Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 12 Sosialurin Í dag, 2. február, eru fimmti ár farin, síðan Victor Danielsen, trúboðari, bíbliutýðari og skald, andaðist. Victor varð føddur í Søld arfirði, 28. mars 1894. Hann gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá ið hann innan fyri Heimamissiónina upplivdi eina andaliga koll- velting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Hann byrjaði sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst longu 6 - 7 mánaðir seinni og byrjaði at virka sum trúboðari. Í 1916 fór hann úr kirkjuni og gjørdist ein hin ídnasti trúboðarin innan fyri brøðrasamkomuna, og alt sítt lív ferðaðist hann kring alt landið og præ dik aði. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldar- firði, og í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar. Victor gjørdi tað bók- menta liga bragdið einsa- mall ur maður at týða alla Bíbliuna til føroyskt. Nýggja Testamentið kom út í 1937, og 19. mars í 1949 lá øll Bíblian á fyrsta sinni á borðinum á okkara móðurmáli. Victor umsetti umleið 900 sálmar til føroyskt og yrkti sjálvur einar 30. Um- framt Bíbliu og sálmabók skriv aði Victor Danielsen 2 skald søgur: Aðru ferð (1927) og Nei, lyftið sveik ikki (1947). Um framt hetta týddi hann umleið 20 bøkur til føroyskt. Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøg- num bíbliutýðingina og sálma bøkurnar, fekk Victor Dan ielsen sera stóran týdn- ing, og ávirkan hansara, sum røkkur langt út um brøðrasamkomuna, hevur havt sera stóran týdning fyri Føroyar og ikki minst fyri føroyskt samkomu- og kirkjumál. Í desember mánaði 1999 varð Victor Danielsen saman við William Heinesen kosin til aldarinnar rithøvund av lesarum Dimmalættingar. Tann 28. september 2008 varð standmynd av Victori Dan- ielsen avdúkað í Fuglafirði. Nøvn Aftast frá vinstru : Britt Kirke Djurhuus Vágur, Guðrið á Lofti Sandavágur, Bingerð Hjalmarsdóttir Toftir, Kristianna Poulsen Sumba, Ann Thomsen Hvalba, Henny Vest Klaksvík, Eyðgunn Dam Kollafjørður, Diana Poulsen Strøm Sumba, Lydia Rasmussen Klaksvík, Marjun Olsen Porkeri, Randi Josephsen Kunoy, Annika á Marknagili Klaksvík, Else beth Viðoy Simonsen Viðareiði, Helena Reinert Eliasen Tórshavn og Rakul í Gerðinum Trongisvágur. Fremst frá vinstru : Andrea Gilston Danielsen Sumba, Daisy Niclasardóttir Elttør Klaksvík, Eyðhild Vilhelm Vágur, Heri Højsted Tvøroyri, Louisa Enni Tvøroyri, Sigrid Jacobsen Klaksvík og Sonja Thorleifsdóttir Tórshavn. Fríggjadagin fingu 22 heilsurøktarar prógv á Heilsuskúla Føroya Hálv øld síðan Victor Danielsen andaðist 40 ára starvsdagur Tann 1. februar 1971 byrj aði Hans Djurhuus á Nesi í Vági sum lærlingur á deildini hjá Føroya Gjaldstovu í Vági. Sostatt hevur Hans júst havt 40 ára starvsdag. Í lærutíðini starvaðist Hans eisini eitt skifti á deild- ini í Havn, men varð settur í fast starv á Gjaldsstovuni í Vági, eftir lokna lærutíð. Tá gamli tollarin í Vági (Hans Sumberg, sáli), fór frá fyri aldur í 1987, søkti Hans hetta starvið, sum varð lýst leyst, og fekk hann tað. Hann tók so við hes- um stavi 1. mai 1987, fyrstu árini við støð í Vági, men seinri komu broytingar við samanleggingum og ratio- nali seringum, sum førdi til, at Gjaldstovan og Tolleftirlitið, varð lagt saman í ein stovn á Tvøroyri – í dag TAKS.