Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Allir løgtingslimir og lands­ stýrislimir skulu leggja al­ ment fram, hvørji størv tey hava afturat tí politiska starvi num og hvat teir fáa í løn fyri hesi eykastørv. Tað heldur Kári á Rógvi, løg tingsmaður og formaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at allir løgtingslimir og øll landsstýrisfólk, skulu alman­ na kunngera, hvat tey hava av størvum, nevndar sessum o.a., afturat tí politiska starvi num. Hetta skal eisini verða gald andi fyri tey, sum stilla upp til val. ­ Í nógvum londum hava politikarar skyldu til at almannakunngera, hvørji fíggjarlig áhugamál, teir hava, sigur hann. ­ Samstundis verða allir hesir upplýsingar lagd ir alment fram, so at velj ar in veit akkurát, hvat val evni fáast við uttanfyri politikk og hvørji fíggjarlig áhuga­ mál, vælevnini annars hevur. Ein dygd ella ein vansi Kári á Rógvi staðfestir, at vit hava reglar fyri, hvat ein politikari kann hava av almennum størvum afturat starvinum sum løgtings­ maður. Hinvegin er onki mark er fyri, hvat ein løgtingslimur kann hava av privatum størv um og nevndarsessum o.s.fr. ­ Og nú vil eg hava, at hesi størv, nevndarsessir og fíggjarligu áhugamál annars, skulu almannakunngerast fyri veljaran, so at hann eisini kann taka tann vinkulin við, tá ið krossurin skal setast, sig ur hann. ­ Tað er væl hugsandi, at onk ur veljari heldur, at tað er ein dygd, at ein politikari hevur nógv jørn í eldinum, tí so veit hann kanska meiri um, hvat hendir í sam felag­ num. Men tað er eisini væl hugs andi, at onkur ann ar veljari heldur, at ov nógv hjá størv, er ein vansi fyri tað politiska arbeiðið. ­ Undir øllum umstøðum haldi eg, at veljarin eigur at hava allar hesar upplýsingarnar, so at hann veit, hvønn hann velur. Hann ætlar at hava upp­ skotið klárt at leggja fyri Løg tingið í seinasta lagi um mánaðarskiftið februar­ mars. aki@sosialurin.fo Kári vil hava alt fram LØNIR HJÁ POLITIKARUM Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at allir politikarar skulu leggja alment fram, hvørji størv teir hava afturat sínum politiska starvi og hvat teir fáa í løn Tað er ikki ofta, at tey 39 ára gomlu eru ov ung til at taka lut í einum tiltaki í náttar lívinum í Havn. Men tað verða tey, tá ið gamlamannadansur verð­ ur í Sjónleikarahúsinum føstu lávintsleygarkvøld. 5 mars. Og í hesum føri skal orð ið gamlamannadansur tak ast heilt bókstaviliga, tí aldur markið at sleppa inn, er – 40 ár. Tað verða Marnar og Árni sum fara at spæla tón leik frá fimmti og seksti ár unum, saman við einum bólki. Fyri at seta ein serligan dám á, og koma í rætta lag ið, fara tey at spæla og syng ja í svørtum buksum, hvít um skjúrtum og svørt­ um slipsi. Hetta er ein roynd at lokka tey dansiglaðu, trøll­ vaks nu í dans, sum annars ikki eru úti so ofta. Men tað verður okkurt gott at leska sær á, meðan dans ur in gongur. Atgongumerkjasølan byrj ar í Kunningarstovuni í Havn í dag og tað ræður um a skunda sær, tí einans 400 atgongumerki verða seld. Tað, sum kemur inn av peningi, fer til at røkja Sjón leikarahúsið fyri. Á myndini er tað Mar­ nar, tann ovari, og Árni, í trappuni upp á kendu bal kongina í Sjón leikara­ húsi num. 40 ára aldursmark Leygarkvøldið klokkan 19.30 verður forvitnislig kvøld seta á Seglloftinum á Tvør oyri. Tað er Frits Johanne sen, sum skipar fyri eini kvøld­ setu um seyð, seyða hald og fjall gongu Magna Thomassen, lær ari, dóttir Petrinu og Ro bert Joensen, fer at siga frá faðir sínum og Kristin Poul sen, lærari, sigur frá seyða søg um úr Fuglafirði. Harafturat fer Jákup Pauli Johannesen, arki­ tekt ur, at siga frá seyða­ søg um frá faðir sínum, Eval di Johannesen, og Pet ur Martin Petersen, kunn ing ar stjóri, ber fram yrk ing um seyð og seyða­ hald, sum hann hevur yrkt. Harafturat fer Dávur Wint her, mentanarleiðari í Klaksvík, at siga frá seyðarakstri á Skarva nesi. Annars fer Niels Mid­ jord at syngja um Fimm feit ar flugur og Jógvan á Lakju ni, løgtingsmaður, sum eisini er rættiliga kring ur á tangentum, fer at spæla undir ímeðan tey syng ja ”Nú hvítna tindar” og ”Fuglafjørður” Tey fara eisini at vísa bæði gamlar og nýggjar mynd ir á stórskíggja og ein stuttur filmur sum Kjart­ an Madsen, hevur tik ið, verður eisini vístur. Inn ímillum verður eisi­ ni ein steðgur, har tað ber til at strekkja sær einini, fáa sær ein drekkamunn og, ikki minst, tosa um seyð. Síggja og hoyra um seyð á Tvøroyri - Eg haldi, at hesi upplýsingar skulu fram so at veljarin eisini kann taka hendan vinkulin við, tá ið hann setir krossin, sigur Kári á Rógvi SKAL fRAM Kári á Rógvi sigur, at tað er ikki brádliga íkomið, at hann hevur fingið hug­ skotið um at tað skal vera alment, hvørji størv, politik­ arar hava afturat sínum politisku størvum. ­ Hugskotið rann framm fyri meg fyri einum ári síða ni, tá ið ein av okkara fremst u politikarum var í Kringvarpinum og greiddi Føroya Fólki frá, at eg hevði so nógv al ment arbeiði afturat mín um løg­ tings sessi, at eg tjenti meiri uttan fyri Løg tingi num enn eg gjørdi sum løg tings mað­ ur. ­ Hesi ósannindi slup­ pu at standa ósvarað, tí tíðindafólkini høvdu onga­ stað ni at sláa upp fyri at eftir kannað páhaldið. Síðani hava leys a søgur­ nar um almennu lønirnar hjá Kára á Rógvi vundið upp á seg og tað seinasta, ið er komið okkum á Sosialinum fyri oyrað, er, at hann tjenar eina slaka millión á Fróðskaparsetrinum. ­ Slíkur sum hesar kunnu bara ganga sum rótasúpan í einum landi, sum byggir á eina mentan, har alt skal vera loyniligt. ­ Veruleikin er, at mín løn á Fróðskaparsetrinum liggur um 20.000 krónur um mánaðin, sigur Kári á Rógvi. Ósannindi um Kára Seinasta leysasøgan er, at Kári á Rógvi tjenar eina slaka millión uttanfyri tingið