mikudagur 2. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað ber illa til at siga, at frí
skúlarnir ikki eiga pláss í
føroyska skúlaverkinum. Í
hvussu er merkja teir tríggir
frískúlarnir, sum eru í Føroy
um, ein vaksandi áhuga frá
foreldrum.
Jastrid Høj, sum er leið
ari av frískúlanum í Keld
uni í Skálabotni, sigur, at
til innskrivingina í januar
vórðu øll tey 19 børnini, sum
ganga í forskúla, innskrivað
umframt enn eitt barn.
– So vit kunnu ikki annað
enn vera væl nøgd við tilgongd
ina. Til forskúlan vita vit sjálv
andi ikki hvussu verður, vit
hava mett hetta árið sum eitt
royndarár, sigur Jastrid Høj.
Hon sigur, at tey hava gjørt
sær nógvar royndir hetta
árið, og at tey einaferð í mars
fara at hava ein kunnandi
fund fyri foreldrum, sum
umhugsa at senda síni børn
í forskúla í Kelduni.
– Vit høvdu ongan slíkan
fund í fjør, men nú føla vit, at
vit hava betri greiðu á øllum.
Nú ber betri til hjá okkum at
lýsa hvat tað er, vit kunnu
bjóða í okkara forskúla, sigur
Jastrid Høj.
Hon sigur, at tað sjálvandi
skal nógv til at reka ein slíkan
frískúla, eisini peningaliga,
men tað sær út til, at fólk
fegin vilja hava hendan
møguleikan.
– Vit vaksa spakuliga, og
tað er eisini tað, vit ynskja.
Vit hava tann hugburð ikki
at gapa yvir meira enn vit
kunnu svølgja, sigur Jastrid
Høj.
Glað fyri at velja
Eisini Andrea á Rípuni úr
Frískúlanum við Hoyvíks
tjørn letur væl at.
– Vit hava havt munandi
fleiri innskrivingar í ár enn
undanfarin ár, so vit lata
sjálvandi væl at, sigur Andrea
á Rípuni.
Hon nevnir, at tey í fyrsta
flokki í fjør høvdu fimm næm
ingar, meðan talið fyri kom
andi skúlaár liggur millum
12 og 14, so har er talan um
meiri enn 100% framgongd.
Hon heldur, at fólk yvir
høvur eru glað fyri at møgu
leikan at velja, hvar tey koyra
síni børn í skúla.
– Eg haldi eisini, at fólk
himprast við at lata síni børn
í kommunalu skúlarnar, tí
flokkarnir har ofta eru so
stórir. Hjá okkum er eitt
hægstamark sett á, hvussu
stórir flokkarnir kunnu vera,
sigur Andrea á Rípuni.
Hetta
hægstamark
er
20 næmingar í hvørjum
flokki, men í løtuni er størsti
flokkurin hjá Frískúlanum
við Hoyvíkstjørn 18.
Frískúlin við Hoyvíkstjørn
er elsti frískúli í landinum og
hevur 43 ár á baki.
Vilja vera lítil
Triði frískúlin í landinum
eitur Frískúlin í Havn, men
hann liggur á Velbastað. Leið
arin har er Sharon Weiss, og
eisini hon er væl nøgd við
innskrivingina.
– Hjá okkum er tað soleiðis,
at vit taka bert 10 næmingar
inn um árið, fimm dreingir
og fimm gentur. Undirtøkan
hjá okkara frískúla er góð, og
vit hava fleiri børn á bíðilista,
sigur Sharon Weiss.
Hon heldur, at teirra frí
skúli helst er øðrvísi enn tann
traditionella undirvísingin.
– Vit flokka næmingarnar
ikki so nógv eftir aldri, men
meira eftir menning. Vit
halda, at næmingarnir fáa
meira burtur úr á tann hátt,
sigur Sharon Weiss.
Hon leggur eisini dent
á, at tey avmarka talið á
næmingum við vilja.
– Vit taka ikki fleiri næm
ingar inn um árið enn teir
10. Og tað gera vit av teirri
orsøk, at vit vilja ikki verða
ein størri skúli, enn vit eru,
sigur Sharon Weiss.
Hon sigur, at hjá teimum
ero flokkarnir býttir upp so
leiðis, at umleið tveir árgangir
eru í hvørjum flokki.
– Vit hava 1., 2. og 3. árgang
í einum rúmi, 3. og 4. í einum
og 4. og 5. í einum, alt eftir
hvussu børnini eru ment,
tí sum nevnt halda vit, at
børnini
sjálvi
fáa
meiri
burtur úr á tann hátt, sigur
Sharon Weiss.
leo@sosialurin.fo
Áhugin fyri frískúlum
vaksandi
Allir tríggir frískúlarnir í Føroyum merkja ein vaksandi áhuga frá foreldrum. Í frískúlanum
í Kelduni eru øll børnini í forskúlanum meldað til umframt eitt barn aftrat, Frískúlin við
Hoyvíkstjørn fer úr fimm næmingum upp í 12-14 og Frískúlin í Havn hevur bíðirøð
Fleiri og fleiri børn verða send í
frískúlarnar, og í Kelduni eru øll børnini
í forskúlanum innskrivað í fyrsta flokk