Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Seinnapartin í gjár hevði Føroya Reiðarafelag lima­ fund, har støðan við sátt­ mála loysi num millum reiðar­ ar og manningarfeløg var til við gerðar. Á hesum fundi fin­ gu reiðarar høvi at siga sína hugsan, og sam bært heimasíðuni hjá Reiðara­ felag num bakkaðu teir, sum í fyrsta umfari tóku orð­ ið á fundinum, nevndina í Reiðarafelagnum upp í hennara arbeiði við sátt­ mála sam ráðingunum. ­ Men hesin fundur tók eina avgerðandi vend, tá um boð fyri reiðaríið hjá Norð borg boðaði hinum reiðaru num frá, at teir høvdu gjørt undirhondsavtalu við manningarfeløgini um nýggj an sáttmála fyri Norð­ borg. Hetta kom nevndini og fundi num dátt við, tí hetta er ikki í tráð við tann leist, ið lagt hevur verið upp til í ver­ andi støðu. Tað sigur Reiðarafelagið á síni heimasíðu eftir lima­ fundin. Lagt verður aftrat, at við hesi avtalu hava reiðarr í ið hjá Norðborg og mann in g­ ar feløgini frátikið nevnd ini í Reiðarafelagnum sam ráð ing­ ar rættin. ­ Hetta ger, at nevndin í felagnum er komin til ta niður støðu, at hennara upp­ gáva at samráðast vegna limir nar er endað, og at manningarfeløgini heldur ynskja at samráðast við hvørt reiðarí sær. Á heimasíðu Reiðara felag­ sins verður sagt, at henda nýggja støðan ger, at nevndin í felagnum fer at kalla inn til eyka aðalfundar við stytstu freist, har framtíðarstøða felag sins verður til viðgerðar. ­ So leingi, sum henda støða er galdandi, frásigur nevnd in í Reiðarafelagnum sær uppgávuna at samráðast við manningarfeløgini vegna limirnar. Hetta merkir, at lim u num nú stendur frítt at gera sum frægast. Nevndin í Reiðara felag­ num sigur seg sam stund is harmast um, at mann ing ar­ feløgini nú ynskja at sam­ ráð ast við hvørt reiðarí sær. ­ Men sjálvsagt fara vit at virða hesa nýggju støðu, Uppgávan at samráðast er endað - Nevndin í Reiðarafelagnum er komin til ta niðurstøðu, at hennara uppgáva at samráðast vegna limirnar er endað, sigur felagið, nú Norðborg hevur gjørt undirhondsavtalu við manningarfeløgini Vilmund Jacobsen Støðan á sáttmálaøkinum millum reiðarar og mann­ ing arfeløg er rættiliga ógreið í løtuni, nú einstøk skip og skipabólkar eru farin í bein leiðis samráðingar við manningarfeløg um ser stak­ ar avtalur. Óli Jacobsen, sum var formaður í Føroya Fiski­ mannafelag í ein mansaldur og annars hevur fylt sam ráð­ ing um millum reiðarar og fiski menn seinastu 40 árini, sig ur, at hann ongantíð áður hev ur upplivað, at støðan hev ur soleiðis, sum hon tyk­ ist vera beint í løtuni. ­ Vit hava hoyrt um skip, sum hava gjørt sáttmála við manningarfeløgini, og í dag verður fundur mill um Felagið Nótaskip og mann­ ing ar feløgini. Líkt er til, at Føroya Reiðarafelag hevur mist tamarhaldið á støðuni, og okkurt bendir á, at Viberg Søren sen sum formaður hev­ ur spælt fallit, sum Óli Jacob­ sen tekur til. Fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag dug ir í løtuni ikki at síggja, at rumblið, sum nú er íkomið á sáttmálaøkinum, tænir nøkr­ um parti til heiðurs. ­ Nei, eg haldi ikki, at hetta er nøkur ynskistøða fyri nakran av pørtunum, hvørki fyri reiðarar ella mann ing ar­ feløg. Tað er ong an tíð gott, tá viður skiftini ikki eru í skipaðari legu, og tað er ongantíð gott, tá tú ikki veit­ st, hvør mótparturin er. Óli Jacobsen hevur fylgt gongdini í gjár og í morgun, og hann heldur, at rættiliga trupult er at siga beint í løtu­ Støðan tykist kaot Óli Jacobsen, sum hevur verið við og hevur fylgt samráðingum millum manningarfeløg og reiðarar í eini 40 ár, hevur ongantíð áður upplivað, at sáttmálaviðurskiftini hava virkað so kaotisk sum í løtuni, nú líkt er til, at Føroya Reiðarafelag hevur mist kontrollið, sum hann tekur til Óli Jacobsen heldur, at tað í løtuni tykist, sum um Føroya Reiðarafelag við Vibergi Sørensen sum formanni er við at fara í upploysn Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg haldi ikki, at hetta er ein ynskistøða hjá nøkrum av pørtunum, sigur fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum ongantíð áður hevur upplivað slíkt rumbul á sáttmálaøkinum