Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 Sosialurin Øll hasi fýra staðanøvnini (kallkyns­ orðini) eiga at enda við i í hvørfalli. Sam­ bært staðanavnanevndini kunnu nøkur orð nú enda við i og nøkur við a!? Man nevndin ikki vita, hvat ið er málsliga rætt, ella heldur hon, at vit nú bara skulu sleppa málsligum grundreglum og broyta fall ella kyn, sum best ber til? Á SKÁLU / í LOMBU!?: Málvinur spurdi meg nú ein dagin, um hasi bæði staðanøvnini nú eru kvenn­ kynsorð. Um so er, helt hann, eiga vit nú at siga “á/av Skálu” og “í/úr Lombu”!? Munnu hasi bæði skeltini ikki fara at verða broytt aftur? Snildast hevði verið at skrivað SKÁLI (hvørfall) ovast á skeltinum og so á/av Skála niðriundir! LAMBI: Talan er ikki um eitt lamb, men ein lamba. Ein Lambi er eisini í Mykinesi. (Vit siga ikki i aftast í orðinum, Lambi, sum summi speirekandi taka til!) SAND/­I, DAL/­I, KOLLAFJØRÐ/­ FIRÐI, VÁG/­I, BØ/­I!?: Sjálvandi halda vit fast við hvørfall. KOLLAFJØRÐ stóð á einum skelti við Hvítanesvegin fyri fáum árum síðani.Tað varð skjótt broytt til KOLLAFJØRÐUR (hvørfall). Tað hevði kanska ikki verið neyðugt nú!? “Dagur og vika” fegnast: Hvør man leggja “Degi og viku” orð í munnin? Tey tóktust so ovurfegin í síni skeltabroyti nganiðurstøðu. (Gott í tykkum, roynið nú og fáið stavsetingina í føroyska tekstinum í rættlag!) Við vónríkari málkvøðu Á Borg á Argjum á pálsmessu 2011 Eyðun á Borg Staðanavnalógloysi NORÐSKÁLI, SKÁLA, MÚLI, LAMBA Tíðindaskriv frá Sjálvstýrisflokkinum Alt talar tí fyri, at vansar hjá útsendum fólki í mann­ góðum arbeiði nú verða loystir, soleiðis at tey vera standandi í fólkayvirlitinum á sama hátt sum fólk send í ørindum fyri statin og ávísar statsligar hjálpar­ felagsskapir. Hetta merkir, at tey útsendu til dømis varðveita rættin at upptjena í Samhaldsfasta, hjálpartól, koyrikort, sjúkrahjálp, skúlaamboð til barnana og annað, sum tengt er at bústaði. Flestu framsøgufólk tóku undir við málinum. Alfred Olsen formaður í Rættarnevndini segði, at nú má okkurt henda í málinum, sum hevur verið reist tvær ferðir fyrr. Kemur landsstýrið ikki við nakrari aðrari loysn innan ein mána, so fer hann sum formaður í rættarnevndini at mala tinginum til at samtykkja uppskotið. Tað sama søgdu flestu framsøgufólk og tey sum tóku orðið. Rættarneevndin hevur ein mánað at viðgera upp­ skotið. Hevur landstýrið ikki lagt annað og betri upp­ skot fyri løgtingið hetta tíðarskeiðið, verður uppskot Sjálvstýrisfloksins helst samtykt. Um trúboðarar og onnur í mann­ góðum ørindum Samstundis, sum fíggjarmála­ ráðharrin vil hava størri vald á landsins kommunum fyri at stýra teirra fíggjarstøðu, er veruliga støðan, at nógv tann størsti parturin av kommunu­ num hava góð fíggjarviðurskifti við lítlari skuld Føroysku kommunurnar skulu leggjast í spennitroyggju. Hetta hevur verið stremb­ anin hjá Landsstýrinum í fleiri ár, og royndirnar at fjøtra kommunurnar og kommunala sjálvræðið halda fram. Seinast er tað Jóannes Eidesgaard, landsstýrismað­ ur í fíggjarmálum, sum hevur boðað frá, at hann vil hava størri vald á kommununum. Ítøkiliga vil hann nú hava Løgtingið at geva sær heimild til at geva kommunum ordra til, at tær skulu brúka sítt gjaldføri ella fíggjarognir til at niðurgjalda skuld. Landsstýrismaðurin vil sleppa at fáast við brutto­ skuld hjá kommunum heldur enn nettoskuld. Tummilskrúvurnar skulu strammast. Kommunurnar væl fyri fíggjarliga Í fyrstu atløgu kann tankin um at niðurgjalda skuld kenn­ ast skilagóður. Tað er jú altíð positivt at gjalda niður skuld. Men tá man hyggur nærri at hesum tankanum og heldur hann upp móti veruleikanum, dettur argu­ mentatiónin hjá lands­ stýrismanninum sundur. Veruleikin er, at flestu av landsins kommunum hava gott skil á sínum fíggjarligu viðurskiftum, og flestu kommunur eru undir almenna skuldarmarkinum, sum er ein skattaálíkning. Hetta er tann greiða myndin, ið fæst burturúr, tá kommunurnar samskifta sína­ millum um fíggjarviðurskifti. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so vísir ein uppgerð frá Fíggjarmálaráðnum tað sama. Fíggjarmálaráðið er sum kunnugt aðalráðið, har Jóannes Eidesgaard er ovasti leiðari. Uppgerðin er gjørd pr. 1. jan. 2011, og hon vísir, at bert seks av landsins 30 komm­ unum skylda meira enn eina álíkning. Skorið út í papp merkir hetta, at nógv tann størsti parturin av landsins komm­ unum heldur seg innan fyri almenna skuldarmarkið. Hetta merkir eisini, at nógv tann størsti parturin av kommununum rindar niður skuld. Væl at merkja uttan at fíggjarmálaráðharrin hevur fingið nevndu heimild frá Løgtinginum til at fjarstýra kommunurnar við. Og at enda merkir hetta eisini, at fíggjarmálaráðharr­ in hevur onga fíggjarliga ella faktuelt grundaða orsøk til at trýsta kommunurnar inn í eina fíggjarliga spennitroyggju. Allar kommunur í sama posa Sum borgarstjóri í landsins størstu kommunu fari eg at heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at gevast við royndunum at leggja kommunurnar í fíggjarliga spennitroyggju. Harumframt haldi eg tað vera sera ódámligt, at ein landsstýrismaður setur eitt skuldarspjaldur á allar kommunur í landinum, hóast næstan allar kommunur hava gott stýr á skuldini. Fyri Tórshavnar Komm­ unu kann eg siga, at vit eru langt frá skuldarmarkinum, sum er ein skattaálíkning. Loftið hjá Tórshavnar Kommunu er á leið 700 mió. kr., men skuldin hjá komm­ ununi er niðri á 174 mió. kr. Hetta er veruleikin, hóast Tórshavnar Kommuna fyri 2011 hevur gjørt eina virk­ semisskapandi fíggjarætlan. Lat meg leggja afturat, at allar íløgur hjá Tórshavnar Kommunu í 2011 eru skatta­ fíggjaðar – ikki lánsfíggjaðar. Og lat meg undirstrika við einari tjúkkari reyðari striku, at í Tórshavn eru vit langt burtur frá skuldar­ markinum! Tí skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálaráðnum halda seg frá at mála eina mynd uttan hald í veruleikanum. Álop á kommunala sjálvræðið Ætlanin hjá fíggjarmálaráð­ harranum um at biða Løg­ tingið um heimild at fjarstýra kommununum er úttrykk fyri, at Landsstýrið vil hava alt valdið í Føroyum. Man fær tað fatan, at Landsstýrið helst vil koma heilt hagar til, at kommun­ urnar hvørt ár skulu banka á dyrnar úti í Tinganesi og biða um pengar at reka kommunala økið fyri. Hetta er skeiv leið at ganga. Kommunurnar í Føroyum skulu varðveita sítt sjálvræði. Tað eru vit í kommun­ unum, sum hava fingrarnar djúpt niðri í kommunalu moldini. Kommunurnar hava følingina við, hvat rørir seg hjá okkum. Og tað eru vit í kommununum, sum hava áhuga í at røkja kommunalu økini í tráð við tørvin og ynskini frá okkara borgarum. Landsstýrið og lands­ stýrismaðurin í fíggjarmálum skulu halda fingrarnar langt burtur frá kommunala sjálv­ ræðinum. Heðin Mortensen borgarstjóri Landsstýrið vil leggja kommunurnar í spennitroyggju