýnarar.
Lat meg siga tað beinan
vegin, eingin fyritøka innan
oljuvinnuna, sum eg kenni,
er sterkari enn veikasta
fyritøkan innan eitthvørt
projekt, tað verið seg at leita
eftir olju/gassi og/ella at
framleiða somu evni.
Var á einari oljumessu í
Aberdeen í 2009, har kom ein
maður framvið lítla føroyska
”Landabásinum, bert 21 m2! ”.
Hann hugdi øgiligt uppá
tað
føroyska
flaggið
og
síðan upp á navnið »Faroe
Islands«.
Sá at maðurin ivaðist í onkr
um, fór til hansara og segði:
”Sir, síggi at tygum skymast
so, hvørjum ivast tú í? Jú hann
ivaðist í Shetland Islands og
Faroe Islands, hvat var hvat.
Bjóðaði manninum inn
á ”Landabásin”, gav honum
kaffi og forkláraði um okkara
elskaða land ”Føroyar”.
Hann takkaði so mirðiliga
fyri kunning. Spurdi hvat
hann ynskti, nú hann leitaði
eftir Shetland, jú segði hann,
hann var spurdur um at geva
eitt tilboð uppá eitt projekt,
sum innibar goymslu av
oljuútbúðnaði upp á 443.000
tons av útgerð, sum skuldi
goymast í eitt stytri tíðar
skeið, fyri síðan at vera flutt
út á feltið The Atlantic
Margin, sum jú liggur millum
Føroyar og Shetland.
Síðan vit møttust á Landa
básinum hevur onnur ensk
fyritøka fingið ordran at
gera og hava útgerðina á
goymslu.
Regin góði, um tú ynskir
at gera nakað skilagott, so
krevur tú bara at brúka
pengar til »Landabásar« á
messum, alt annað er vrøvl.
Tað eru fleiri fyritøkur,
sum ynskja at fara at luttaka
á oljumessum, men tær
hætta sær ikki, tí at Føroya
land ikki ynskir at stuðla við
einum Landabási.
Landið
skuldi
brúkt
eini 3500.000 kr upp á ein
landabás á hvørjari messu,
har føringar hava nakran
møguleika at vaksa um
okkara landsinntøku, tá sóu
útlendingar aha, hetta landið
vil nakað, lat okkum vita,
hvat teir hava at bjóða.
Tann dagin eitt oljufelag
sigur, nú hava vit funnið
kolvetni í Føroyum, og tað
sær sera lovandi út fyri at
vera rakstrarverdugt, hvat
gera Føroyar tá?
Tað almenna skal skapa
karmarnar, so at seriøsar
fyritøkur hava eina lopfjøl
at sleppa at hitta altjóða fyri
tøkur og ikki tala um at taka
ímóti fremmandum vitjandi.
Teir básar, sum eg havi
verið knýttur at, hava ikki
bara snakkað um olju, so
sanniliga eisini um ferða
vinnumál.
Landamessur droppaðar!
Eli Lassen
Fyri umleið átjan árum síðani fingu vit
okkara fyrsta føroyska Heimsatlas, sum
Føroya Skúlabókagrunnur gav út.
Hetta atlas hevur verið mær, og mong
um øðrum eitt hent amboð, men nú er
tíðin so komin, at endurskoða Heims
atlasið. Mangt broytist, sum verða man,
t.d. landamørk og nýggj og sjálvstøðug
lond fáa fulveldi – bara ikki Føroyar.
Tað er tí sera niðurbrótandi at
lesa tann ágang, ávís gjenj hava fylt
bløðini við í hesi átjan árini, og hildið
verður áfram við áganginum, nú nýggja
Heimsatlassið er á veg.
Ótrúligt, at ein maður sum Bjarni
Djurholm skal standa í fremstu røð at
fremja hendan ágangin. Hann hevur
runnið aftaná Útvarpinum í fleiri ár,
at profilera seg. Meira óføroyskan
málburð, sum hann leggur fyri dagin,
havi eg ongantíð hoyrt, sum t.d. “uppá
núverðandi tíðspunkt”, “alt annað
líka” (hvat tað so merkir), “at traðka í
karakter” (eg veit heldur ikki hvat tað
er fyri nakað!!) vanligvís, ja eg kundi
hildið áfram. Hesin maður er lærari,
vónandi ikki við frálæru í føroyskum!!
Somuleiðis hevur ein útlendingur,
sum eitur Rolf Guttesen, ikki givið
Skúlabókagrunninum náðir, tí hann
metir seg sjálvan, sum best egnaðan at
greiða eitt slíkt atlas úr hondum. Sum
eftirløntur skuldi hann heldur brúkt
tíðina til okkurt annað, meiri gevandi
og skilagott, men nei, øll eru tápulig,
sum ikki rætta seg eftir honum, sum
heldur seg vita alt.
Vón mín er, at Føroya Skúlabóka
grunnur skal fáa arbeiðsfrið fyri slíkum
niðurbrótandi og afturhaldandi kreft
um, so tey, sum arbeiða við tí nýggja
atlassinum, kunnu geva út eitt væl úr
hondum greitt Heimsatlas í næstum.
Góða
og
friðaliga
eydnu
við
arbeiðnum, og lati tykkum ikki tøla av
óviðkomandi kreftum.
Atlasgrenj!
Kai Vágfjall