Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin 24. januar fyri 45 árum síðan hevði “Útvarpskórið” sína fyrstu venjing. Endamál tá­ verandi útvarpsstjórans Niels Juul Arge við slíkum kóri var at fjálga og fjølga um føroyska kórsangin í út­ varpinum. Í samstarvi við gitna kór­ listamannin Karl Clausen vóru í árum frammanundan satsir fingnir til vega til føroysk løg, og hesir settu dám á fyrstu sendingina við kórinum seks vikur seinni – grækarismessukvøld 1966. Fleiri satsir komu tá regluliga frá hansara hond, og ikki minst áhugaverdir vóru teir til gomul føroysk sálmaløg, sum Karl Clausen fekk ein serligan áhuga og tokka til. Við heitinum “Føroysk Kórbók” eru hesir kór satsir seinni givnir út í sam starvi millum Føroya Skúla bóka­ grunn og Kórsamband Før­ oya. Men longu frá byrjan leitaði kórið eisini til norð­ ur lendsku og europeisku kór mentanina, og eftir at samstarvið við útvarpið helt uppat á heysti 1969, helt kórið – seinni við navninum “Havnarkórið” – fram á hesi leið við føroyskum og útlendskum kórsiðaarvi. Eisini er her at nevna tað sambandið, sum kórið hevði við gitna danska tónaskaldið Vagn Holmboe, ið gav ikki lítlan íblástur til nútíðar kór­ sang í Føroyum. Umframt a cappella sang­ in – t.e. kórsangur uttan ljóðføri ­ hevur Havnarkórið, oftast í samstarvi við gitnar kór­ og orkesturleiðarar uttanífrá og ofta við luttøku frá øðrum kórum, lagt dent á at fáa framført størri verk fyri kór, solistar og orkestur í Føroyum. Nevnast kunnu dirigentar sum Karl Clausen, Willi Gohl, Yaacov Bergman, John Høybye, Steen Lind holm, Robert Sund, Jón Stefáns son, Garðar Cortes o.fl. Av tónaverkum, sum kór ið hevur lagt til at fáa framførd, kunnu hesi nevnast: Magnificat, Jó­ hann es passiónin og Jóla­ ora tori ið umframt mo­ tettir og kantatur eftir J.S. Bach, tveir av sonevndu krýningarlovsongum (Coro­ nation Anthems) Händels og hansara aðalverk “Messias” , “Skapanin” eftir Joseph Haydn, Krýningarmessa Mozarts, Messa í C­duri hjá Beethoven, oratoriið “Elias” eftir Mendelssohn, Carl Orffs Carmina Burana og o.fl. Aftrat sínum høvuðs­ virksemi í heimbýnum Tórs­ havn, sum tað hevur navn eftir, hevur kórið eisini verið at hoyra víða um í landinum, og úteftir hava konsertferðir verið til hesi lond: Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Bretland, Frakland, Eysturríki, Kekkia og USA. Sum serligar upplivingar hjá kórinum er at nevna fram førsla í Carnegie Hall í New York saman við ís­ lendska operukórinum og kórsangarum úr øðrum londum undir leiðslu Garðars Cortes eins og løturnar í Mozarteum í Salzburg og í gitnu konserthøllini Musikverein í Wien, har Havnarkórið á altjóða kór­ stevnu við egnari skrá hevði høvi til gera vart við føroyska kórsang­ og kvæðamentan. Á slíkum ferðum hev ur ikki minst føroyski dans urin sum partur av fram førslu­ skránni vakt ans. Minnilig var soleiðis aleuropeisk kór­ stevna í Fraklandi, tá 3.500 luttakarar av heilum huga tráddu tað føroyska stevið saman við kórinum. Tað var verandi leiðari kórsins Ólavur Hátún, sum um vegis vinmannin Ívar Iversen setti hugkot og ynski út varps stjórans í verk, og saman við hon­ um kann Havnar kórið tí nú bjóða til 45­ára jubi leums ­ konsert komandi leygar­ dag 5. februar kl. 17.00 í Kommunuskúlaskálanum, har skráin verður ein tvør­ skurður av kórsins virksemi gjøgnum hesi mongu ár. Ólavur Hátún Havnarkórið 45 ár Útvarpskórið fyrsta mynd 1966 Útvarpskórið 1969 Útvarpskórið fyrsta mynd 1967 Havnarkórið í Graz í Eysturríki 1970 Havnarkórið 35 ár 2001