mikudagur 2. februar 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað kom púra óvart á 21 ára
gomlu Anny Mariu Davidsen,
tá danska róðrarsambandið
í gjáramorgunin var í tele
fonini. Ørindini vóru at bjóða
føroyska rógvaranum pláss á
danska landsliðnum, sum fer
til HM í inniróðri í Boston,
USA.
Teir høvdu sent mær ein
teldupost, men hann hevði eg
ikki sæð. Mín fyrsti tanki tá
teir ringdu, var nei takk. Tað
var so hart at vera við til DM,
at eg orkaði ikki beint tá at
hugsa um HM. Men nú havi
eg skift meining, sigur Anny
Maria Davidsen.
Sandavágsgentan hevur
róð síðani hon var 1314 ár, og
hevur róð umborð á Ørnini,
Frúnni og Riddaranum. Í ár
skal hon rógva við Gongu
rólvi.
Øll, sum rógva kapp, venja
eisini á rógvimaskinunum,
og tað havi eg eisini gjørt.
Tá kappingarárið í fjør var
komið at enda gjørdi eg av
at halda venjingina viðlíka,
so eg byrjaði av álvara aft
ur í november at venja á
rógvimaskinunum,
sigur
Anny Maria Davidsen.
Og tað liggur væl fyri hjá
henni at venja nú, tí hon er
fyri stuttum byrja at arbeiða
í Yndi Fitness.
Eg venji so at siga hvønn
dag, og mítt mál var at koma
niður um sjey minuttir, og
tað kláraði eg, sigur dan
marks meistarin.
Hon hevði ikki soleiðis
sum mál at vera við til DM,
men so nógv fólk eggjaðu
henni til at fara við, so tað
var endin.
Eg tordi ikki reiðiliga
at fara niður, men eg hevði
verið inni á netinum og hugt
at tíðunum til seinasta DM
og visti tí, at um eg hevði ein
góðan dag, kundi eg klára at
gerast
danmarksmeistari,
sigur Anny Maria Davidsen.
Nummar 10 í
heiminum
Nú tá møguleikin vísti seg
at sleppa við til HM, hevur
Anny verið inni á netinum og
hugt at tíðunum til seinasta
HM.
Eg eri fyrsta kvinnan
í Føroyum, sum eri komin
niður um sjey minuttir, og
við at sammeta við tíðirnar
til HM, hevði eg ligið á umleið
einum 10. Plássi, sigur Anny
Maria Davidsen.
Hon dugir sjálvandi ikki at
siga, um hendan plaseringin
fer at halda, men avvísir tí
ikki.
Tað eru sjálvandi altíð
nervar upp á til eina slíka
kapping, men hinvegin er
kappingin størri og eg verið
tí meira pressað til eina HM
kapping. Tað kann so gera, at
mín tíð verður enn betri, um
eg havi ein góðan dag, sigur
Anny Maria Davidsen.
Hon heldur, at hetta er ein
stór avbjóðing, hon hevur
fingið.
At fáa hendan møguleikan
var als ikki í mínum tonkum,
tá eg fór niður til Danmarkar.
So hetta verður bæði ein
stór avbjóðing og eitt stórt
upplivilsi, sigur Anny Maria
Davidsen.
Hon væntar tó ikki, at
formurin verður so nógv
betri enn hann er nú.
Eg vænti, at eg fái eina
venjingarskrá frá lands liðs
venjaranum, men eg rokni
kortini ikki við, at eg fysiskt
blívi nógv betri fyri upp á
tvær vikur. Men eg kann
kanska betra meg mentalt, og
tað hevur eisini nógv at siga,
sigur Anny Maria Davidsen.
Hon hevur fyrrapartin
í dag boðað danska róðrar
sambandinum frá, at hon
tekur av tilboðnum.
Til HM í inniróðri í Boston
Eftir at hava vunnið DM í inniróðri farna vikuskifti, hevur Anny Maria Davidsen fingið boðið
pláss á danska landsliðnum í inniróðri, sum skal luttaka í HM í Boston 20. februar
Anny Maria Davidsen er fyrsta kvinnan, sum er komin niður undir 7 minuttir, og nú hon er farin at arbeiða í Yndi Fitness liggur væl fyri at venja
Mynd: Álvur Haraldsen