Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin Leo Poulsen Tað verður Winnie Simonsen, ið áður var leiðari av Etika, sum skal standa fyri dagliga rakstrinum í Áarstovu. Winnie sær stórar møgu­ leikar í hugnaliga um­ hvørvinum, og hon roknar við, at tað fyri ein stóran mun verða ung pør, sum verða kundarnir. ­ Hølini eru ógvuliga hugnalig og leggja upp til ein romantiskan døgurða, so eg rokni við nógvum ungum pørum. Men eg vænti eisini nógv eldri koma at vitja, sigur Winnie Simonsen. Áarstova liggur eisini væl fyri og hevur áður verið rópt portrið til havnina, so dagligi leiðarin væntar eisini, at tey far at síggja nógv ferðafólk í summar. ­ Matskráin verður í stóran mun føroyskur matur, bæði klassiskur og nýhugsandi, og matarskráin verður skift annan hvønn mánað, sigur Winnie Simonsen, sum altso byrjar í nýggja starvinum sum liðari aav Áarstovu í dag. Nú ein dagin var stór mót tøka á føroyska sjúk­ lingahotellinum, Tórshavn Orsøkin til hesa løtuna á hotellinum var, at Elionora Olsen er farin úr starvi í eftir at hava verið sjúklingavegleiðari í samfull 25 ár. Heilt fitt av fólkið var samankomið at biðja henni farvæl og takka fyri drúgva og holla tænastu og har vóru eisini umboð fyri grøn­ lendingar, sum arbeiða á Ríkissjúkrahúsinum. Hotel Tórshavn varð stovnað í Gothersgade í 1976 sum eitt hotell fyri føroyingar, sum máttu til Keypmannahavn at leita sær læknasjálp fyri sjúkur, føroyska heilsuverkið ikki var ført fyri at viðgera, og fyri tey avvarandi hjá hesum sjúklingum. Fyristøðukvinna og stigtakari varð Karolina Petersen, men síðani keypti ein privatur grunnur hotellið og hjúnini, Jonny og Andreas, tóku við leiðsluni. Í 1986 varð Hotel Tórs­ havn lagt undir føroyska heilsuverkið. Í 2000 flutti hotellið í Tåsingegade og tað eitur nú Sjúklingaheimið Tórshavn. Elionora varð sett í starv 1. januar 1986 og síðani 2006 hevur hon havt skrivstovu á Ríkissjukrahúsinum, sum føroyskur sjúklinga veg leið­ ari. Elionora Olsen fer nú í starv á Landssjúkrahúsinum, har hon skal vera uttan­ lands ráðgevari, men hon fer at halda til í somu hølum á Ríkissjúkrahúsinum, hon hevur hildið til í seinastu fimm árini. Í sama viðfangi takkar Anna Maria Djurhuus, leiðari á Sjúklingaheiminum, fyri gávur, sum tey hava fingið. ­ Tá ið teldurnar vórðu stolnar í februrar í fjør, fingu vit 40.000 krónur frá Føroya Arbeiðarafelag, og tá ið flatskermurin bleiv vekk í november 2010, fingu vit 10.000 krónur frá fak­ felagssamstarvinum, sigur hon Í ár hava tey fingið 5000 krónur frá Atlantic Petroleum og harafturat hava vit fingið 50.000 krónur frá Kiwanis. ­ Vit eru ógvuliga takksom fyri hesar gávur og eisini allar tær gávur, sum einstaklingir í Føroyum senda okkum. Hetta kemur alt væl við og vit royna at gera okkum ómak fyri at hetta í størsta mun kemur sjúklingunum og teirra avvarðandi til góðar, sigur Anna Maria Djurhuus. Áki Bertholdsen Nú skal ársins leiðari finnast, bæði í privatu vinnuni og í almennu fyrisitingini. Tað hendir, tá ið Synergi fyri sjeyndu ferð skipar fyri Ársins Leiðaradegi tann 18 mars. Einasta treytin er, at talan skal verða um ovasta stjóran ella leið­ aran í eini fyritøku, ein­ um stovni ella ein um felag ­ ella talan kann vera um eina nevnd­ arforkvinnu ella ein nevndaformann. Tá ið vinnarin verð­ ur tilnevndur, verður dentur lagdur á, at viðkomandi hevur víst áræði og dirvi, at við­ komandi harafturat er nýhugsandi og hevur givið øðrum leiðarum íblástur. Somuleiðis skal við­ komandi hava verið sjónskur í almenna rúm­ inum og soleiðis gjørt vart við seg sum leiðara. Øll kunnu senda upp­ skot inn og so verður tað ein dómsnevnd, sum tekur endaliga støðu. Ein Ársins leiðari skal veljast í privatu vinnuni og ein í almennu fyrisitingini fyri at vísa á týdningin av, at vit hava góðar leiðarar bæði í tí privata og í tí almenna. Í 2009 vóru taå Hjalti í Jákupsstovu, vm og Regin Jacobsen, sum vórðu valdir ársins leið­ arar. aki@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur tilnevnt limir í eitt nýtt Fólkaskúlaráð, sum skal ráðgeva lands stýr­ iskvinnuni um, hvussu vit fáa ein betri fólka­ skúla. Ráðið skal m.a. koma við tilmælum um at seta í verk royndar­ og menningar­ og gransk­ ingarverkætlanir. Í fyrsta lagi vil landsstýriskvinnan, at Fólkaskúlaráðið veitir ráð og tilmæli um, hvat eigur at verða gjørt fyri at menna fakliga støðið hjá næmingum, umframt námsfrøðiliga og fakliga førleikan hjá lærarunum og undirvísingarliga leiðsluleiklutin hjá skúlaleiðarunum. Somuleiðis skal ráðið geva tilráðing um royndar­, menningar­ og granskingarverkætlanir á hesum økjum: ­ skúlabygnað og royndarætlanir í sambandi við skúlasamstarv ­ tímabýtið og lærugreinaskipanin ­ námsfrøðiligi leiðsluparturin ­ eftirútbúgvingartørv og skipan ­ sernámsfrøðiliga økið Ráðið er soleiðis mannað: Mai Laksafoss Simonsen, Marjun Zisk­ a son, skrivari, Helena Dam á Neystabø, lands­ stýriskvinna, Karolina Matras, forkvinna, Jenny Lydersen, samskipari og Tonnie Strøm, Hans Jón Juul Thomsen, Andrass Henriksen, Jákup Eli S. Olsen, Mannbjørn Olsen og Jónleif Johannesen, er ikki við á myndini. Knýtt at arbeiðinum í Fólkaskúlaráðnum verða tveir serfrøðingar, Niels Egelund og Julius Bjørnson, og ráðið fer eisini at leita sær hjálp hjá øðrum serkønum. eirikur@sosialurin.fo Nú skulu ársins leiðarar finnast Nýggja Fólka skúla­ ráðið skal menna fólkaskúlan Áarstova byrjar av nýggjum Hotel Føroyar samtakið hevur í dag yvirtikið raksturin av matstovuni Áarstova. Samtakið rekur framman undan Glasstovuna á Hotel Føroyum, Brasserie á Hvonn og Sushi á Etika. Winnie Simonsen, sum hevur verið dagligur leiðari á Etika, skal n´ðu standa fyri matstovuni Áarstova Mynd: Álvur Haraldsen Skifti starv eftir 25 ár - men fór ikki langt Elionora Olsen fer úr starvi á Sjúklingaheiminum Tórshavn í Keypmannahavn og í starv hjá Landssjúkrahúsinum, men hon fer framvegins at ráðgeva og hjálpa føroyskum sjúklingum á Ríkissjúkrahúsinum